Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Nýggja teldu

Innlegg: 109
Síða < 1 [2] 3 4 5 6 >
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 21 - 15/05/2011 klokkan 18:12
2011-05-13 at 9:01 PM - BlizzM:

@sammi, um SSD, so meinti eg tað var dýrt um man bara vil hava SSD, men 60 til 120 GB SSD og so ein 1 TB vanligan HDD er eitt gott combo.

Totally agree. 120 GB SSD + 1 ella 2 TB harddisk is the way to go.


Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 22 - 17/05/2011 klokkan 16:26
1000 takk fyri info tit, eg fari at researcha fyrsta dagin, og so vendi eg aftur.

Sum sagt, havi eg ongan skund, so eg veit ikki nær eg keypi eina.. So research fyrst!


Síðsta broyting av Ishkur klokkan 17/05/2011 klokkan 16:26 (1x Broytt)
Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 23 - 30/05/2011 klokkan 23:49
Okay, her er mítt work-in-progress..
http://www.fcomputer.dk/?show=system_show&systemlinkid=103514

Og her koma ein fanans rúgva av noob spurningum

CPU Intel i5-2500k
Havi nokk ikki brúk fyri meir ha.. Hvussu nógvar cores hevur hon?

Botnkort
Ani tað ikki :S Finni ikki hasir tú nevnir Blizzmaster, geri eg okkurt galið á síðuni? Man kann velja forskelligar teldur at configurera, kanska handan er skeiv?

Ram
Havi eg heldur ikki valt, eg taki bara okkurt 4gb ella 8gb

Grafik kort
Heldur ikki valt.. Asus er Nvidia right? Kann eg ikki hava 2 grafik kort í hasari? Sindur forvirraður her, av tí at eg kann bara velja eitt..

Hard disk SSD 80gb
Hasin er nokk final, men extra hard disk eri eg ikki heilt sikkur í.. Hvat er Sata 2 og Sata 3? :S

Kabinet
Hettar ani eg heldur ikki.. Er tað bara útsjónd tað gongur út uppá? Hevur tað nakrar aðrir fyrimunir/vansar?

Kabinet køling
Her havi eg heldur ikki valt nakað.. Er hettar bara ein vifta ið kølir tingini av? Løgi at man kann velja at onga hava..

Streymforsýning
errr what?

DVD Brænder
Bara whatever.. Standard.. Havi ikki brúk fyri meir

Windows
Home, Pro ella Ultimate? Hvat er tann stóri munurin?

Ellars so vil eg helst ikki hava at hon situr og larmar av fananum og til tá hon stendur og ger okkurt.. Helst..


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 24 - 31/05/2011 klokkan 10:05
CPU, fínt

Botnkort, bert MSI P67A-GD65 og ASUS P8P67 Deluxe um tú vilt hava tvey grafikkort.

RAM. Eri ikki heilt sikkur uppá KIngston ram, men burdi verið fínt nokk, vel 1600 MHz heldur enn 1333.

Grafikkort: ASUS =! nVidia. nVidia og AMD gera grafikkort, men so producera ASUS og aðrar fyritøkur kortini og broyta onkuntíð ymisk ting. Tey kortini sum eg kann rekomendera har eru:
nVidia kort: GTX460, GTX470, GTX560TI, GTX570, GTX580
AMD: HD6870, HD6950, HD6970, HD5970, HD5870x2
Um tú hyggur at nøvninum á listanum, so sært tú hasi kortini, haldi tað bert er eitt av teimum flestu.

SSD: Ikki heilt sikkur her, sikkurt fint væl

HDD, vel WD caviarblue, samsung f3 ella seagate barracude, so fært tú ein fínan HDD!

Kabinett, eg kann venda aftur til hetta, eri ikki heilt sikkur, men nøkur kabinett hava betri køling, nøkur eru betri egnaði til luft køling og nøkur til vatn etc. Og um tú td. keypir eitt langt grafikkort, HD6990 er nokso langt, so eru tað ikki øll kabinett ið passa. Um tú finnur eitt kabinett tær dámar, so kanst tú bara posta her, og so finna vit útav um tað er gott til tín ella eið.

Kabinet-køling. Tey flestu kabinettini hava nakrar viftur, men tað er ikki altíð nokk. Tá tú hevur valt eitt kabinett so er tað lættari at finna út av hesum.

Streymforsýning. uhadada, har var ikki so stórt úrvæl :/ Ein corsair TX @ 650W burdi verið nokk, men um tú velur at hava 2 nvidia kort, so hevði eg fari eftir ca 800W. Umhugsa at keyp PSU frá onkrum øðrum, um tú sjálvur skal seta telduna saman, hasar PSU eru nokso dýrar imho.

Optiskt drev: Ja, bara okkurt bíligt.

OS: Home Premium eru fínt! Dno hvat munurin er, men ikki fleiri 100 DKK vert for sure.

Má fara í tíma nu, men spyr enduliga um tað er okkurt tú vilt vita.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 25 - 31/05/2011 klokkan 10:37
Additional til BlizzM:

RAM: Vita um tú kann fáa fatur á Corsair Vengeance ella Corsair XMS3, fyra at fáa mest út av CPUina, so skal tað vera 1600MHz (PC3-12800) og CL9 timing (9-9-9-24).
Eitt sum tú mást vita, i5-2500K kann ikki brúka Triple Channel Memory, tvs 3stk. av RAM í senn, tað skal vera 2stk. ella 4stk. av RAM.

HDD: Samsung F3 > WD > Seagate

Kabinett: Um tú velur ein kvalitets kabinett, so er ikki nógv brúk fyri ein super CPU ella GPU kølari, tey flesu kvalitets kabinettir hava longi eini 4+ viftur.
Eg hevði sjálvur anbefala Coolermaster ella Antec.
Her er eitt link til ein á YouTube, sum er góður við at gera reviews av kabinettum.
3DGameMan
Leita bara eftir Coolermaster of Antec á hansara profil.


------------------

Bunny's Creed

Síðsta broyting av Slinkey klokkan 31/05/2011 klokkan 10:41 (1x Broytt)
Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 26 - 31/05/2011 klokkan 13:55
Ja, eg kann anbefalla XMS3 ram, bíligt og góð góðska!, @Corsair Vengeance, tey eru vist nokk eitt sindur hægri enn XMS3, og kunnu vera í vegin, um tú keypir ein stóran CPU kølara. Men eg kann ikki anbefalla standard CPU kølaran, um tú so hevur ein gletshara sum kabinett! Men tað er kanska ikki neyðugt við einum 500+ DKK kølara. HAF kabinettini hjá Coolermaster burdu øll verið fín til luftkøling og havt gott cablemanagement, men kanska ikki tey flottastu. Havi sjálvur eitt HAF X, men hevði eg keypt eitt kabinett í dag, so hevði tað nokk verið okkurt annað, kanska bara eg ið hyggi for nógv eftir kabinettum ><

Haldi øll rammini á hasari síðuni vóru double channel. Men ja, gott at tú nevnir tað.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 27 - 31/05/2011 klokkan 14:28
Awesome guys.. Ok

Botn kort
Eru 2 grafik kort neyðug? Er eitt 1gb grafik kort nokk? Til say, Crysis 2? Um eg ikki skal hava 2, hvat er so tað besta botn kortið/grafik kortið?

Ellars, so rokni eg ik við at eg atli mær at OC..

Valdi mær eitt kabinet, hugdi eftir review, sær fínasta slag út!
http://www.fcomputer.dk/?show=system_show&systemlinkid=103533


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 28 - 31/05/2011 klokkan 16:11
Eru tvey grafikkort neyðug? Eitt sindur ringt at svara. Hvat fyri upploysn hevur skermurin? Og ert tú villigur at ofra eitt sindur av eyecandy? Ella vilt tú hava tann best møguliga grafikkin? Hvussu stóran skerm hevur tú? Um tú skalt uppá 2560x1440 so er tað kanska best at fáa sær 2 AMD kort td. Og 1 GB ella 2 GB er eitt sindur ringt at svara uppá, eg rái teg til at hyggja eftir onkrum benchmarks, td. anandtech.com.

MSI-P67A-GD65 og HD6950 um tí vilt hava eitt AMD kort,
MSI-P67A-GD65 og GTX560TI um tú vilt hava eitt nVidia kort.

Um tú hevur pening til eitt betri kort, so eventuelt GTX580

Kabinet, fá tær heldur 902 versionina.

Annars haldi eg tað sær fínt út.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 29 - 31/05/2011 klokkan 18:37
Skermurin eg brúki nú er eitt Samsung sjónvarp, 32" halvt HD 1366x768.. Tá eg uppgraderi verður tað nakað tað sama, bara fult HD, also 1920z1080.. So tað er ikki nakað ógvusligt eg havi ella atli at fáa mær har

Thx again, ill be back



Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 30 - 01/06/2011 klokkan 11:34
reference
http://www.fcomputer.dk/?show=system_show&systemlinkid=103573


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 31 - 01/06/2011 klokkan 12:31
Jú, haldi hatta sær gott út.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 32 - 01/06/2011 klokkan 16:44
og til ein rímuligan penga
væl møguligt at eg stjali hugskotið frá tær um eg fái savna nøkur oyru saman áðrenn alt ov langa tíð
geri møguliga nakrar fáar broytingar til mín persónliga tørv


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 33 - 01/06/2011 klokkan 19:18
Hald kjaft handan teldan er góð! MEN um hattar Windows 7 er OEM so nei nei!


------------------

Bunny's Creed

Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 34 - 01/06/2011 klokkan 19:32
700 DKK er tað vanliga fyri OEM versionina, hvat er galið við tí? Tað er tað vanliga!? Í øllum førum her í Europa.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 35 - 02/06/2011 klokkan 00:56
Eg vísti hattar til ein í teldu tænastuni, og hann skuldi ringja til min við einum prisi

Ellars OEM?


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 36 - 02/06/2011 klokkan 02:02
Um tú brúkar eina OEM version av Windows, so verður serial bundin at botnkortinum iirc. Um okkurt hendir við botnkortinum, so ber sum oftast til at ringja til M$ og fáa trupuleikan loystan.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 37 - 02/06/2011 klokkan 17:08
Well thats crap.. Man fær vel eina fløgu og tað heila tá man keypur tað soleiðis? Tá eg keypti mína núverandi Dell teldu fylgdi ongin fløga við, men key stendur á telduni sjálvari.. Hví ikki bara geva fløguna, so eigur man hana


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 38 - 02/06/2011 klokkan 18:09
Jú, tú fært eina fløgu við um tú keypir eina OEM Windows, men so skjott tú aktiverar tað, so kanst tú ikki brúka kotuna umaftur á eina aðrari teldu.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 39 - 03/06/2011 klokkan 04:18
Basically, eitt botnkort og onki annað. :3



------------------

Bunny's Creed

Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 40 - 03/06/2011 klokkan 05:10
Dumt! :S


Offline
|
Innlegg: 109
Síða < 1 [2] 3 4 5 6 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.