Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming.fo -> Gaming.fo -> Gaming.fo: framtíðin

Innlegg: 26
Síða < 1 [2]
BowseR


Goomba




Innlegg: 168
# Innlegg: 21 - 16/12/2015 klokkan 15:42
Eg hugsi tað vigtigasta er at finna útav hvat málbólkurin er. Tað er alt ov ringt at fokusera uppá "allir game'arar í føroyum" av tí at teir flestu spæla eitt bestemt spæl og vísa 0 interessu í annað.
Tey 4 mest spældu spølini (sum eg veit um) sum føroyingar spæla er League of Legends, Dota 2, Counter-Strike: Global Offensive og Hearthstone.
Her er eitt meira fokusera segment sum man kundi fari eftir.
Í staðin fyri at hava updates um alheimsins spølum.

So kundi man evt. uppdeilt gaming.fo og haft meira fokus á greinar innan hesi spøl.
Hetta er tó bert ein tanki. Veit at teir flestu stambrúkarnir á gaming.fo spæla onnur spøl.

Grundin hví eg komi aftur í 'ny og næ' er í vón um at gaming.fo hevur tillaga seg eitt sindur meira til mín. Konceptið og alt aftaná fyri síðuna er genialt, men her er bara alt for fáir greinar ella kjøk sum fanga mín áhuga.


------------------
- aftanfyri líkbilinum: "Yvirhála bara, eg fangi teg aftur fyrr ella seinni".!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 22 - 16/12/2015 klokkan 21:19
Tað er eitt gott point. Tað eru nógv sum bara leggja nakað í "sítt" spæl. Men har eru eisini nógv, sum eru áhugaði í spølum sum heild. Vit síggja jú, at aðrar tíðindasíður um telduspøl klára seg fínt.

Men um mann legði seg eftir at fokusera á td. LoL ella CS:GO, hvat er so at skriva? Eg royni at skriva tá ið størri uppdateringar eru. Skal mann eisini gera meira burturúr at skipa fyri kappingum og skriva dagføringar um tey? So noyðist mann næstan at brúka fulla tíð uppá tað, og tað ber illa til.


Offline
|
BowseR


Goomba




Innlegg: 168
# Innlegg: 23 - 17/12/2015 klokkan 01:44
Man kundi evt. skriva greinar innanfyri tí professionellu scenuna í hesum ymisku spølunum.
Eitt gott dømi uppá hetta er heimasíðan GosuGamers.net, ein heimasíða sum eg havi brúkt síðani 2007-08 har um.

Men ja, tað krevur tó meira orku og tíð.


------------------
- aftanfyri líkbilinum: "Yvirhála bara, eg fangi teg aftur fyrr ella seinni".!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 24 - 17/12/2015 klokkan 08:32
Men vildi nakar verið áhugaður í at lisið um altjóða professionellu scenuna á føroyskum? Sjálvt um tað bar til at gera tað fulla tíð, vildu síður sum GosuGamers og Team Liquid gjørt tað nógv betur á enskum.

Forrestin, hvat er "títt spæl"?


Offline
|
BowseR


Goomba




Innlegg: 168
# Innlegg: 25 - 18/12/2015 klokkan 10:02
Tað vildi sikkurt verið meira áhugavert at lisið artikklar á enskum, men tað hevði tó kunna verið stuttligt at skapt eitt kjak millum føroyingar.

Mítt spæl er Dota 2, tó eri eg áhugaður innan fyrrnevndu spølini.
Sum hatta nýggjasta innleggið av CS:GO, akkurát nakað eg hevði vilja sað meira av.
Men sum sagt, hetta er bara mín persónliga meining.


------------------
- aftanfyri líkbilinum: "Yvirhála bara, eg fangi teg aftur fyrr ella seinni".!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 26 - 18/12/2015 klokkan 10:07
Gott at hoyra, tað var faktiskt skrivað sum beinleiðis úrslit av tínum feedback.


Offline
|
Innlegg: 26
Síða < 1 [2]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.