Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Hvørji peripherals brúkar tú?

Innlegg: 13
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3327
# Tráður - 20/09/2011 klokkan 01:50
Í einum øðrum tráði fóru vit at tosa um peripherals, og hvat tey hava at siga.
Hvørji peripherals brúkar tú? Hvussu rættvísger tú at brúka pengar pá tey?

SteelSeries Siberia headsett
Eg brúki eitt Siberia headsett. Eg eri glaður fyri ljóðgóðsku, eisini tá tað kemur til filmar og tónleik. Tað er komfortabult at hava á, sum eg leggi stóran dent á. Prísurin er heldur ikki outrageously høgur, so eg føli at eg havi fingið value fyri pengar.

SteelSeries Xai mús
Aftur her er prísurin soleiðis nøkulunda ok. Mær dámar formin, sum fyri meg hevur størstan týdning. Tað er frá einari respektablari fyritøku, so eg veit at hon ikki skal skiftast út um eitt einkult ár. Eisini kann eg við rímiligari vissu vita, at eg ikki fari at uppliva hiccups og tracking feilir.

Okkurt standard, bílígt Logitech keyboard
Logitech er eitt gott merki, so aftur her veit eg at keyboardið heldur í longri enn tað einkulta árið. Knapparnir følast gott, og layout'ið er gott hjá mær. Heilt bílígt.
Offline
mumming


Goomba




Innlegg: 183
# Innlegg: 1 - 20/09/2011 klokkan 02:18
Razer Carcharias headset - $87
Keypti tað í USA. Eri ikki serliga væl nøgdur við tað. Mute button defektur frá byrjan og ljóðgóðskan ikki serliga góð. Teir vildu ikki býta tað um, tí eg ikki eri staddur í sama landi, sum eg keypti tað.

Logitech MX518 mús - ca. 450 kr.
Fín mús, men havi ikki annað enn standard mýs at samanbera við. Bleiv tó klókkur, tá eg sá, at hon bara kostaði $50 í USA

Okkurt standard gamalt Dell keyboard, sum eg nakkaði frá beiggja mínum. Kundi verið betur.


Síðsta broyting av mumming klokkan 20/09/2011 klokkan 02:20 (1x Broytt)
Offline
Skype
|
Gordon


L33T





Innlegg: 1480
# Innlegg: 2 - 20/09/2011 klokkan 02:49
MX518 mús, hevur besta sensorin eg nakrantíð havi upplivað í eini mús, formurin er ikki akkurát eg though.
mús er omfg important tá man spælur spøl fps spøl etc.

Onkrar bíligar sandberg oyrabúffar, keypti teir tí teir vóru bíligir og eru rímiliga comfortable og dekka oyrini so onnur ljóð ikki koma so væl í gjøgnum, fyri at hoyra footsteps etc.

Bíligt logitech keyboard, er ikki soo vigtugt so keypti bara okkurt sum hevði eitt nøkulunda vanligt layout (numpad osv.)
kundi gott tiltonkt mær eitt við hægri kvalitets switchum though, knapparnir kunnu uppføra seg eitt sindur snedugt til tíðir... They don't make them like they used to.


Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 3 - 20/09/2011 klokkan 11:31
Mús: Razer Lachesis .old gen
Keyboard: Logitech G19 .piece of shit.

Headset: Denon D7000 better than any piece of shit "gaming headset"


------------------

Bunny's Creed

Síðsta broyting av Slinkey klokkan 20/09/2011 klokkan 11:31 (1x Broytt)
Offline
|
Ziqqi_pH


Going for pro




Innlegg: 459
# Innlegg: 4 - 20/09/2011 klokkan 17:27





(21'')

(17'')




Má viðganga at músin er eitt sindur overprised, men restin hevði ok prís.


Síðsta broyting av Ziqqi_pH klokkan 20/09/2011 klokkan 17:31 (2x Broytt)
Offline
|
Choles


Poststar




Innlegg: 653
# Innlegg: 5 - 20/09/2011 klokkan 18:16
mús, Roccat Kone brilliant man kann seta eyka vekt í hana, dámi ikki lættar mýs
keyboard eitt dell eitt sum larmar, tey eldru modellini, havi eitt nyggjari eisini men føj
headset er eitt cheap logitech


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 6 - 20/09/2011 klokkan 20:08
Keyboard: Steelseries G6v2
Mús: Roccat Kone+, dámi betur mina G5, men báðar eg eigi eru við at fara vegna slit, tann eina hevur defekt vinstra klikk og hin hevur onkran annan irriterandi trupuleika.
Headset: Beyerdynamic DT-990 Premium


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Figit96ha


Goomba




Innlegg: 160
# Innlegg: 7 - 20/09/2011 klokkan 20:33
Keyboard - G15 , rættuliga deiligt at skriva á, hevur eisini "wrist rest" thingy fyri extra komfort.
Mini skermur er góður fyri at hyggja hvat klokkan er uttan at alt + tab . Rættuliga nøgdur við tað. G keys eru tó vemmiligt placeraðar IMO sum gera tær meira useless.

Mús - G500 - SUPER mús, veit at hann hevur ein rættuliga góðan sensor, kinda MX518 men bara við buttons og betri laser. Havi ikki havt nøkur problemur. Tú kanst eisini velja hvussu nógv hon skal viga til tín preferanca.

Headset - G35 . Ljóðkvalitetur kundi næstan ikki verið betri. Komfort er gott, men í longdini er tað sindur strævi tí tað vigar eitt sindur meira enn tað "vanliga" headsetti. Mic quality er eisini ræðuliga góður.


Offline
|
FisheR


Going for pro





Innlegg: 419
# Innlegg: 8 - 20/09/2011 klokkan 20:39
Sennheiser 350
Genialt til alt, helst til FPS spøl(Footsteps)
dýrt ja, men tað er tað vert

Logitech G9x
hevur rættiliga nógvar møulikar til alt enda mál.
kann skifta form til stóra tummel ella líttla
hevur inbygt chip so tú kann save'a dpi til ymisk spøl og nógv annað
ein góð allrounder mús.
prísurin var høgur tá eg keypti mína men kostar nú 350kr.

G15 refresh
havi aldrin skift keybordi út.


------------------
"you constantly have to know your opponents next move. Knowledge like that takes a lot of experience."



Offline
|
Tablett


The Free Man





Innlegg: 778
# Innlegg: 9 - 20/09/2011 klokkan 22:47
MX518 mús - besta sum eg havi prøva higartil (passaliga dýr, kostaði eini 400kr)

KB500 Fujitsu-Siemens keyboard - lekrar dempaðar knøttar (bíligt, kostaði eini 150kr)

Sennheiser HMD 280 Pro - svakliga gott (allarhelvitis dýrt, kostaði 2000kr fyri 4 árum síðan. Hetta var mítt investment buy - tvs, eg keypti eitt nýtt 350 kr headset hvørt ár, tí tað gekk fyri, so bestemmaði eg meg fyri at brúka svakliga nógv upp á ordiligan kvalitet. Tað riggar líka gott enn sum tað gjørdi fyrsta dagin, og skifti tað ikki út fyrrenn tað gongur fyri)


------------------




Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 10 - 21/09/2011 klokkan 00:26
Hvat fyri ljoðkort brúka tit til hesi headsettini? Eventuelt eisini hvat fyri amplifier'a um ein ikki er á ljóðkortinum?


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Gordon


L33T





Innlegg: 1480
# Innlegg: 11 - 21/09/2011 klokkan 02:55
X-Fi MB sum er a botnkortinum


Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 12 - 21/09/2011 klokkan 10:59
Eg brúki ein ASUS Xonar Essence ST, sum ljóðkort. Eg havi skift út OpAmps.
Sadly eg havi ongan amp enn.


------------------

Bunny's Creed

Offline
|
Eksarion


Zergling





Innlegg: 13
# Innlegg: 13 - 28/09/2011 klokkan 22:06
Mús: Logitech MX518 Best músin nakrantí
Headset: Sennheiser eitt ella annað eingin microphone ..
Keyboard: Okkurt 100kr logitech fjas sum eg stjól frá einum vinnmanni
So brúki eg eina Logitech Usb mic, hon er fín nokk


------------------
Boom Baby!


Offline
|
Innlegg: 13
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.