Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> 3D og parorama

Innlegg: 1
Síða [1]
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Tráður - 29/04/2011 klokkan 21:57
GeForce GTX 590 Triple Projector Ultimate Panoramic 3D Gaming Experience NCIX Tech Tips

Hvat dáma tit sovori her? Mær dámar gott nýggja tøkni, men hendan panorama-dillan skilji eg ikki heilt. Eg dugi at síggja at tað kann verða hent í bil spølum og flúgvi-simulatorum, men FPS spøl og so at siga øll onnur spøl?
Nei, takk so heldur ein stóran skerm 27-30" við hægri pixeldensiteti, teir eru enn relativt dýrir, um man vil hava ein av góðari góðsku.

Og so 3D, hvat er tykkara holdningur til tað? Er tað hendan vegin spøl skulu fara?
Havi ikki sjálvur spælt nakað 3D spæl enn og vóni heldur ikki at eg prøva nakað í næstum. Havi sæð nakrar filmar og eingin teirra hevur imponera meg, so vekk við 3D, hype'a av hundanum til og er bara ein irritation helvtini av tíðini, man skal sita sum eitt býtt við pseudo-sólbrillum innandura og ringast av øllum, tað skal í flestu førum nýggir skermar fyri at gera brúk av tøknini og hesir skermar eru ikki heilt bíligir heldur.

PS!
Nú er hatta video eitt ekstremt dømi og sikkurt fá sum gera hatta, meiri eitt product demo, hatta er hóast alt ein handil. Men tað eru alt fleiri ið fáa sær 3x1 skerm ella 3x2, also tríggjar skermar á ræð ella tvær rekkjur á 3 skermum.


------------------
PCGamingWiki
Offline
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 1 - 30/04/2011 klokkan 01:26
Ja, eg veit ikki ordiliga. Hattar er forferdiliga amerikanisera - mega stórur skermur sum koryr shit upploysing, og so fappar hann away sum um at hann hevur endurgjørt hjólið.

Eg havi prøva stór panorama rúm, har skermarnir eru í einum stórum hálvsirkli (270 gradir), og tað er ógvuliga kul. Effektin er totalt vekk tá ið skermarnir eru flatir, líkamikið um teir eru 8 Linus lengths. Men ja, eg eri enn nógv meiri imponeraður tá ið eg hyggi eftir fótbóltið ella Discovery Channel í HD 1080 á einum høgum ppi skermi, enn tá ið eg hyggi eftir panorama skermum ella 3D.

Eg haldi tó at 3D er nógv betur hugskot til spøl, heldur enn filmar - bara teoretiskt virkar tað sum ein nógv betur gimmick tá ið man sjálvur sleppur at bestemma hvar man skal fara og hvat man skal gera etc (tað er stadivekk nógv for vánaligt til alla uppmerksomheitina tað fær).


------------------




Offline
|
Innlegg: 1
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.