Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Kreativt -> Um at endurskapa eina spælsjangru

Innlegg: 10
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3319
# Tráður - 10/12/2012 klokkan 19:12
http://lunar.lostgarden.com/game_HardVacuum.htm

Nøkur áhugaverd hugskot um at finna uppá originalar features til klassiskar sjangrur.
Offline
huldumadurin


Goomba





Innlegg: 100
# Innlegg: 1 - 23/12/2012 klokkan 13:45
Feit grein!

Og altíð gott at kunna nøkta mín hoarding-tørv við nøkrum tilesets


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1698
# Innlegg: 2 - 04/01/2013 klokkan 15:44
tað skuldi væl ikki verið neyðugt at endurskapa nakað tá har eru ríkiliga nógvir møguleikar at skapa nýggjar genrur
tað er bara at lata sum um man finnur uppá ein nýggjan ítrótt

eg kom herfyri at hugsa uppá hvørjar søgur ið mær hevur dámt best í anime, manga og filmum og hvussu tær høvdu riggað í einum spæli
aftaná fór eg at hugsa hvussu man kundi fáa so nógvar av teimum søgunum í eitt einkult spæl og kom til konklusiónina at tað var ikki so býtt

alt ov mong spøl eru eftir mínari meining ov long
harvið meini eg at tey hava ikki nóg gott gameplay ella søgu at rættvísgera hvussu long tey eru
so um man í staðin fyri at gera ein risastóran heim við einari alt ov langari søgu heldur gjørdi ein minni heim við fleiri søgum har man sjálvur valdi eina leið og enntá kundi skifta millum søgugongdirnar um man tók røttu avgerðirnar (a la Princess Maker) so fær spælið meira replay virði og tíðin man brúkti uppá at spæla tað fór at følast meir sum kvalitetstíð

man skal bara leggja eyka nógv arbeiði í hvussu trúverdigur heimurin er og at søgurnar eru góðar og samanhangandi +gameplayið sjálvandi


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 3 - 05/01/2013 klokkan 05:35
Altso, ístaðin fyri at gera eitt spæl við einari søgu sum tekur 10 tímar at gjøgnumføra, so td. eitt spæl við fimm ymiskum søgum sum kunnu kannast í hvør sínum playthrough pá einar tveir tímar?


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1698
# Innlegg: 4 - 05/01/2013 klokkan 07:22
hugsaði meira uppá 10-15 søgur uppá 15-20 tímar heldur enn eina uppá ca. 70

havi tugt uppá tað og tað letur seg væl gera við røttu søgunum í rætta heiminum
og sum sagt so ber tað til at leypa millum søgugongdir og tær kunnu allar hava fleiri nuancur (t.d. good og bad ending)


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 5 - 05/01/2013 klokkan 07:26
og slik spol verda eisini gjord Tad er abra sin egna sjangra


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1698
# Innlegg: 6 - 05/01/2013 klokkan 14:39
hetta eg meini við kann gerast við fleiri genrum
so leingi genran kann vera søgudrivin

hetta ljóðar kanska ikki so nýtt og spennandi soleiðis sum eg havi forklárað tað
men myndin eg havi í høvdinum fær meg at undrast yvir hví eingin hevur gjørt tað uppá heilt sama máta fyrr

í flestu spølum við fleiri søgugongdum vildi søgan um man skuldi tekna framgongdina hjá øllum sæð út sum fleiri strikur við greinum til søguna beint við síðuna av ið allatíð flyta seg frameftir móti endanum á søguni har spælarin antin fylgir einari striku ella innímillum sleppur at snara í søguna við síðuna av
hjá mær eru ikki bert greinar men eisini bogar og vendingar ið innímillum kunnu senda spælaran til søguna longst frá ella kanska longur aftur (møguliga at broyta okkurt hann hevur gjørt skeivt)


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 7 - 05/01/2013 klokkan 17:33
Klassisku hypertext strukturarnir: http://ars.els-cdn.com/content/image/1-s2.0-S0959652606000229-gr2.jpg

Nakað sum líkist tí tú hugsar?


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1698
# Innlegg: 8 - 05/01/2013 klokkan 19:10
ikki rættuliga

og aftaná at hava lisið beskrivilsirnar so síggi eg at mín uppbygging hevur elementir frá flestu av hasum
mín er bara fleiri ferðir størri og meira kompleks

pínadoyð eg má læra at skriva sovorðið niður

sum sagt royndi eg at tveita fleiri søgur ið eg longu havi upplivað í sama pott (tó modifiseraðar so tær hóskaðu til heimin) síðan gav eg heiminum sjálvum eina søgu ið fylti seinastu holini út
hareftir finnir man so nógv punkt sum møguligt ið kunnu leinkja allar søgurnar saman
og aftaná tað ræður um at finna lyklapunkt í søguni har man kann angra sínar gerðir um man vil

um man tildømis rýmdi frá dámuni fyri at vera leigusoldatur fyri eitt fremmant land kann man fara heim aftur og antin taka hana við sær ella vera verandi í heimlandinum
um man tók hana við sær kundi verið at skaðin longu er hendur og hon hevði mist álitið á tær
um man ikki rýmdi frá henni at byrja við kundi man enda við at skula verja heimlandið ella flýggja undan krígginum
um man heldur vildi hildið áfram í fremmandalandinum kundi man komið heilt til tops í samfelagnum har og stríðst fyri friði ella hildið áfram at berjast
kanska man enntá endaði við at berjast móti sínum egna heimlandi
um man valdi at angra tá vildi man sikkurt ikki havt nakað at farið heim til tí øll eins kæru kanska vóru deyð, fongslað ella heilt einfalt ikki toldu gronina í tær meira
eg kundi blivið við allan dagin men má út at keypa um eina løtu

hetta er bara ein brotpartur í søguni hjá mær higartil (heilt í niðasta vinstra horni í mínum óorganiseraða strukturi)
eg siti ikki eingong og spekuleri alvorligt yvir hetta
hatta var bert ein tanki ið kom til mín undir brúsuni ein dagin
so hví hevur eingin roynt tað fyrr?
man skal gott nokk arbeiða longur við søguni men hvat tá?


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 9 - 05/01/2013 klokkan 21:51
Trupulleikin við einum tílíkum uppbygnaði er allarhelst at mann skal gera so ekstremt nógv tilfar, har spælarin einans upplivur 10% av tí allíkavæl. So heldur skapa 90% minni tilfar og eina søgu sum mann hevur kontroll á.


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1698
# Innlegg: 10 - 05/01/2013 klokkan 23:47
tað er faktiskt ikki so óluksáliga nógv tilfar
heimurin er ikki alt ov stórur so tað allarmesta er søga
jú meiri søgu man gevur einum heimi jú meira trúverdigur blívur hann
um har var 90% minni tilfar og ein einkult søga so var einki replay virði
møguliga dámdu fólk heldur ikki søguna

fann eisini uppá nakað annað í áðni:
sum eg segði so gekk hetta fyri í niðasta vinstra horni í strukturinum hjá mær
ímynda tær so at í bakgrundini á strukturinum eru tríggir litir frá vinstru til høgru: reytt, orange og grønt
teir umboða tilstandin í heiminum frá kríggj til frið
har kunnu gjarna vera fleiri litir men nú halda vit tað einfalt so tað er lættari at yvirskoða

høvuðspersónurin kundi í byrjanini av spælinum kanska bjargað lívinum á onkrum høgtstandandi politikara og forðað einum kríggi ella kanska enntá dripið hann sjálvur

veit annars ikki hvussu tú ímyndar tær spælið at vera men eg síggi tað sum eitt action adventure spæl í einum fantasy heimi

sum sagt er heimurin ikki stórur men yvirbevísandi
tað allarmesta arbeiðið gongur í at syrgja fyri at søgurnar hanga saman
og tað er ikki so torført sum eg kanska fái tað at ljóða
man ímyndar sær bara fleiri menniskjalagnur í sama heiminum og hvussu tær kunnu ávirka hvørja aðra
síðani distancerar man seg og spyr seg sjálvan hvat man vildi sloppið at gjørt annarleiðis um man livdi hasi lívini og gevur spælarinum møguleikan at gera tað

faktiskt má man avmarka innihaldið í spælinum fyri at gera søgurnar yvirbevísandi
man má sjálvandi eisini gera onkrar endings meira spektakulerar enn aðrar so fólk blíva eyka motiveraði at spæla umaftur

og jú meira eg hugsi yvir tað so haldi eg at eitt sovorðið spæl ikki vildi verið alt ov ómøguligt at gjørt
ikki bert tað men eg eri eisini yvirbevístur um at man kundi gjørt ein eftirfylgjara ið kundi fortsett frá seinasta CLEAR save fíli (eg vildi tó givið spælarinum valmøguleika at fortseta frá øllum unlockaðum endings)


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Innlegg: 10
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.