Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming.fo -> Gaming.fo -> Adventskalendarin hjá Eik

Innlegg: 229
Síða < 1 [2] 3 4 5 6 ... 10 11 12 >
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 21 - 29/11/2010 klokkan 17:50
Reglugerðin er broytt - "Seinna freistin er leygardagin 4. desember. Allir filmar, ið eru komnir inn áðrenn freistina, eru við í kappingini 3. og 4. sunnudag í advent."

Hendan kappingin er faktiskt nógv meiri irriterandi nú tá ið eg havi sæð hvussu hon verður framførd, heldur enn tá ið hon bara var teoretisk.

Tað er akkurát sum altið, við at tann sum spammar mest er tann sum vinnur, líkamikið um klippið er best ella ikki, men tað sum er enn meiri irriterandi er tað at reglugerðin (sum er so einføld sum hon yvirhøvur kann verða) verður ikki fylgd. 3 út av 4 klippum hesa vikuna bróta regulin um at vera minni enn 1 minutt langt, og tað er lítil og eingin kjansur fyri at klippið sum heldur seg innan ein minutt fer at vinna.

Tak hattar test klippi sum bleiv gjørt og klipp renni sekvensina niður við eini 25 sekundum og send klippi inn áðrenn 4 Dec.


------------------




Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 22 - 29/11/2010 klokkan 19:13
vinnarin (b71) hevði ein film uppá tveir minuttir, og var ein av teimum vánaligastu.. so tað ræður bara um at fáa nokk av spammarum!


Offline
|
DerMeister







Innlegg: 824
# Innlegg: 23 - 29/11/2010 klokkan 19:56
Teir vunnu tí allir Sandoyingar vote'aðu saman Fyri at vinna mugu vit unite'a, og bara skapa ein góðan film, ið fer direkta inn í hjartanum á øllum gamers.


Offline
Skype
|
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 24 - 29/11/2010 klokkan 21:10
Steiki tað er irriterandi. Fær meg bæði til at vera eitt sindur meira við uppá at vinna, og vilja sorla høvdi ígjøgnum ein vegg.

Okey, I'm game.

Hetta er planin. Eg fari at gera ein montage film, tvs nógv lítil klipp víst skjótt. Tað fer at fara fram sirka soleiðis her - PICTURE THE SCENE, PEOPLE, PICTURE IT!

------------------
Taskan dettur á gólv, kalendari kastaður á borðið, strika undir at tað er vikuskiftið.

Ílatingar montaga har eg fari at snazza meg upp til at fara út - stramma beltið, skjúrtuna av akslatræðnum, skógvar etc etc.

Spinning transformation scene har man fer frá bums til hottie.

So fari eg gangandi ímótið hurðini, opni hana, traðki út, men ístaðin fyri at fara avstað, so hangi eg eitt sovorið 'do not disturb' skeltið, og latið hurðina aftir.

Gangi upp gjøgnum trappirnar, setið meg niður við teldina og langi hondina á músina.

Speedy montage av ymiskum spølum + músa klikk og tastatur mingulering - samstundis við at andlitið hjá mær verður transformera til Tychus Findlay.

Superspeed montage av onkrum spølum aftrat og so BAM, klipt yvir til "hell, it's about time", so Gaming.fo tekstur upp á onkran kulan máta.
----------------------

What you think? Eg havi ikki koyrt øll hugskotini inn í har, men hattar er general idea. Hevði hattar ikki verið nokkso kul? Man ferð ongantíð at síggja andlitið inntil í endanum, tá ið tað verður transformed (sum eg geri í photoshop áðrenn sikkurt).

Hugskot afrat? Broytingar? Meiningar?


------------------




Offline
|
Quou


Going for pro





Innlegg: 417
# Innlegg: 25 - 29/11/2010 klokkan 23:53
Kann man enn senda filmar inn?


------------------
Get rich or die farming.

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 26 - 30/11/2010 klokkan 00:09
Tablett, hatta ljóðar ordiliga amazing. Fert tú faktiskt at seta teg at gera hatta? Er nakað sum eg ella onnur kunnu gera fyri at hjálpa?

Og hvat skuldi tað so verði brúkt til? Eg haldi enn tað hevði verið ordiliga nice at havt eina kapping í januar/februar við minst 5k vinningi, og so arbeitt tað uppeftir har frá, við fleiri sponsorum og betri hølum.
Vit mugu kinda hava eitt endamál við tí heila, ikki bara siga "gev 5k til Gaming.fo". Eg veit ikki hvat mann skuldi brúkt tað til anyway.


Offline
|
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 27 - 30/11/2010 klokkan 00:37
Ja, Quou. Tað er ein deadline nr 2 sett til 3 og 4 vikuskiftið, og tann deadline er 4 Dec.

Eg veit ikki ordiliga hvat tit kunnu gera fyri at hjálpa enn. Má lika skriva niður tað sum skal gerast fyrst, so eg veit hvat eg mangli. Møguliga eitt close up bílæt av onkrum sum ikki eri eg hahah..kanska eisini onkrar ljóðeffektir..definitely onkran at 1)taka upp á okkurt game footage í hd og 2) finna game footage sum er upptikið í hd.

Ja, endamálið má vera gott. Eg haldi sjálvur, at fyri at kunna góðkjenna 5000 kr í vinnngi, so skal man vera 100% sikkurt upp á at man kann skaffa minst 40 luttakarir í sjálvari kappingini, plus eitt stórt høli. Tað verður ringt við einum budget upp á 0 kr at byrja við (ella kanska 1000 kr um vit samla saman ella okkurt sovorið). Spesielt um hon skal haldast so tíðliga sum í Jan ella Feb, tað er ringt at fáa so nógv ummælið ígongd til tað tíð. So haldi eg tað er nógv meira reelt at brúka tær 5000 kr sum grund til at fáa eina kapping setta ígongd, tvs endamálið kundi verið kappingin og vit kundu sagt at pengarnir skulu ímótið at hølið og tílíkum, fyri at skapa meira vitan um gaming í Føroyum og møguliga gera evnið minnið tabu.

Men, ja, eitt gott endamál má til.


------------------




Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 28 - 30/11/2010 klokkan 07:55
Hvat við at tá hann situr við telduni, skiftir kameraði til 1-2 aðrir persónar, sum eisini sita klárir til at spæla? Bara fyri at vísa at tað ikki bara er 1 persónur sum spælir, men fleiri sum gera alt hatta sama.


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 29 - 30/11/2010 klokkan 10:55
Hvat við at tá hann setur seg niður at spæla, so hyggur hann uppá við "killer instinct" í eygunum. So skiftir tað til ein asian (hava vit nakran asian á Gaming.fo? ) sum ger tað sama, sum um at teir bjóða hvønn annan av, hóast teir eru hinumeðna heimin frá hvørjum øðrum.

Men ja Tablett, ljóðar fínt at bara siga at 5000kr skal til at fyriskipa kappingina, kanska ikki neyðugt at gera tað til vinning beinanvegin.


Offline
|
Quou


Going for pro





Innlegg: 417
# Innlegg: 30 - 01/12/2010 klokkan 09:51
Eg haldi næstan tad einasta í telur er at man spammar votes har inni. Men kanska hevdi ein gódur filmur ikki gjørt mun So um vit senda ein film inn, so mugu vit seriøst bida alla familjuna hjá okkum fara inn og stemma.


------------------
Get rich or die farming.

Offline
|
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 31 - 01/12/2010 klokkan 12:19
eg skal prøva at gera restina ídag, nái nokk ikki alt, men hopi rættiliga nógv. Nakar sum veit/kann finna út av hvussu man letur hann inn?

og so má onkur eisini skriva eitt 'endamál' niður.


------------------




Offline
|
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 32 - 01/12/2010 klokkan 12:45
Vildi helst sloppi undan at skammast, tá ið eg biði familju og vinir um at atkvøða...

Bara ein miðal hampa filmur er ok.


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 33 - 01/12/2010 klokkan 12:53
Gaming.fo hevur leingi bjóða gamers úr øllum Føroyum eitt heim. Nú eru ætlanir um at fyriskipa eina stóra kapping millum Føroyingar í StarCraft 2, har hesin peningurin hevði farið langan veg til at tryggja dygdina.

Thoughts? Onnur hugskot?


Offline
|
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 34 - 01/12/2010 klokkan 14:11
hevði kappingin bara verið í sc2? Hevði tað bara verið ein kapping, ikki ein lan kapping (tað er ikki inferred)


------------------




Offline
|
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 35 - 01/12/2010 klokkan 15:32
tað er óheppið at eg bara enn eigi eitt battarí til kameraði, so nú má eg líka lada tað upp fyri at taka upp á restina.

Ellars, so kann onkur taka uppá in-game footage - allerhelst action packed - inn í teimum forskelligu spølunum sum tit eiga/spæla? SC2 eigi eg ikki, so tað má onkur gera. Eg veit ikki hvat res, eg taki mitt upp í 1680x1050, men video er 1080 slr hd (1920x1088), men tað gongur nokk. Eg havi bara CSS, CoDMW, AC, DiRT2, so vit mangla nøkur kul. Tað skulu allarhelst eisini vera ymisk klipp eg hoppi ímillum. Um onkur tímur at taka upp á og so upload onkustaðni og fortelja mær um tað, that would be great.


------------------




Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 36 - 01/12/2010 klokkan 15:58
Tað optimala er ein LAN kapping.

Eg hugsi bara SC2, hvat halda tit? Tað ger tað lættari at gera akkra tað kappingina meira epic og imponerandi, og SC2 er "the big thing" akkra nú.


Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 37 - 01/12/2010 klokkan 16:32
veit ikki hvør var til fifa 11 kappingina, men har vóru ræættuliga nógv fólk..


Offline
|
DerMeister







Innlegg: 824
# Innlegg: 38 - 01/12/2010 klokkan 16:35
nah, vís eitt sindur av Dirt 2 og Modern warfare 2 eisini. Tað vísir at vit tosa all around tá tað snýr seg um gaming. Sjálvt um at SC2 næstan er tað einasta spæli sum vit tosa um fyri tíðina xD


Offline
Skype
|
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 39 - 01/12/2010 klokkan 18:38
so eingin tímur at taka upp á in game footage?


------------------




Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 40 - 01/12/2010 klokkan 18:54
Hvat er gott software til tað? Eg kenni bara til Fraps, men so fær mann eitt stórt ljótt Fraps logo, ikki so?


Offline
|
Innlegg: 229
Síða < 1 [2] 3 4 5 6 ... 10 11 12 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.