Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Kreativt -> Smartur máti at læra at programmera

Innlegg: 25
Síða < 1 [2]
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 21 - 20/03/2013 klokkan 22:57


So heldur F# Tað er eitt moderna ML sum Microsoft hava útgivið officielt í production. Tað er fult integrerað í Visial Studio og kann interface'a við alla .net kotu. Pretty neis!


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 22 - 20/03/2013 klokkan 23:14
.net... koyr vekk koyr vekk. Emacs ella vim so hevur man alt einum nýtist!
Hugdi eitt sindur eftir F# sær áhugavert út, tað er nokk satt at ML er eitt sindur out of date Gera eitt projekt í tí atm og tann versionin er frá 2004 haldi eg >< Men F# er tainted av M$ :/

Annars er python eitt gott byrjunar mál. Tó vildi eg hildi at man kann læra nógvar góðar vanar við ørðum málum, sum eru eitt sindur meiri striks.


------------------
PCGamingWiki

Síðsta broyting av BlizzM klokkan 20/03/2013 klokkan 23:26 (2x Broytt)
Offline
|
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 23 - 20/03/2013 klokkan 23:50
Man kann siga nógv ilt um MS, men teir hava altíð gjørt tey bestu amboðini til software útviklarar (Developers, developers, developers ).

Har er einki sum er líka moderna og robust sum Visual Studio + .Net. Erlig talt so haldi eg at tað er meira vigtigt at brúka góð amboð, and get shit done, enn at alt skal verða Free Software. Utilitarianism > Utopianism. Hetta er eitt sjónarmið sum sjálvt Linus Torvalds vildið tikið undir við


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 24 - 20/03/2013 klokkan 23:59
Hann vildi eisini tikið undir við at tað ikki bara skal eitt gtt amboð til, men at timburmaðurin eisini skal duga sítt.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Helios


Street Fighter





Innlegg: 376
# Innlegg: 25 - 21/03/2013 klokkan 21:50
2013-03-20 at 8:03 PM - Sammi:
2012-05-29 at 5:03 PM - Gordon:
Bókin sum eitur "The C Programming language" skal eitast at vera ein tann besta at byrja at lesa. Er ikki meira enn eini 300 síður heldur. Skrivað av fedrunum av C málinum.

Havi lisið hasa bókina nú. Vit fingu hana sum pensum í C fakinum. Eg kann tíðanverri ikki viðmæla hana. Hon inniheldur alt ov nógvar anakronismur, og for nógv sum man í dag sær sum bad-practice. Alt ov nógv old-school hacks, sum gera kotuna truplari at lesa. Hon er skriva í einum góðum tóna og er løtt at lesa, men tað ger ikki kotu eksemplini betur, og tað totalt oyðileggur bókina.

Yvirhøvur vildi eg frámælt C sum ein byrjunar mál til nakran her inni. Tað eru alt ov nógvar detaljur man skal duga og skilja áðrenn man kann loysa lættar trupulleikar við C. Python, Javascript og Ruby eru so nógv meira nýbyrjunavinalig í so máta. Har kann man loysa nógvar programmerings uppgávur við at bara duga nøkur basal ting. Man skal jú grulva áðrenn man kann ganga. Onkur læra kanska at svima við at verða kastaði í tann djúpa endan, men tey flestu drukna.
Men tá ið man er klárur, so far enduliga í gongd við C. C er jú eitt gott mál at duga. Tað verður enn nógv brúkt og av góðum orsøkum. Haldi at tað hevði hjálpt nógv um man hevur gott stýr uppá antin Java ella C# áðrenn eisini.


nice takk fyri "the review" eg umhugsaði at fáa mær bókina, o byrja uppa C. men haldi at eg fari at ganga í gjøgnum hasa síðuna sum OP hevur posta

Visti annars a C var er svert mál at læra, og veit at tað er sera gott at duga um man ætlar sær "the prorammers path" men tað er ein langur vegur at ganga
Eg havi brúkt eini 2 góðar tímar á síðuni sum OP hevur linka, og vil absolut viðmæla hana til fólk í byrja uppá HTML og jQuerty.
Sjálvur havi eg eitt sindur av erfarin við tí. men dugi at síggja nú at tað er eitt sindur av basics sum eg mangli

EDIT: Vil eisini líka viðmerkja at um man vil brúka ein platform ið er sera lættur at brúka, so haldi eg at tit burdu hugt eftir http://jsfiddle.net/ ... har kanst tú gera HTML, CSS og JavaScript, og síggja hvussu tað kemur at síggja út, og um tað riggar við at trýsta á run. jsFiddle er ein síða í eg fekk viðmælt frá einum sum eg kenni í arbeiður innan programmering hjá EIK, og dugi væl at síggja hví


Síðsta broyting av Helios klokkan 21/03/2013 klokkan 21:56 (3x Broytt)
Offline
|
Innlegg: 25
Síða < 1 [2]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.