Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Kappingar og tiltøk -> Dreamhack 2015

Innlegg: 10
Síða [1]
Epiclary


Zergling




Innlegg: 8
# Tráður - 05/01/2015 klokkan 12:45
Hey tit

Eg arbeiði hjá 62°N og havi hugsa um at gjørt ein túr til Dreamhack 2015 - antin Summer ella Winter.
spurningurin er so um tað er undirtøka til hetta, og hvat fyri Draemhack hevði verði best at fari til.

Ferðin ferð at innihalda:

Ferðaseðlar FO/DK t/r
Bus úr Keypmannahavn til Jönkoping t/r
Hotel í 4 dagar
Dreamhack event pass


Eg vil bert hoyra um tað hevði verði undirtøku til eina tílika ferð. Prísurin hevði nokk ligið um 6000kr við øllum.


Offline
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 1 - 05/01/2015 klokkan 13:12
Tað ljóðar ræðuliga cool!

Eg havi sjálvur verið til Dreamhack tvær ferðir, og vil gjarna fara aftur. Eg havi faktiskt sjálvur umhugsað at skipa fyri einum "Gaming.fo túri", har mann onkursvegna skipar fyri felags transport. Um 62°N ger tað, so sleppi eg frá.

Tá eg havi verið, so havi eg havt soviposa við. Tað er nógv bíligari enn hotel, og so er tað kinda ein partur av upplivingini við Dreamhack at bara blaka seg á gólvið í nakrar tímar, og so uppaftur til the action. Men eg skilji væl at tað er eitt sindur løgi at selja eina pakkaferð har tú svevur í soviposa.

Annars er 6.000,- kr nokk so nógv, serliga fyri akkurát hendan málbólkin. Tey flestu av okkum eru ung og/ella lesandi. Tað er sjálvandi enn dýrt at fara sjálvur, bara við transport og DH billett. Um har eisini skal hotel til, skilji eg at tað ikki kann gerast nógv bíligari.


Offline
|
Epiclary
Stovnaði tráðin


Zergling




Innlegg: 8
# Innlegg: 2 - 05/01/2015 klokkan 13:30
Prísurin var skjótt roknaður út, og hann kann nokk gerast bíligari við at finna bíligari hotell ella sum tú sigur, við soviposa.
Ferðaseðlar kunnu fáast bíligari, tó má eg fyrst vita um tað er undirtøka árinn eg tosi við Atlantic Airways.

Hehe ja, 6.000 kann ljóða eitt sindur dýrt, men tað er ein feit uppliving, og tað er kanska ikki so galið um man byrjar at spara upp


Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 3 - 05/01/2015 klokkan 13:36
Eg sigi ikki at tað ikki er vert 6.000,- kr, bara at tað nokk eru nógvir pengar hjá hesum málbólkinum.


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 4 - 05/01/2015 klokkan 16:56
05/01/2015 klokkan 13:36 - HForce:
Eg sigi ikki at tað ikki er vert 6.000,- kr, bara at tað nokk eru nógvir pengar hjá hesum málbólkinum.

Have we met?

Fyri mítt viðkomandi er spurningurin meir: hví fara til Dreamhack tá eg kann fáa fýra 1/2.5 scale figurar fyri handan prísin?


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 5 - 05/01/2015 klokkan 19:06
Tanerion, tú ert eisini undantakið. Frá øllum.


Offline
|
JayVeeDee


The Free Man





Innlegg: 796
# Innlegg: 6 - 07/01/2015 klokkan 08:02
Eg hevði væl tíma haha! Eg tók tok hesi ferð, tá ið eg var í Dreamhack Winter 2014 og tað tók umleið 2,5-3 tímar at koma til Jönköping. Hvussu leingi heldur tú ta¨hevï tiki¨at komi fram vi¨bussi ?

Men annars haldi eg bussur er feitt, man hevï kunna¨tiki¨teldu vi¨lættuliga so


Offline
|
Breckmann15


Zergling




Innlegg: 1
# Innlegg: 7 - 09/01/2015 klokkan 13:16
Ljóðar sjúkliga feitt! Havi ongantíð verið fyrr, men havi vilja farið fleiri ferð! Um ein skipaður túrur hevði verið, so hevði eg verið sjúkliga fresh!


Offline
|
mumming


Goomba




Innlegg: 183
# Innlegg: 8 - 10/01/2015 klokkan 11:30
Ljóðar feitt! Eg havi eisini verið til dreamhack winther 2 ferðir. Tað var mega feitt. Eg haldi bestemt ikki at 6000 ljóðar órímiligt. Dreamhack bilettin og buss frá dk kostar í sær sjálvum yvir 2k. Fyrstu ferð eg fór búi eg í fo, og tá brúkti eg 5-6k uppá túrin, og tað var uttan hotel.


Síðsta broyting av mumming klokkan 10/01/2015 klokkan 11:31 (1x Broytt)
Offline
Skype
|
Epiclary
Stovnaði tráðin


Zergling




Innlegg: 8
# Innlegg: 9 - 13/01/2015 klokkan 15:50
Tað er nice at síggja at her er undirtøka fyri hesum. Eg má fara at kanna nærri hvat prísurin er. Eg rokni við at tað verður gjørt soleiðis at tað verður sett avmarkað nøgd á, tó við minimum 5 ferðandi, ella okkurt tílíkt.

07/01/2015 klokkan 08:02 - JayVeeDee:
Hvussu leingi heldur tú ta¨hevï tiki¨at komi fram vi¨bussi ?

Men annars haldi eg bussur er feitt, man hevï kunna¨tiki¨teldu vi¨lættuliga so

Eg veit ikki hvussu leingi tað tekur, men man skal nokk rokna við at tað verður 3+ tímar við bussið.


Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 10 - 13/01/2015 klokkan 19:22
Eg haldi tað plagar at taka umleið fimm tímar tá vit koyra úr Keypmannahavn við bili.


Offline
|
Innlegg: 10
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.