Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Keyp og Sel -> CRT-Skærmur (Sony GDM-FW900) Ynskist

Innlegg: 4
Síða [1]
El Andres


Head Crab




Innlegg: 54
# Tráður - 18/10/2011 klokkan 23:19
Eg leiti eftir einum av teimum gomlu (kassa/CRT) telduskærmunum.
Skærmurin eg leiti eftir er av merkinum SONY, og model nummari er "Sony GDM-FW900" Eykenni við hesum skærmi er tað, at hann er widescreen.

Skærmurin er 24 tumma til støddar, og hevur "flat glass"

"ALT" hevur áhuga, men prísurin sum eg eri villigur at gjalda kemur an uppá í hvørjum standi skærmurin er í.

Eg kann røkkast á tlf. 583715 ella á email:

andres (at) polar-films (dot) net

ella

hammerhansfo (at) gmail (dot) com

ella tit skriva her.

Mynd av skærminum sæst nirði undir:





Síðsta broyting av El Andres klokkan 18/10/2011 klokkan 23:23 (2x Broytt)
Offline
kozy


Goomba




Innlegg: 133
# Innlegg: 1 - 19/10/2011 klokkan 14:50
Andres, gev fleiri filmar út!!

Annars, hví akkurát handan skermin? Oftani ber annars til at fáa CRT frá teldu verkstøðum, ella tað plagdi tað í hvørtfall at gera


Offline
|
El Andres
Stovnaði tráðin


Head Crab




Innlegg: 54
# Innlegg: 2 - 19/10/2011 klokkan 19:38
Hasin skermurin er "the holy grail" tá ið talan er um CRT telduskermar, av tí at hann er ein av teimum heilt fáu sum eru at fáa í widescreen, alt gott um tað. So kann man sikkurt siga, at CRt skermar eru útgingnir og hvat veit eg, men sannheitin er tann at tá ið man skal colorgrada og redigera FILMAR so er tað best at brúka CRt skermar (enn í hvørtfall) tí at teir hava meira eftirfarandi litir. og vísa eina meira "rætta" mynd.

Tað keðuliga við at brúka vanligar flatskermar til litviðgerð av filmum umframt myndum er tað at sjálvt um tað sær øguliga snøgt og deiligt út meðan man situr við tí, so kann søgan lættliga vera ein onnur so skjót sum man hyggur at somu video/mynd á einum ørrum skermi. Nú kann tað brádliga vera at hon sær alt ov myrk út t.d og tað lykist hvørki høvdi ella hala...
Men vissi CRT skermurin er rætt instillaður so sær tað sum regul gott út í øllum ørrum skermum vissi tað sær gott út í CRTinum. Og akkra hasin er bara eitt orduligt mirakul av einum skermi sigst av fólki innan branchuna. Tíðanverri vísur tað seg at vera trupult at finna just handan.

Annars gott at frætta aftur frá tær, filmarnir eru á veg! Men eg vil helst at teir eru so pennir og flottir sum møguligt áðrenn teir koma út, SO EG FÁI BRÚK FYRI SKERMINUM!


Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 3 - 19/10/2011 klokkan 19:57
Eg haldi har er ein í landssjúkrahúsinum, minnist eg sá ein Sony CRT, veit ikki heilt sikkurt though. Eg kann prøva og spyrja runt.

Annars you are wrong. Grunding CRT "var" betur enn LCD var av Color Depth, sum lá á 32-bit hjá CRT.
Nú hava LCD eisini 32-bit, men eisini Color Calibration, sum gevur massive advantage.
Teir dýru LCD er betri enn CRT skermar.
Eisini hevur CRT radiation, sum er á somu støði sum X-rays, men tí betur hevur tað blýggj blokering... men har kemur altíð eitt sindur í gjøgnum.


------------------

Bunny's Creed

Síðsta broyting av Slinkey klokkan 19/10/2011 klokkan 19:58 (1x Broytt)
Offline
|
El Andres
Stovnaði tráðin


Head Crab




Innlegg: 54
# Innlegg: 4 - 19/10/2011 klokkan 21:01
Jú, teir dýru LCD eru betri enn ein vanligur CRT skermur var, tað er púra rætt. Men akkra hasin sum eg leiti eftir er vel enn betri enn vanligir LCD skermar. Óansað so er eisini ein stórur fyrimunnurin tá ið man arbeiðir í lagri upploysnum við CRT skermum, teir eru altíð "klárir" men vissi tú brúkar eina aðrra upploysn enn native upploysn í LCD skermum so blívur myndin óklár. Sony skermurin hevur eisini hægri upploysn enn vanligir LCD skerman, heilt uppí 2304x1440, betýðuliga hægri.

Men mega feitt vissi tú tímir at spyrja fyri meg, og vissi tað er akkra líka skermur sum eg leiti eftir, so standi eg at skilda tær eina stóra tænastu!


Offline
|
Innlegg: 4
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.