Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Off-topic -> At goyma spøl/konsollir.

Innlegg: 5
Síða [1]
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Tráður - 19/07/2014 klokkan 20:54
Eg flyti niður nú, og ætli mær at hava eina rúgvu av spølum og konsollum eftir í Føroyum. So eg havi funnið útav, at tað er ein býtt idé, at goyma elektronikk á ovasta lofti m.a. Eg kom eisini inná hesar og líknandi hesum:
http://www.meritline.com/14mm-dvd-case-opp-clear-bag---p-20451.aspx

Posar at goyma DVD eskjur og annað í. Veit nakar hvar ella um man fær sovornir í Føroyum? Tað er ov seint at bestilla nakrastaðni frá, so eg má keypa tað í Føroyum. Hvussu goyma tit ellars tykkara ting, fyri at verja tí ímóti fukti, temperaturi o.a.?
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 1 - 19/07/2014 klokkan 21:12
Pakki aldri nakað elektroniskt í posar um nú har skuldi verið kondensur í.
Tað ið eg havi goymt burt stendur í pappeskjum í einum turrum rúmi ið altíð er um rúmtemperatur.

Annars vísir tað seg hjá mær at konsollir halda seg betur um eg brúki tær javnligt.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 2 - 20/07/2014 klokkan 10:17
Eg havi ikki roynt at goymt elektronikk á lofti ella í kjallara, men eg havi roynt at ymiskt annað blívur fuktigt og vemmiligt...

Eg veit ikki um tú fært fatur á posum specifikt til hattar í Føroyum. Hevur tú kanska roynt at spurt í Nema ella Expert?

Annars veit eg ikki um vanligir frystiposar kunnu vera eitt ok alternativ.

19/07/2014 klokkan 21:12 - Tanerion:
Annars vísir tað seg hjá mær at konsollir halda seg betur um eg brúki tær javnligt.


Góð umbering.


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 3 - 21/07/2014 klokkan 00:11
Eg goymi tað mesta hjá mær í teirra original pakningi og leggi síðani tað í plastik eskjur/kassar sum man kann keypa frá Skemmuni ella líknandi støð. Tað hevur staði í eini 4-5 ár nú í øllum førum og heldur sær fínt so far. Skorsteinurin gongur upp ígjøgnum rúmi har kassarnir standa, so tað er altíð nokso heitt, ca. 30 gradir vildi eg hildi.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Ishkur
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 4 - 21/07/2014 klokkan 10:02
@Tanerion Sum eg skilji tað, so er tað gott at brúka posar, um tað er rætt slag av plastikki tað er gjørt av. Planurin er tó ikki at pakka konsollirnar í posar, bert spølini. Her sæst hvussu lætt gassir hava at fara ígjøgnum tey ymisku plastikkini:
http://www.alphap.com/basics/compare.html
Sum skilt, so er tað PET og PP sum samlarir brúka, og aldrin PVC.
Hendan heimasíðan selur eisini sovornir posar:
http://www.videogameboxprotectors.com/
Um man finnur sama slag við lím á toppinum, so skuldi tað vel ikki verið nakað problem við at tað lekur.
Mítt skal eisini í eitt rúm, og ikki ein kjallara ella ovasta loft, men tað er eitt rúm sum verður øgiliga lítið brúkt, og stendur tí kalt, fyri tað mesta. Tað skuldi verið í ordan, men eg hugsaði at taka tað eyka stigið og keypa mær posar til spølini, so man er á tí tryggu síðuni.

@H-Force So vítt eg veit, so eru frystiposar PET, tvs teir gott kunnu brúkast, men trupuleikin er so at lata teir aftur. Binda knút á 50-100 frystiposar, tað sær ikki bara ófantaligt út, tað tekur nógv meira pláss enn neyðugt Men nei, eg havi ikki spurt nakrastaðni enn, hugsaði at spyrja her fyrst, um nú tað var onkur við royndum.

@BlizzM Hasar plastik kassarnir var tað eg hugsaði um fyrst, men so sá eg fleiri staðni, at fólk høvdu havt ringar royndir við teimum. Okkurt við, hvat plastikkið er gjørt av, tað oyðilagdi tað sum var rundan um við misliting. Men eg haldi, at tað bara var tey sum høvdu goymt tað á ovasta lofti (ella var tað tætt við vindeygu?).


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 5 - 22/07/2014 klokkan 22:59
Ja, eg veit ikki, enn havi eg ikki sæð nakað til at litirnir eru farnir.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Innlegg: 5
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.