Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Nýggja teldu

Innlegg: 109
Síða [1] 2 3 4 5 6 >
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Tráður - 12/05/2011 klokkan 13:13
Atli mær at keypa eina nýggja teldu í framtíðuni, men fyrst vil eg vita hvat eg skal hava.. Eg havi bara sligi eitt ting fast, og tað er at eg skal hava ein SSD ístaðin fyri ein HDD!

So eg havi brúk fyri hjálp frá tykkum PC spec nørdum, eru nøkur must-haves á hesum? Tá meini eg við, um tað er nakað sum slær hitt av marknaðinum, so sum SSD vs HDD.

CPU
RAM
Motherboard
Grafik kort
Optisk drev
Evt okkurt annað?

Og til endans.. Hvar í FO kann man byggja sær sína egnu PC?
Offline
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 1 - 12/05/2011 klokkan 13:27
http://www.gaming.fo/index.php?mod=news&action=view&id=734

You're welcome.


Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 2 - 12/05/2011 klokkan 13:37
xD Ja, kanska tú!


Offline
|
BigBlackDuck


Poststar





Innlegg: 664
# Innlegg: 3 - 12/05/2011 klokkan 14:02
pentium 4 bro.


------------------




Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 4 - 12/05/2011 klokkan 14:24
Eg veit so at siga 0 um tey tingini eg spyrji um, so kanst tú forklára hvat pentium 4 er og hví tað er betri enn hinir cpus?


Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 5 - 12/05/2011 klokkan 14:25
Men srsly, akkra hvat skalt tú brúka telduna til? Skal hon klára øll nýggj spøl á high quality? Skal hon vera futureproof í fimm ár? Ella skalt tú bara spæla WoW?


Offline
|
BigBlackDuck


Poststar





Innlegg: 664
# Innlegg: 6 - 12/05/2011 klokkan 14:33
Listi yvir bestu components ATM

Processor: Core i7
SSD: Vertex 3
Ram: Doesn't matter
Hdd: Um tú hevur ssd, so skalt tú bara hugsa um stødd á hdd. Tað finnast nakrir 3TB.


------------------




Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 7 - 12/05/2011 klokkan 16:10
Munurin á i5 og i7 er hyperthreading, so um tú ikki redigerar film og number chrunching og sovori sum ger brúk av HT, so kanst tú spara pengar við at keypa ein i5. Sandy bridge er teir nyggjastu CPu hjá Intel, og teir eita i5-2500k og i7-2600k sum verða rekomenderaðir. Tað er ekstremt dýrt at bara brúka SSD, tey flestu hava ein 60 GB til 120 GB SSD sum boot drive, tvs við Windows og tey programmir sum verða mest brúkt, eventuelt spøl sum loada nógv.

Grafikkort, eventuelt eitt GTX580 ella HD6950/6970, reference kortini hjá AMD av 6950 kunnu "unlockast" og so at siga blíva til eitt HD6970. GTX580 er betri, men um tú fert at brúka skermar við 2560x1600 upploysn, so eru kortini hjá AMD sum regul betur pga meiri RAM á GPU, og AMD kortini scale'a betur við xfire, tvs tá tú brúkar tvey kort.
Bæði AMD og nVidia hava dual GPU kort, HD6990 og GTX590. Haldi 590 vinnur í flestu benchmarks, men tú kanst kanna á anandtech.com hvussu kortini liggja í spølinum tú ætlar at spæla.

Botnkort, tey flestu P67 MB eru fín at overclocka við, men ikki øll eru optimal til SLi ella crossfire. Asus P8P67 Pro, er nógv keypt.

HDD, Samsung F3 7200 RPM og Seagate Barracuda og WD Caviar Blue eru fínir, tak tann bíligasta!

Ram, Corsair XMS3 1600MHz CL9 1.5V, ella 1.65 um tú ikki finnur 1.5V.

Ikki spar pengar á eina streymforsýning! Um tú keypir eina bíliga, so risikerar tú at hon ikki klárar at levera tann lovaða streymin, og um hon fer, kann hon taka fleiri aðrar komponentir við sær, Corsair HX650W, AX750W, kunnu í øllum førum rekomenderast, techpowerup.com hevur eina góða PSU guide.

Optiskt drev, bara okkurt 200 DKK drev frá Sony, LG, Samsung ella øðrum kendum maker.

CPU kølara, tað er rekomendera at fáa sær ein annan kølara enn standard, minnist ikki beint nú hvørjir kunnu rekomenderast, men kostar nokk ikki meiri enn 200 DKK fyri teir bíligastu fyri ein hampuligan.

so skuldi eg keypt eina hampuliga teldu fyri ein ikki alt ov høgan prís:

CPU: i5-2500k
Mobo: Asus P8P67 Pro
RAM: Corsair XMS3 1600MHz CL9 1.5/1.65V
PSU: Corsair HX750W
GPU: nVidia GTX580 ella AMD HD6950/HD6970
SSD: Vertex 3, ella teir nýggju Intel SSD minnist ikki navni ><
HDD: Samsung F3
Drev:: Random 200 DKK drev
Case: CM Advanced 690ii (haldi tað eitur so, fínt kabinet og kostar ikki alt for nógv, CM Elite 430 er eisini gott, men einki cable management!)

Anandtech.com
TechPowerUp.com
overclockers.co.uk

Nøkur forum har tú kanst fáa inspiration til hardware keyp og betri forkláringar samt benchmarks etc.

Eg veit ikki um tað er nakað stað í FO sum er gott at keypa hardware frá :/ Føroyar er nokso dýrt og elendigt tá tað kemur til sovori!

Havi ikki kanna fyri feilir og havi nokso ringa tíð atm,


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 8 - 12/05/2011 klokkan 16:41
Flott skrivað BlizzM, hatta er praktiskt hjá nógv fleiri enn bara Ishkur.

Um tú hevur hug at pynta eitt sindur uppá tað og leggja nakrar yvirskriftir enn, so skal eg gjarna posta tað í Greina sektiónina.


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 9 - 12/05/2011 klokkan 16:42
heh, tað kann eg gott :>


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 10 - 12/05/2011 klokkan 19:16
Keyp av teldu!

CPU:
Fyrst og fremst skalt tú bestemma hvat fyri CPU tú skalt hava, antin ein AMD ella Intel. Intel er í løtuni tað besta valgi, men AMD hevur góðar CPU's fyri ein bíligari prís.
Fyri tey flestu er ein Intel i5-2500k, eitt gott keyp. Tey flestu chippini kunnu OC(overclockast) til minst 4 GHz. Um man brúkar programmir ið kunnu útnytta hyperthreading, so kann man fáa gagn av Intel i7-2600k. Legg merki til at eitt k stendur aftanfyri nøvnini, hesir eru stutt sagt teir CPU ið kunnu OC.

Um tú ætlar at brúka meiri enn 2 grafikkort, kann tað eventuelt verða betri at fáa sær ein i7-9xx pga fleiri PCI-e-lanes. Sì botnkort sektionina.

Eg eri ikki so vitandi innanfyri AMD heimin, men Phenom X4 9xx BE burdi veri eitt gott keyp. Bulldozer burdi komi út skjótt og vit vita enn lítið um performance hjá hesum CPU, so eventuelt bíða til juni, tá sigst hesin at koma út.

Botnkort:
Um tú velur at keypa ein i5-2500k ella i7-2600k, so skalt tú hava eitt P67 ella Z68, munurin er at Z68 kann OC chippi(CPU) og gagnýta tað integreraða grafikkorti(IGP=Integrated Graphic Processor frá nú av), samt SSD caching. Tvs um tú hevur ein lítlan SSD so kann mest brúkta data goymast á hesum ella okkurt í den dur, stuttsagt, um tú hevur ein SSD, so er hetta ein óneyðug funktion. Um tú velur eitt P67 botnkort, so keyp eitt har B3 er nevnt, tað merkir at tað er tann triðja revision, har var ein feilur áðrenn, ið ávirkaði nøkur SATA portur.
Um tú ætlar at brúka SLi(tvey ella fleiri nVidia kort samantvinna) ella crossfire(2 ella fleiri AMD kort samantvinna), so skalt tú hava eitt botnkort ið hevur support fyri tí, tað sært tú td. um korti kann hava 2x8 PCI-e. Tú fært ikki 2x16 PCI-e við hesum processarunum, so teoretiskt kann man missa 5% performance, men í praksis er "negligible". Sí LGA-1155 - Wikipedia

i7-9xx. Her skalt tú hava fatur í eitt X58 botnkort, fyrimunurin er fleiri PCI-e lanes, tvs. kann taka meiri trafik og klárar betri fleiri grafikkort og annars útstýr í krevur hesar banar. Sí LGA-1366 - Wikipedia

Enn einaferð, eg kenni lítið til AMD, men teir núverandi CPU hjá teimum brúka AM3 chipset. Bulldozer fer at brúka AM3+ chipsett.

RAM
Um tú velur at fara við tí nýggjari generationina av Intel CPU, so skalt tú hava dualchannel ram, tað vísir seg at tað ikki ger so nógvan mun, jú dýrari og betri performance RAM ríkt RAM set tú keypir, ikki í hesari generationini. So ein góð loysn er at keypa td. Corsair XMS3, GeIL, sí 4 GB - EDBPriser.dk ella 8 GB - EDBPriser.dk. Legg tær í geyma, LGA-1155 CPU eru dual channel og tískil skulu 2x2 ella 2x4, 2x8 GB ram sett til. Um tú velur ein i7-9xx so skalt tú brúka ram sum eru 3x2, 3x4 GB etc, pga 1366 brúkar tripplechannel ram.
1600 MHz burdi verið fínt og eventuelt ikki meiri enn 1.5 V um tú velur ein sandybridge CPU(i5-2500k/i7-2600k), 1.5 B er rekomendera av Intel. Eg havi sjálvur eitt sett av XMS3 rated til 1.65V men havi sett til 1.5 V og tað hevur ikki ávirka stabilitetin. So um tú torir inn at pilka eitt sindur við BIOS/UEFI, so er hetta ein fín loysn og tað er ikki trupult at broyta tað.
4 GB ram er ríkiligt til spøl, men hevur tú nokk av peningi, so skaðar tað ikki at hava 8 GB, so er tú eitt sindur future proofed.
Eg veit ikki hvat AMD CPU brúka, men tað er nøkulunda líka, hald eyga við um talan er um triplechannel ella dual channel, annars burdi tey kunna brúka sama slag av ram.

Goymsla - SSD og HDD
SSD økir ikki um performance í spølum!, men tað kann lækka loading tíðir á teimum tó. Annars so loada programmir og WIndows etc nógv skjótari við einum SSD, so tað kann 100% anbefallast! Um tú fyrst venur teg við SSD, so fert tú aldrin aftur til bert at brúka ein HDD! Men tað er ein vansi, teir eru dýrir, so best er at fáa sær eina kombination av HDD og SSD. Ein SSD við 30, 60 ella ca 100 GB til títt OS og mest brúktu programmir og so ein vanligan HDD til rest.
Nøkur boð uppá HDD @ 1 TB:
Samsung F3 - EDBPriser
Seagate Barracuda - EDBPriser
WD Caviar Blue - EDBPriser

Nøkur boð uppá SSD. Intel 510, Vertex 3 og Crucial M4 eru tey nýggjastu modellini, minnist meg rætt, so nokk best at velja eitt av teimum.

Grafikkort
Her eru stutt sagt tveir vegir at fara, nVidia ella AMD. Her eru tey nýggjastu kortini hjá báðum:
hjá nVidia:
GTX580
GTX570
GTX560
GTX590

Hjá AMD:
HD6970
HD6950
HD6990

GTX590 og HD6990 eru dual GPU, tvs tey koyra við tveimum GPU á einum borðið.

Hvat er so tað besta at keypa? Tað er eitt sindur ringt at siga, tað er ymiskt frá spæl til spæl, og upploysn á skermi og so víðari. Eg havi valt at vísa á nøkur benchmarks:

Metro 2033 - 1680 x 1050 - DX11 High Quality + 0xAA/16xAF
Metro 2033 - 1920 x 1200 - DX11 Very High Quality + Analytical AA/16xAF
Metro 2033 - 2560 x 1600 - DX11 Very High Quality + Analytical AA/16xAF

Her sæst hvussu tey ymisku kortini virka undir teimum ymisku upploysningum og hvussu SLi og Crossfire skalera, tvs. um tú hevur tvey grafikkort so kann man fáa meiri performance. Tað sæst td. at GTX580 klárar seg gott á lægri upploysn, men kemur tú hægri upp, so fær tað trupuleikar pga tað "bert" hevur 1.5 GB VRAM, í mun til HD6950*/HD6970 ið hava 2 GB.

Kanna eventuelt benchmarks í teimum spølum tú spælir og hygg hvørji kort klára seg gott. Og tak eventuelt hædd fyri um tú ætlar at brúka SLi ella crossfire í framtíðini. Og um tú vilt hava PhysX, so er tað lættasta at fáa sær eitt nVidia kort, men tað er møguligt at brúka eitt AMD kort, og so eitt bíligari nVidia kort sum dedikera PhysX kort. PhysX - Wikipedia

AMD/ATi kort - EDBPriser - bert tey nýggjastu modellini tvs. 6000 serian
nVidia kort - EDBPriser - bert tey nýggjastu modellini tvs. 5xx serian

Tað er ikki býtt ella skeivt at keypa eina eldri version, td. eitt HD5870 ella GTX480 um tú heldur tað er betri bang for buck!

*HD6950 reference kortini kunnu í nógvum førum unlockast til eitt 6970 via einum custom BIOS. Tað er tó ikki møguligt við øllum kortum, og eg haldi bert at man kann brúka reference kort til tað, og bert 2 GB ram versionina. Um tú vilt hava meiri information um hetta, so kanst tú bara spyrja, eg havi sjálvur prøva tað við mínum og tað virkaði heilt gott.

Streymforsýning
Her er ikki so nógv at siga. 650W burdi verið fínt til single GPU setups og møguligvís eitt sindur av OC, men um tú ætlar at brúka fleiri grafkkort í framtíðini er tað eitt gott hugskot at fáa sær eina kraftigari PSU beinaveg. Eg havi td. eitt OC @ 4.5 GHz og Xfire HD6950 atm og tað koyrir fínt við einari 850W PSU, men eg má siga, hevði eg keypt PSU í dag, hevði eg fari eftir eina 1000W+ PSU fyri at verða eitt sindur framtíðarsikraður!
Eitt annað ið er vigtigt, er at keypa eitt gott merki. Eg kenni ikki so nógv til tey ymisku merkini, men Corsair, Antec og Seasonic plaga at verða góð merki. Les eventuelt hetta: PSU-guide - TechPowerUp.com

Køling
CPU koma sum oftast við einum kølara, men eg kann bert rekomendera at tit skifta hann út áðrenn tit nakrantíð hava brúkt hann! Her kann man antin velja luft ella vatnkøling. Tò er luft køling eitt sindur lættari at fáast við og teir bestu luft kølarnir eru nøkulunda líka góðir sum teir vanligu vatnkølarnir(H50, H70).

Man kann gott køla aðrir komponentir, sum td. grafikkort etc, men tað er kanska lættast at finna útav tá tú hevur keypt og bygt telduna, um tú heldur tað er neyðugt.

Nakrir CPU kølarar ið burdu veri góðir:
Noctua NH-D14
Corsair H50
Cooler Master Hyper 212 Plus
Arctic Cooling Freezer 7 Pro Rev.2
Thermaltake Frio

Kabinet
Hetta er eitt meiri subjektivt evni, so vil ikki siga alt for nógv, men kanna eventuelt ummæli av ymiskum kabinettum, hvørji eru góð til vatnkøling og hvørji eru betri til luftkøling etc. Og tað er altíð lekkurt við góðari "cable-management", tvs. tú kanst lættliga leiða káblar soleiðis at man ikki sær teir og samstundis eru lættir at koma til etc. Nøkur merkir ið plaga at verða góð eru Lian Li, Antec, Cooler Master, NZXT og Corsair

Hentar leinkir
AnandTech
Tom's Hardware
TechPowerUp (TPU)
CPUID

PS! Eg havi einki internet heima atm(haldi eg) og eg má fara heim nú, so fái ikki rættlisið tað. Og tað vildi veri veldigt um onkur við erfaring tímir at skimma tað ígjøgnum, so okkurt bullshit ikki stendur eftir! Ella um tit halda okkurt manglar at skrivast. Og um tit vilja leggja okkurt aftrat, royni so og haldi tí somu notationina, so kann eg bara brúka quote á tykkara comment, og kopiera tað!


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 11 - 12/05/2011 klokkan 19:25
Holy shit, so huge hevði eg ikki væntað tað bleiv.

Ordiliga nice, skal leggja tað út.


Offline
|
BigBlackDuck


Poststar





Innlegg: 664
# Innlegg: 12 - 12/05/2011 klokkan 20:14
what


------------------




Offline
|
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 13 - 12/05/2011 klokkan 21:03
Super nice BlizzM. Eg taki, sum so, undir við øllum metingunum hjá tær.

Eg vil líka leggja afturat, og gera tað klárt, at ein SSD _kann definitely_ gera gaming eitt nógv betur upplivilsi.

Hetta tí at loading ikki bara er nakað sum sker einaferð, tá man spælur eitt nógv spøl. Har eru nógv spøl sum streama content inn í rammi allatíðina, so sum WoW og onnur spøl við stórum opnum verðum. Tá klára hardiskar oftani ikki at fylgja við, meðan SSDar hava einki problem við at heinta nógv ymisk content inn í rammi skjóttt. Og so eru tað nógv spøl sum loada nýggjar banar nokso ofta, td Portal 2. Tá er tað fobiði nice at hava ein SSD.

Man skal eisini minnast til at SSDar gera alt annað tú brúkar telduna til, so nógv skjótari. Tonk yvir tað. Næstan hvørja ferð at tín spildur nýggja svakt kraftiga telda hongur, so er tað tí at harddiskurin ikki klárar at fylgja við.

Eg skrivaði hetta viðmæli av SSD'um kortsíðani í einum øðrum samanhangi:
Imagine that inside your PC there is a old vintage LP record player with a needle that reads your data. Actually you don't have to imagine. Just open up your pc at take a look at the hard drives inside of it - they use needles to read data. This means that you are waiting for a mechanical arm to move a needle physically up and down a disc to read and write data. And it can only read and write one thing at a time, because the needle can only be at one place at a time. This makes no sense, but it is the way it has been for far too long.

Finally we've got a faster commercial alternative in Solid State Drives. They use the same kind of NAND Flash memory chips, as is found inside portable memory sticks, iPods, and iPhones.

SSDs can access thousands of files at the same time, because they've don't use a needle. So say you want to open Word, or Chrome, or boot up the computer, the SSD will just grab all the files that need to be read at once, while a hard driver will have to access them one at a time sequentially. This is why SSDs are so astronomically faster than hard drives in practice.

The reason old computers seem slow, is mostly because you're waiting for the mechanical arm and needle to read data that is increasingly spread out, as the computer's hard drive gets more and more cluttered with age. This is not a problem with SSDs - they keep on being just as fantastically fast as when they were new.

You can see the difference youself in this youtube video demonstration: http://www.youtube.com/watch?v=odSSI_9KAkI

At 1500,- DKK a piece, they are the single best investment you can make into a PC, to make it run smoothly and properly for the lifetime of the computer. Just imagine the time you've wasted in the past waiting for an old computer to boot.


At siga at ein SSD er dýrur, haldi eg er skeift, tí at man fær so nógv performance fyri pengarnar. Heldur hinvegin kann man siga at harddiskar eru vornir bíligir sum slikk. Nú á døgum fær man jú ein 2 TB harddisk fyri 600 kr *shock*


Síðsta broyting av Sammi klokkan 12/05/2011 klokkan 21:05 (1x Broytt)
Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 14 - 12/05/2011 klokkan 22:48
@Halgir Eg vil so bestemt hava at hon er future proof so leingi tað er møguligt, hinvegin eri eg ikki klárur at betala eina rúgvu fyri hana.. Eg skal ikki hava eina psycho teldu, tí eg atli mær ikki at game'a 24/7 við henni, men eg vil í hvørtfall kunna spæla Super Meat Boy uttan lag, tí tað ger mín í løtuni.. Og ja, alt tað nýggja sjálvandi eisini.. Eg brúki ikki telduna at tweaka performance, overclocka ella nakað tílíkt..

Eg veit ikki nær eg keypi hana, eg havi ongan skund, men eg skal bara hava alt uppá pláss áðrenn eg keypi eina, so eg veit presis hvat eg fáði..

@Blizzmaster You and I are gonna have a talk!

Ellars, veit nakar hvar man kann skaffa eina custom teldu? Hvønn skal man tosa við? Gera allir teldu handlar tað? Eg hevði 100% helst vilja sloppi frá at bestilt frá netinum..

Takk tit!


Offline
|
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 15 - 12/05/2011 klokkan 23:11
Búgvi í Keypmannahavn, so eg eri ikki so kønur í the custom PC scene í FO. Men í DK er gera Føniks Computer tad rættuliga lætt og bíligt. Tú kanst lættliga konfigurera tær tína dreyma PC beint á heimasíduni hjá teimum: http://www.fcomputer.dk/Computer/Foeniks_Computer_Intel_Allround_Silent_PC


Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 16 - 12/05/2011 klokkan 23:23
Shark Gaming er eisini ein donsk síða, við fínum bíligum teldum.
http://www.sharkgaming.dk/


Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 17 - 12/05/2011 klokkan 23:42
2011-05-12 at 7:48 PM - Ishkur:
@Halgir Eg vil so bestemt hava at hon er future proof so leingi tað er møguligt, hinvegin eri eg ikki klárur at betala eina rúgvu fyri hana.. Eg skal ikki hava eina psycho teldu, tí eg atli mær ikki at game'a 24/7 við henni, men eg vil í hvørtfall kunna spæla Super Meat Boy uttan lag, tí tað ger mín í løtuni.. Og ja, alt tað nýggja sjálvandi eisini.. Eg brúki ikki telduna at tweaka performance, overclocka ella nakað tílíkt..

Eg veit ikki nær eg keypi hana, eg havi ongan skund, men eg skal bara hava alt uppá pláss áðrenn eg keypi eina, so eg veit presis hvat eg fáði..

@Blizzmaster You and I are gonna have a talk!

Ellars, veit nakar hvar man kann skaffa eina custom teldu? Hvønn skal man tosa við? Gera allir teldu handlar tað? Eg hevði 100% helst vilja sloppi frá at bestilt frá netinum..

Takk tit!


Hey man, eg sjálvur havi eisini akkurát keypt eina teldu. Eg bygdi telduna sjálvur og bestilti í gjøgnum Teldu tænastan!
Eg má siga at tað, sum Blizz hevur skriva er ordiligan gott!

Út frá tí, tú segði, so hevði eg sagt:

Botnkort: ASUS P8P67-Pro
CPU: i5-2500K
GPU: AMD 6950 2GB
RAM, bara okkurt við 1600MHz, CL9
HDD: Um tú ikki fer at vera eina ordiligan gamera, so sigi eg bari ein vanligan 7200RPM HDD
PSU: 650W er nokk


------------------

Bunny's Creed

Síðsta broyting av Slinkey klokkan 12/05/2011 klokkan 23:44 (1x Broytt)
Offline
|
Figit96ha


Goomba




Innlegg: 160
# Innlegg: 18 - 13/05/2011 klokkan 16:01
FøniksComputer senda eisini til føroyar!


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 19 - 14/05/2011 klokkan 00:01
Har arbeiðir ein føroyingur í Fønikscomputers! Nokso skeg :> Teir eru eisini bíligir og visti faktiskt ikki at teir sendu til FO, gott at vita!

@sammi, um SSD, so meinti eg tað var dýrt um man bara vil hava SSD, men 60 til 120 GB SSD og so ein 1 TB vanligan HDD er eitt gott combo.

@SLinkey, 650W er sikkurt fínt, men altíð deiligt við eitt sindur av headroom!

Annars er OC orduliga lætt við sandybridge, so kann rekomenderast.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 20 - 14/05/2011 klokkan 14:08
2011-05-13 at 9:01 PM - BlizzM:
Har arbeiðir ein føroyingur í Fønikscomputers! Nokso skeg :> Teir eru eisini bíligir og visti faktiskt ikki at teir sendu til FO, gott at vita!

@sammi, um SSD, so meinti eg tað var dýrt um man bara vil hava SSD, men 60 til 120 GB SSD og so ein 1 TB vanligan HDD er eitt gott combo.

@SLinkey, 650W er sikkurt fínt, men altíð deiligt við eitt sindur av headroom!

Annars er OC orduliga lætt við sandybridge, so kann rekomenderast.


Tað passar nokk, men hann hevur ikki brúk fyri at OC, fyri enn nøkur ár.
Við specs, sum HD6950 og i7-2500K, so kann hann klára alt á stock.

So um nøkur ár kann hann OC, eisini HD6950 kann 'flashast' til at vera ein HD6970.

Fyri kabinett, ikki vel ein CM Elite seria, teir allir eru nokk so lame (IMO), eg havi ein CM 330/331 Elite, sum sokkar ass! :0 400 serian er eitt sindur betur, men man kann fáa betur frá CM (Coolermaster) fyri sama prís.
Hevði sjálvur valt ein Cooler Master HAF seria ella Antec 902


------------------

Bunny's Creed

Offline
|
Innlegg: 109
Síða [1] 2 3 4 5 6 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.