Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Console Gaming -> Dragon's Dogma Adventure Log

Innlegg: 6
Síða [1]
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Tráður - 29/03/2013 klokkan 22:28
Bara líka nakað eg knappliga fekk hug at gera eftirsum her ikki sker so nógv allíkavæl

eri aftur í gongd við Dragon's Dogma og havi vist spælt í á leið 15 tímar tá eg fann uppá hetta
so tíverri havi eg gjørt onkrar fínar quests ið ikki eru dokumenteraðar men tað má bara vera so

havi tó tikið onkrar random myndir frá fyrr í spælinum so tær posti eg bara eisini fyri at tit koma sindur up to speed við hvar eg eri nú
hav í huga at eg tók myndir við ingame metoduni so myndirnar hava eitt logo og eru ikki í so óluksáliga góðari kvalitet eftirsum tær eru ætlaðar til community use

more... +-
mítt fyrsta fýra persóns party (eg í miðjuni og mín main pawn beint viðsíðuna av):


var úti í skóginum og fann eina unga gandakelling:


mín fyrsta escort missión har ið eg skuldi fylgja einum hydra høvdi (ið eg sjálvur hevði høgt av ) til hertogan:


vit bardust móti harpies á vegnum:


og meira harpies:


og enn meira (because boobs):


komu endiliga til høvuðstaðin:


møttu fittum fólki:


og so skippa vit til mína seinastu quest
ella rættari til ein bardaga í mínari seinastu quest

rendi meg í hendan fýrin langt undir jørðini og steðgaði á fyri at umhugsa hvussu eg skuldi takla støðuna:


valdi at lata mínar mages buffa meg:


LEYP SO EINSAMALLUR Á VIÐ TÍ HELVITIS ØÐI:


stakk fýrin í síðuna:


tað dámdi honum einki:


skifti so til "slá í høvdið við stórum svørði" taktikkin:


rópti eftir hjálp frá jørðini:


eitt heal meðan eg verji móti einum skjótum grulviálopi:


fari so í offense aftur:


eri komin illa til skaða eftir at hava stríðst móti honum í fleiri minuttir (sæst á reyða skerminum) og hann er næstan deyður sjálvur:


men tíverri reyk hann útyvir kantin og steindoyði áðrenn eg fekk givið honum endabrestin:


antiklimaks


to be continued...


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Síðsta broyting av Tanerion klokkan 31/03/2013 klokkan 22:53 (1x Broytt)
Offline
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 1 - 30/03/2013 klokkan 02:04
Nice, hatta var meira spennandi at lesa enn tað burdi.
Eg kenni stuttligt nokk einki til hatta spælið. Dragon Age líknandi?


Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 2 - 30/03/2013 klokkan 02:25
plagi sjálvur at beskriva tað sum ein blanding av Dark Souls og Shadow of the Colossus
tað var nokk tað mest undirhypaða spælið í fjør
man kann eisini gera ein main pawn ið hjálpir tær gjøgnum alt spælið og leiga pawns hjá øðrum spælarum
vónandi var hatta PS4 demoið hjá Capcom ein eftirfylgjari til Dragon's Dogma

og jú tað er sanniliga spennandi at spæla
synd at eg ikki fekk víst tykkum túrin til ránsmannaborgina eftir einari bók ið eg gjørdi í dag
rendi meg í ein cyclops á vegnum
og ránsmenn eru eisini rættuliga tungir at dansa við
tíbetur eru teir í frið meðan man er í borgini
men... tá ránsmannahøvdingurin ikki vil av við bókina við góðum so stendur man mitt í hurlivasanum tá man roynir at taka hana frá honum
eg megnaði tó við neyð og deyð at yvirliva bardagan men tá var blivið myrkt og eg hevði langt at ganga heim
og tá tað er myrkt í Dragon's Dogma so er tað altso kólsvart
tíbetur rendi eg meg bert í úlvar á vegnum heim

hetta beskrivar nokkso væl eina typiska spælsession: http://www.youtube.com/watch?v=NrCiV4LOYk4


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 3 - 30/03/2013 klokkan 02:51
Hatta sær faktiskt ordiliga cool út!
Hevur tað nakað main story arc? Ella bara eina rúgvu av missions?


Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 4 - 30/03/2013 klokkan 03:00
har er ein main story men hon er mest til staðar í byrjanini og endanum av spælinum
tað ið dregur mest í spæinum er kenslan av at vera á ævintýrferð hvørjaferð man fer út í óuppdagað øki og so bardagarnir móti drekum og øðrum størri fantasiverum sosum chimeras og gryphons ið faktiskt kunnu fara á flog meðan man hongur á teimum

eg føli enn ein lætta hvørjaferð eg klári at finna inn til ein bý mitt um náttina
har eru bæði størri og vandamiklari fíggindar úti tá


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 5 - 31/03/2013 klokkan 22:52
hesaferð havi eg gjørt nógv býtt ið eg ikki helt vera vert at lýsa í alt ov nógvum detaljum

more... +-
millum annað fangaði eg eina rottu:


og eina haru:


tveitti bæði á sjógv:



har er ein vera ið kallast The Brine ið etur alt ið vágar sær út á ov djúpt vatn:


Royndi at ríða á einum búfli:


fann eitt nunnukleystur inni í einum óhugnaligum skógi:


giggidy:


BRB:


sparkaði ein goblin í nossini:


Assassin's Creed up in this bitch:


nája... fekk ein rættiliga góðan pawn ið dámar at ganga hálvnakin:


helt eg skuldi royna at fáa ein mannligan pawn fyri einaferðs skyld men tað riggaði bara ikki
royndi enntá at lata hann í kjóla men tað føldist bara enn ikki heilt rætt
endaði við at eg sendi hann avstað aftur... í kjólanum :


men aftur til questina:


har liggur ein long ferð fyri framman og longu nú leggja ránsmenn fellur fyri okkum:




CRIKEY! ein rúgva av saurians ið liggja og sóla sær við eina á:


teir eru lættir at basa um man høggur halanar av teimum fyrst
legði her fyri fyrstu ferð merki til at teir fáa eitt merki á halan áðrenn hann rýkur av


nú ið teir ikki eru ein hóttan longur fái eg kannað holuna har vatnið rennur út:



fekk nøkur mineralir burturúr tí:


sær ikki út til at blíva ein hendingarík ferð:


men løtu seinni hoyri eg eitt brak og vendi mær við fyri at síggja hetta:


tað vísir seg at goblins eru uppiyvir mær og rulla grót oman
tað vil eg sjálvsagt ikki finna meg í og fari upp eftir teimum:






komin niðan og við svørðinum í maganum á einum goblin kemur ein cyclops til sjóndar aftanfyri eitt træ:


men við góðum samanarbeiði fáa vit hann niður á knæ og sigra til endans:




lítla løtu seinni síggi eg ein lítlan dreka langt inni í skógnum:


tími ikki í holt við hann beint nú so tá eg síggji hann fara til vinstru fari eg til høgru:


knappliga vendir hann sær ímóti mær men eg taki tað heilt róligt tí eg veit at um eg bara renni afturum handan steinin so er sloppið:


tíggju sekund seinni:



aftaná at hava dripið eini tjúgu goblins og sikksakkað undan eldkúlum eina løtu koma vit endiliga framm á mál
hesin skansin er tikin yvir av goblins og vit eru komin fyri at taka hann aftur:


tibetur hevur mín hálvnakni pawn verið her fyrr og veit um eina holu ið fær okkum inn í tann læsta skansan:



tað fær meg at síggja hennara reyv í einum heilt nýggjum ljósi *fnis*:


apropos tað so er tað fyrsta eg síggi á veg upp úr holuni ein munandi ljótari goblinreyv:



eitt flott lop ið eg nú síggi var heilt óneyðugt eftir sum har var ein stigi:


men hetta er jú eitt ACTION RPG so eg drepi ein goblin og byrji at skjóta við einari ballista:



sleppi mær longur inn í skansan og finni útav at hann er betri vardur enn eg roknaði við:


nógv betri vardur:


so væl vardur at eg royni at sleppa mær víðari inn gjøgnum eina holu
men eg hevði tíverri gjørt mín figur ov stóran at sleppa ígjøgnum:


so tað var bara at leypa í vaðið og drepa teir ein í senn:


hesin doyði ironiskt nokk av einum eksplosivum projektili ið ein goblin skjeyt:


hesin fekk nakrar pílar og svørð í eygað:


fór so í panikk tá hann ikki sá nakað longur og so kundi eg høgga hann niður í frið tá hann bleiv troyttur:


fann endiliga inn til kistuna við hándtakinum til høvuðsdyrnar:


brúki tað til at lova hermonnunum hjá hertoganum inn at hjálpa mær:



eri so komin til seinasta strekkið ið er tornið við goblinhøvdinganum:


handan gentan og goblins eru sum Obelix og rómverjar:


komin hálvan vegin upp roynir mótstøðan at taka meg av ræði men eg tveiti eina krúttunnu eftir teimum:




mátti líka renna oman aftur tí mín healer bleiv blakað av torninum:


renni niðan aftur og finni eina ballista ið kom rættuliga væl við:


tá eg ikki fái skotið meir fari eg nærri og her er han niðri á øllum fýra og er bert nøkur fá høgg við svørðinum frá at doyggja:


tíverri brúkti hann sina síðstu styrki til at taka í meg og tveita meg av torninum:


og av óvart kom eg at velja Retry from Last Checkpoint í staðin fyri heilt einfalt Retry
so eg endaði ein hálvan tíma harfrá og royni at fáa tað besta burturúr :


byrji at brúka spoiler tags fyri at tað skal vera lættari at scrolla millum innleggini


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Síðsta broyting av Tanerion klokkan 01/04/2013 klokkan 13:44 (1x Broytt)
Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 6 - 02/04/2013 klokkan 00:04
more... +-
var so spentur uppá at koma í gongd aftur at eg gloymdi alt um fellunar:


valdi at berjast móti drekanum hesaferð bara fyri at vita um eg hevði ein kjans:



mátti høgga í veingirnar fyri at fáa hann niður:



tað stutta av tí langa er at eg fekk hansara HP niður í helvt og so flippaði hann heilt út og drap meg
tíbetur savaði eg beint áðrenn

tað gekk bæði betri og skjótari at koma gjøgnum skansan hesuferð:



her fann eg útav at mín main pawn eisini dugur at brúka eina ballista
hoyrdi hana bara rópa "GOBLIN!" og sá hann so bresta í luftina:


mistu ikki ein einasta mann:


tað feiraði eg við at stinga høvdið upp undir tvær kvinnur í senn:


takkaði fyri síðst við ísi, eldi og einum elektriskum svørði í reyvina:


komu endiliga fram til høvdingan:



har skuldi bert tvey álop til og so helt hann eina stutta røðu um hvussu ónd menniskju eru og at vit ynskja at fáa drekar aftur á jørðina áðrenn hann leyp út gjøgnum vindeygað rýmdi niður í eina holu:


stríðið um skansan vardi eina heila nátt so hetta var eitt fínt tíðspunkt at venda heimaftur:


fór líka ein umveg at hjálpa einari dámu í neyð:



og fann av tí sama útav at ein lega var beint við


keypti nýggj skills og svav:


og visti akkurát hvar eg skuldi fara at royna míni nýggju evnir:


15 minuttir seinni:




løtu seinni síggi eg í heysarnar á einari chimera og haldi at eg ikki havi tørv á meira spenningi beint nú:


testi mítt nýggja combo move allan vegin heim
IT'S SUPER EFFECTIVE:




har er nógv ið ikki sæst á myndunum og sum eg ofta gloymi at nevna
tildømis hvussu eg havi evnini at hoyra hvat drekar hugsa og at holutrøllið í fyrsta innlegginum flippar út tá hann sær konufólk (so bardagin móti honum kundi verið nógv lættari um vit ikki vóru fýra kvinnur ímóti honum)
tann bardagin kann annars eisini heilt undgangast um man bara gongur afturum hann

eisini synd at eg ikki kann taka myndir úr cutscenes og tá eg eri í the rift


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Innlegg: 6
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.