Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Hatred reveal trailer

Innlegg: 16
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3319
# Tráður - 16/10/2014 klokkan 17:57
Har er akkurát komin ein reveal trailer fyri eitt spæl sum eitur Hatred.

Tit síggja hann her: http://youtu.be/RrX7G-1xPLs

Tað snýr seg basically um ein dude sum er fornermaður av heiminum, og fer út at gera massamorð. That's it.

Eg veit ikki heilt hvat mann skal halda um spælið. Tað er for óneyðuga harðligt til at eg tími at spæla tað. Onkursvegna hugsi eg at hatta er at fara alt for langt, men samstundis haldi eg tað er super at mann kann, og at leypandi seta spurnartekin við og avbjóða hvat er ok. Thoughts?
Offline
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 1 - 17/10/2014 klokkan 22:30
útfrá hasum tralarinum virkar tað sum eitt meiningsleyst spæl við meiningsleysum voldi..


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 2 - 17/10/2014 klokkan 22:55
líkasum 99% av spølum?


Offline
|
JayVeeDee


The Free Man





Innlegg: 796
# Innlegg: 3 - 18/10/2014 klokkan 01:57
eg haldi hatta er eitt spæl man kann fara at spæla aftaná man hevur rage'að nógv í einum øðrum spæli xD Let it out


Offline
|
Flaming Duck


Goomba





Innlegg: 178
# Innlegg: 4 - 18/10/2014 klokkan 16:30
Veit ikki hví, men hasin trailarin fær meg at vilja speæla tað ógvuliga nógv. Kanska eri eg bara fucked up. c:


------------------


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 5 - 18/10/2014 klokkan 18:20
Er hatta nú so nógv verri enn so nógv onnur spøl? Postal spølini koma mær til hugs. Har kundi man alt møguligt løgi eisini. Og GTA gevur einum sanniliga eisini møguleikan at drepa nógv óskyldig fólk.
Tað er kanska eitt sindur meiri direkt í hesum spælinum, meðan tað er frívilligt í GTA og líknandi spølum.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 6 - 18/10/2014 klokkan 18:35
Tað er nemliga munurin her, at tað er ein eksakt kopi av ymsum førum, har sjúk fólk hava dripið fólk bara fyri at drepa tey. Har tað er tann primera motivatiónin.

Í GTA er tað bara ein side-gimmick sum mann ikki hugsar nakað serligt um. Har snýr tað seg bara um random pixels, meðan hetta spælið ger sær ómak við at menniskja-gera tey mann drepur.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 7 - 18/10/2014 klokkan 21:40
Ja, tað er temaði sum er annarleiðis, alt annað er líkasum nógv onnur spøl..


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 8 - 19/10/2014 klokkan 00:10
Ja, men tema kann vel saktans gera stóran mun á hvussu tað verður móttikið.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 9 - 19/10/2014 klokkan 12:54
Ja, absolutt.. Og mainstream media skal nokk hava síni innsløg um tað, sum vísur verðini hvussu óforstáðiligur, voldeligur, og óbúgvin tann vanligi game'arin er.. Ístaðin fyri, at teir brúktu hattar temaði um massamorð, ella skúlamassamorð, seriøst.. Nei, tað skal vera ein yvirsterkur maður, við einari badass rødd og sum bara er illur, tí... Hann er illur?

Eg havi leingi forstaðið, at ein og hvør kann myrða ein annan persón, undir teimum røttu umstøðunum, og hettar spælið styrkir tann tankan.. Ikki direkta, við sínum voldi, ella temaði, men ódirekta.. Um man hugsar um tað, so er tað púrasta í lagi at drepa gudar og mythologisk djór í God of War, og fínasta slag at drepa djevlar og einglar í Diablo/Bayonetta, einki problem at drepa menniskju heldur, so leingi tey sláa aftur.. Og um man hugsar longri, um hví zombies er blivið populert, er tað ikki tí vit øll vilja vera mordarir, vit vilja bara ikki fáa negativar konsekvensir burturúr? Antin tað, ella er tað bara okkara yvirlivilsis instinkt, sum ger at zombies eru so tiltalandi.. Sikkurt tað seinna xD Well, ein tanki í hvørtfall..


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 10 - 19/10/2014 klokkan 13:07
Eg veit ikki ordiliga, hvat tú roynir at siga.

19/10/2014 klokkan 12:54 - Ishkur:
Ístaðin fyri, at teir brúktu hattar temaði um massamorð, ella skúlamassamorð, seriøst.. Nei, tað skal vera ein yvirsterkur maður, við einari badass rødd og sum bara er illur, tí... Hann er illur?


Tað er nemliga tað, sum eg sakni við hesum spælinum. Tað hevur við eitt ekstremt alvorligt evni at gera, men virkar ikki sum um tað viðger tað pá nakran máta.

Nú kann mann sjálvandi ikki úttala seg alt for nógv uttan at vita meira um hvussu spælið kemur at síggja út til endans, men tað virkar nemliga sum at eitt ekstremt seriøst evni verður misnýtt til undirhald pá mest primitiva máta.

Tað virkar sum um at tað verður brúkt sum eitt bíligt marketing stunt, um mann lesur á td. teirra Facebook síðu:

Spread it on the web! Share it! Bring it everywhere and let the haters hate! (And they will, oh they will...)


Og tá eitt so seriøst evni, sum er aktuelt fyri nógv verulig menniskju, verður brúkt sum eitt bíligt marketing stunt, so haldi eg tað er eitt sindur ringur stílur.


Offline
|
JayVeeDee


The Free Man





Innlegg: 796
# Innlegg: 11 - 19/10/2014 klokkan 14:33
2014-10-19 at 12:54 PM - Ishkur:
Ja, absolutt.. Og mainstream media skal nokk hava síni innsløg um tað, sum vísur verðini hvussu óforstáðiligur, voldeligur, og óbúgvin tann vanligi game'arin er.. Ístaðin fyri, at teir brúktu hattar temaði um massamorð, ella skúlamassamorð, seriøst.. Nei, tað skal vera ein yvirsterkur maður, við einari badass rødd og sum bara er illur, tí... Hann er illur?

Eg havi leingi forstaðið, at ein og hvør kann myrða ein annan persón, undir teimum røttu umstøðunum, og hettar spælið styrkir tann tankan.. Ikki direkta, við sínum voldi, ella temaði, men ódirekta.. Um man hugsar um tað, so er tað púrasta í lagi at drepa gudar og mythologisk djór í God of War, og fínasta slag at drepa djevlar og einglar í Diablo/Bayonetta, einki problem at drepa menniskju heldur, so leingi tey sláa aftur.. Og um man hugsar longri, um hví zombies er blivið populert, er tað ikki tí vit øll vilja vera mordarir, vit vilja bara ikki fáa negativar konsekvensir burturúr? Antin tað, ella er tað bara okkara yvirlivilsis instinkt, sum ger at zombies eru so tiltalandi.. Sikkurt tað seinna xD Well, ein tanki í hvørtfall..


hatta er faktist ein sera góð "point" haha, agree


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 12 - 19/10/2014 klokkan 15:19
16/10/2014 klokkan 17:57 - HForce:
Onkursvegna hugsi eg at hatta er at fara alt for langt, men samstundis haldi eg tað er super at mann kann, og at leypandi seta spurnartekin við og avbjóða hvat er ok. Thoughts?

Eg haldi meg minnast at tú segði nakað annað um Rapelay fyri nøkrum árum síðan.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 13 - 19/10/2014 klokkan 15:31
19/10/2014 klokkan 15:19 - Tanerion:
16/10/2014 klokkan 17:57 - HForce:
Onkursvegna hugsi eg at hatta er at fara alt for langt, men samstundis haldi eg tað er super at mann kann, og at leypandi seta spurnartekin við og avbjóða hvat er ok. Thoughts?

Eg haldi meg minnast at tú segði nakað annað um Rapelay fyri nøkrum árum síðan.


Ótrúligt sum tú minnist, eg mátti google'a.
Tann tráðurin er frá 2009. Nógvar meiningar kunnu broytast pá fimm ár.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 14 - 19/10/2014 klokkan 18:24
Ja, hví fara eftir 12-18 ára demografinum við einum so seriøsum evni.. Tað ger tað bara óseriøst, og pissar fólk av.. Ah well, tað skal nokk selja alíkavæl/av tí grund


Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 15 - 20/10/2014 klokkan 16:05
18/10/2014 klokkan 18:20 - BlizzM:
Er hatta nú so nógv verri enn so nógv onnur spøl? Postal spølini koma mær til hugs. Har kundi man alt møguligt løgi eisini. Og GTA gevur einum sanniliga eisini møguleikan at drepa nógv óskyldig fólk.


Postal hevur humor inkluderaðan - man kann t.d. pissa í gronina á fólkunum

kann gott vera at hetta eisini hevur humor íblanda - ringt at siga útfrá einum reveal trailara..


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 16 - 20/10/2014 klokkan 23:24
20/10/2014 klokkan 16:05 - dekanfari:
18/10/2014 klokkan 18:20 - BlizzM:
Er hatta nú so nógv verri enn so nógv onnur spøl? Postal spølini koma mær til hugs. Har kundi man alt møguligt løgi eisini. Og GTA gevur einum sanniliga eisini møguleikan at drepa nógv óskyldig fólk.


Postal hevur humor inkluderaðan - man kann t.d. pissa í gronina á fólkunum

kann gott vera at hetta eisini hevur humor íblanda - ringt at siga útfrá einum reveal trailara..


Humor ja, men tað var netupp tað, at man kundi pissa á fólk eg hugsaði um, tað er væl nokso kontroversielt at drepa ein persón og so pissa á hann, ærumeiðing?. Men ja, havi ikki spælt tað í langa tíð og havi bert sæð handan trailaran av Hatred, so tað kann vera at eg havi yvirsæð okkurt.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Innlegg: 16
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.