Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Jeggi's review #1

Innlegg: 13
Síða [1]
Jeggi


Goomba




Innlegg: 124
# Tráður - 08/07/2008 klokkan 01:14
Robbie Swifthand And The Orb Of Mysteries




26 apríl 2008 gav Nick Laren, eisini kendur sum Scream681, Robbie Swifthand út í samband við Ancient Civilisation kappingina, ið www.yoyogames.com skipaði fyri. Hetta er aðru ferð at Yoyogames skipar fyri eini freeware kapping har vinnast kann ávikavist 1000, 500 og 250 dollarar.

Robbie Swifthand er eitt róligt platformspæl við smærri puzzleelementum. Søgan í spælinum er sera einkult. Tú skalt hjálpa einari ond, ið hevur verið fongsla í fleiri túsund ár. Ondin fortelur tær at tú skalt finna henni tveir gimsteinar, ið kunnu fáa hana leysa.

Eitt tað fyrsta summir spælarar hugsa tá ið teir byrja spælið, er, at tú ikki kann skippa introi, men verður noyddur at fylgja við søgugongdini. Men eg haldi at hetta ger ikki tað stóra, av tí søgugongdin er stutt og greið, og eisini er eitt sindur av skemti í.

Í teimum fyrstu banunum fær man kontrollir og tílíkt at vita. Man fær at vita at man skal finna ein gimstein, sum man skal kasta í ein ella annan portal fyri at koma til næsta bana. Eisini lærir man kontrollini og nøkur onnur smáting. Eftir hesar smáu tutorials verður spælið spakuliga sverari og sverari við at tað koma píkar og sveiggjandi øksir uppí leikin. Sjálvandi blíva verður tað eisini sverari at hoppa millum kantarnar, og eisini verður tað so líðandi kraft meiri evnir innanfyri timing. Tað eru eingin monstur í spælinum, men eg haldi ikki at tað ger nakað. tí tey høvdu allarhelst oyðilagt atmosferuna, og høvdu eisini gjørt spælið meiri stressandi.

Leveldesigni er fyri tað mesta sera gott. Banarnir eru varierandi og eisini verður gimsteinurin sera væl nýttur til at fáa eitt eyka element upp í leikin. At fáa gimsteinin í portalin kann vera torført, tí hann er ikki so nemmur at kasta. Hetta kann virka sum ein byrða í byrjanini, tí man má alla tíðina henta gimsteinin uppaftur. Men og takt við man kemur í venjing verður tað skegari og lættari. Tó gevur gimsteinurin eisini onkrar smærri leveldesign feilir, tí um ein er óheppin, so hevur kann kasta gimsteinin á ein kant, ið hann ikki sleppur framá. Tá ið bara eitt at gera. Drepa seg.

Grafikkurin er flottur og detaljuríkur. At grafikkurin er detaljuríkur er oftani ein trupulleiki við 2D platformspølum, tí um bakgrundin er eins og detaljurík sum tann aktivi grafikkurin, so er tórført at kenna mun á hvat man skal viðgera ella ikki, sum í t.d. Megabot (Mynd). Hetta førir við sær at spælarin ikki klárar at njóta spælið, tí hann ikki kennir mun millum tann relevanta og órelevanta grafikkin. Men tíanbetur megnar Nick Laren væl at gera at greiðan mun á bakgrundunum og relevantum grafikki uttan at tað sær løgið út, so thumbs up fyri tað.

Ljóðini eru eisini sera væl gjørd. Bakgroundsmusikkurin er eitt slag av beat við einari einklari melodi, og eisini eru ymsik ljóð fyri tað ið hendir. Hetta er við til at skapa eina góða atmosferðu, og tískil eina góða heildarmynd.

Men tíanverri eru eitt ting sum eg fílist á. Tað er at man heintar gimsteinin upp við J-knappinum. Also Jesus-tittyfucking-christ. Óansæð um tú brúkar WASD ella pílarnar at styra við, so iggur J-knappurin ikki serliga væl fyri. Hví ikki bara hava tað sum shift ella ctrl sum onnur vanlig spøl ?

Hóast hetta haldi eg spælið vera millum tey bestu casual platform spølini í nýggjari tíð. Hóast teir í yoyogames ikki hildu at spælið skuldi koma í top3, so haldi eg at tann góði grafikkurin og góða atmosferan blandað við gott gameplay gevur eina vælsmakkandi suppu, ið ein einki hevði haft ímóti at etið umaftur og umaftur. Tó kann eisini at enda viðmerkjast at hetta spælið hevur fingið sera ymiska móttøku. Summi meta hetta sum "Best casual platformer of the year" meðan onnur hata tað. So eg má bara hopa at tit eru í tí fyrra bólkinum .
Happy gaming(.fo?)

Leinkja: http://www.yoyogames.com/games/launch/32612
Stødd: 4,7 MB
Format: Exe
Spælitíð: 0,5-2 tímar



Offline
Anayna


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 1 - 08/07/2008 klokkan 01:49
Fínt ummæli. Tað er stuttligt at síggja, at fólk hava ein sovorðnan áhuga í "free-ware spølum."
Tú orðar teg væl, tó ikki uttan at nakrir málsligir feilir sníkja seg uppí.
This is the Internet however and nobody gives a flying fu*k about spelling.
Halt endiliga fram við at umæla spøl. Eg sakni umælir á gaming.fo.

Keep up the good work.


------------------


Offline
|
Funkasy


Going for pro





Innlegg: 450
# Innlegg: 2 - 08/07/2008 klokkan 13:15
good shit ;D


Offline
|
Demigod


Going for pro




Innlegg: 463
# Innlegg: 3 - 08/07/2008 klokkan 19:06
ok hetta spæli er addicting


------------------
Nu hevur man so fingi eitt C++ diploma
http://transcript.gameinstitute.com?id=18617

Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 4 - 08/07/2008 klokkan 23:55
Umm...FYI, Man KANN brúka control,..

Mær dámdi tað ikki so væl. Spæli roynir at verða 2 ting: Platformer og Puzzle. Tað roynir at veðra bæði, men endar við bert at verða eitt sindur av báum, ístaðinfyri bert annar, Í puzzle spølum skal man hugsa, og í hesum er lítil tíð at hugsa, ímeðan tað sum ein platformari krevur alt ov góða timing, SERLIGA tá man er við at missa tolið, tí man blívir við at doyggja av øksini, sum man hevur klára forbí 10 ferðir; men av tíð at tað krevur eitt sindur av eydni, endar man bara við at doyggja, tí man roynir at skunda sær...

Eg steðgaði við at spæla aftaná 40 minuttir. Tímdi ikki hetta 'trial and error' spælið...


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Síðsta broyting av PSnake klokkan 08/07/2008 klokkan 23:55 (1x Broytt)
Offline
|
Demigod


Going for pro




Innlegg: 463
# Innlegg: 5 - 09/07/2008 klokkan 00:19
ja eg bleiv nokso svakur av spælinum men klaradi ik at lata verda vid at spala


------------------
Nu hevur man so fingi eitt C++ diploma
http://transcript.gameinstitute.com?id=18617

Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 6 - 09/07/2008 klokkan 00:27
tað var tað eg hugasði...Intil eg kom í tankar um, at tað var eingin orsøk til at spilla meiri tíð


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Jeggi
Stovnaði tráðin


Goomba




Innlegg: 124
# Innlegg: 7 - 09/07/2008 klokkan 00:51
Hehe, væntaði eisini at fáa blandað response
Menstuttligt at siggja at fólk í minsta lagið hava prøva spælið. Sum regul er tað svert at fáa fólk at prøva 2D spøl !


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 8 - 09/07/2008 klokkan 01:15
dude eg eri totalt í 2d mode fyri tíðina
til PS2 spæli eg bara Metal Slug, Odin Sphere og Disgaea spølini fyri tíðina

havi ikki roynt Robbie Swifthand enn men eg downloadi tað og royni tað so skjótt eg meti meg hava tíð til tað


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 9 - 09/07/2008 klokkan 12:48
Jeggi, tú hevur nú fingið Skrivara rættindi. Hevði veri deiligt um tú hevur hug at posta hesi tingini sum tíðindir.


Offline
|
Funkasy


Going for pro





Innlegg: 450
# Innlegg: 10 - 09/07/2008 klokkan 13:30
Haldi tað tók mær umleið 30min at klára spæli liðugt, var stuttligt so leingi tað vardi... tó haldi eg at tað var alt ov stutt.

Citat (Hví ikki bara hava tað sum shift ella ctrl sum onnur vanlig spøl ?)

Man kan gott brúka CTRL knøttin din nød!


Síðsta broyting av Funkasy klokkan 09/07/2008 klokkan 13:31 (1x Broytt)
Offline
|
Jeggi
Stovnaði tráðin


Goomba




Innlegg: 124
# Innlegg: 11 - 09/07/2008 klokkan 17:47
Funkasy: Eg havi funnið útav at man kann brúka CRTL, men eg haldi at tað missur sjarmuna um man broytir reviewi.. Men um eg nú posti hetta á forsíðuna, so er sikkurt betri um eg rætti tað !


Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 12 - 10/07/2008 klokkan 03:16
Haldi man skal broyta alt, sum ikki er rætt.


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Lizud


Zergling




Innlegg: 6
# Innlegg: 13 - 10/07/2008 klokkan 14:26
Spælið er flott gjørt og alt hettar her, men eg sigi sum PSnake... Eg var líka við at blíva svakur av at doyggja av hasum øksunum.

Spælið byrjaði gott og var skeg nokk, men tað bleiv ov 'ringt' ella so.


Offline
|
Innlegg: 13
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.