Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Off-topic -> Frælsi við einari "distraction-free" iphone?

Innlegg: 11
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3322
# Tráður - 01/09/2014 klokkan 13:31
Eg havi akkurát lisið hesa greinina:
https://medium.com/@jakek/my-year-with-a-distraction-free-iphone-and-how-to-start-your-own-experiment-6ff74a0e7a50

Eg havi sjálvur onkuntíð hugsað um at roynt eina gamla "vanliga" telefon, men eg havi enn brúk fyri apps sum Google Maps, og eg haldi td. eisini at tað er super at hava atgongd til tónleik uttan at hava eitt heilt annað tól við sær alla staðni.
Men hetta sær út til at vera eitt super kompromis, tað krevur bara sjálv-disciplin.

Hevur nakar her roynt nakað líknandi? Ella er nakar kanska farin aftur til eina "vanliga", non-smartphone?
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 1 - 01/09/2014 klokkan 17:26
Havi altíð brúkt eina vanliga fartelefon.
Alt hitt kann eg brúka teldu til.
Noyðist eisini bara at hugsa um at løða hana upp aðru hvørja viku og sjálvt tá hevur hon onkutíð tveir puntar eftir á battaríinum


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 2 - 01/09/2014 klokkan 17:39
Havi átt 4 telefonir í lívinum, tann fyrsta var ein Nokia 3310 (næst besta tlf, besta in terms of apps *Snake II* ), fór til eina Sony Eriksson eitt ella annað, var skrepa, so til eina Nokia 6233, sum var fín nokk.

Eigi nú eina Nokia E6, besta tlf imo. Gott kamera, gott battarí (1-2 vikur), onki online fjas (man kann, men tað stinkar), 8gb built-in memory (nokk til massar av musik), qwerty keyboard (onki touch keyboard fis),, GPSara, kostaði 1700kr tá eg keypti hana fyri nøkrum árum síðan, hevur tolað 1000+ miss úr lummanum, .. Næstan perfekt til min

Eg kundi sagt tað vánaliga, men tað er so smáligt afturímóti hvussu nógv eg dámi hana, at tað hevur onki at siga.. Tað einasta eg hevði vilja havt eina smartphone til er snapchat Men eg trúgvi ikki at eg fari at fáða mær eina nakrantíð.


Síðsta broyting av Ishkur klokkan 01/09/2014 klokkan 18:19 (1x Broytt)
Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 3 - 01/09/2014 klokkan 18:57
Eg fái mær kanska eina smartphone onkutíð men ikki til dagligt brúk.
Tað er meira tí at eg eigi nógvar elektroniskar dimsar ið kunnu stýrast vit smartphone.
Men kanska kann ein iPad eisini brúkast.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 4 - 01/09/2014 klokkan 19:06
Áhugavert. Eg havi sjálvur umhugsa at gera okkurt líknandi. Eg haldi ikki at mín nýtsla av snildfonini er ov stór, men tíðin eg brúki á einari teldu hvønn dag er enorm, eg burdi kanska blokera ymsar heimasíður og tænastur í eina periodu á telduni ístaðin.

Viðvíkjandi snildfonini so sigi eg sum HForce, eg brúki tað mest til tónleik og líknandi, einaferð innímillum Google Maps, nær og hvussu bussar og tok koyra.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3322
# Innlegg: 5 - 01/09/2014 klokkan 19:39
01/09/2014 klokkan 19:06 - BlizzM:
Viðvíkjandi snildfonini so sigi eg sum HForce, eg brúki tað mest til tónleik og líknandi, einaferð innímillum Google Maps, nær og hvussu bussar og tok koyra.


Nemliga, eg havi faktiskt ofta brúk fyri tí. Eg villist enn í Keypmannahavn.

Tað er eisini super at kunna checka ting á netinum av og á, so eg haldi ikki at eg hevði heilt goymt browsaran vekk.


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3322
# Innlegg: 6 - 08/12/2014 klokkan 02:01
Update. Eg havi roynt at nærkast eitt sindur minni av distraction á iPhone.

Eg fjernaði alt "óneyðugt" frá høvuðsskerminum, og flutti tað til ein sekunderan skerm. Høvuðsskermurin hevur so bara telefon og sms, klokku, google maps og okkurt annað basic.
Hin skermurin hevur so allíkavæl enn mail og facebook. Onkuntíð haldi eg at eg faktiskt havi "brúk" fyri tí.

Nakar annars gjørt eina roynd?


Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 7 - 09/12/2014 klokkan 19:34
Mín fyrsta roynd.
screenshots +-


Tað følist sum tá man ruddar skrivaraborðið á telduni!

kundi kanska rudda uppaftur meira..


Síðsta broyting av dekanfari klokkan 10/12/2014 klokkan 18:31 (1x Broytt)
Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3322
# Innlegg: 8 - 09/12/2014 klokkan 19:50
Screenshots rigga ikki.


Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 9 - 10/12/2014 klokkan 18:29
09/12/2014 klokkan 19:50 - HForce:
Screenshots rigga ikki.



Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 10 - 02/02/2015 klokkan 14:04
nú er hetta kjaki mest um, hvussu vit rudda telefonina, men eg havi justerað eitt sindur í notifications til iphone.

default vilja appir helst sleppa at notificera teg beinleiðis á startup screen, men eg havi nú forða teimum flestu appunum her. havi sett tað so, at einastu notifications frá hesum appum er ein reyður teljari á sjálvum app icon. á henda hátt verði eg ikki konstant spammaður við notificatiónum, men síggi hesar, um eg fari inná telefonina.

kann viðmælast!

p.s. um fólk vilja hava fatur á einum, kann man altíð ringja ella sms'a - restin verður goymt, til eg einaferð taki meg saman at kjekka, hvat notificatiónirnar hava at siga.


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3322
# Innlegg: 11 - 02/02/2015 klokkan 17:19
Ja, eg havi altíð per default sløkkt allar notifications. Mann verður svakur um mann skal pingast, hvørja ferð onkur skrivar ein mail ella eini boð á facebook.

Tað einasta sum røkkur mær, uttan at eg sjálvur fari eftir tí, er telefon ella sms.


Offline
|
Innlegg: 11
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.