Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Off-topic -> Hvat er títt besta keyp?

Innlegg: 7
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3325
# Tráður - 19/02/2015 klokkan 21:05
Sum topic sigur, hvat er títt besta keyp?

Kanska tí tú heldur, at tað hevur givið tær mest fyri pengarnar. Ella kanska tí tað bara undirhaldandi.

Eg haldi næstan mín núverandi telefon, Nexus 5. Perfekt skermstødd til undirhald og arbeiði. Og hevur Gameboy emulator, ikki minst. :>
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 1 - 19/02/2015 klokkan 22:14
Har eru nógv men tað fyrsta eg komi í tankar um (og tað mest relevanta) er mín Wii U.
Tað er tann konsollin eg havi brúkt mest síðani eg fekk hana og bókstaviliga øll spølini eg eigi til hana eru góð.
Brúki eisini gamepad til at hyggja eftir youtube meðan eg brúki telduna til onnur endamál.

Ummælarar søgdu tá at man ikki skuldi keypa eina Wii U fyri bert eitt einkult spæl men tað gjørdi eg allíkavæl. Men øll spølini ið eg keypti bara meðan eg bíðaði eftir at Bayonetta 2 kom út rættvísgjørdu bestemt eisini keypið

Og spølini ið fara at koma út styrkja meg eisini í trúnni at tað var klókt at velja Wii U framum PS4 ella Xbone (tær konsollirnar skal eg nokk keypa einaferð allíkavæl).


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Oblimix


Going for pro





Innlegg: 495
# Innlegg: 2 - 20/02/2015 klokkan 07:34
Mín PSVita haldi eg.
Spæli næstan ikki PS3 ella teldu spøl síðani eg fekk hana. Ikki so nógv spøl eg tími spæla á PS+, men har eru so nógv góð import frá Japan eg bara má hava.


------------------

http://myanimelist.net/profile/Oblimix
http://www.twitch.tv/oblimix

Offline
|
JayVeeDee


The Free Man





Innlegg: 796
# Innlegg: 3 - 20/02/2015 klokkan 15:58
20/02/2015 klokkan 07:34 - Oblimix:
Mín PSVita haldi eg.
Spæli næstan ikki PS3 ella teldu spøl síðani eg fekk hana. Ikki so nógv spøl eg tími spæla á PS+, men har eru so nógv góð import frá Japan eg bara má hava.
'

Haha, eg keypti eina PS Vita fyri samari órsøk, men eg skal bara viðmerkja at har eru ikki nógv JP import og tað mesta sum er, er ikki tað eg vil hava *Uttan Hatsune miku Diva hehe *


Mítt besta keyp er mín telda. Tó havi eg ikki keypt tað stóra, kanska mín ferð til Japan, hon var awesome Men tað kann altíð broytast


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 4 - 21/02/2015 klokkan 13:01
Fyri meg er Wii U eisini eitt gott boð.. Um eg samanlíkni við PS3, so havi eg fingið nógv meira burturúr Wii/Wii U.. Tað einasta á PS3, sum eg ikki hevði kunnað verið fyri uttan er Demon's Souls.

Mín Nokia E6 eri eg ótrúliga glaður fyri, og gleði meg ikki til hon doyr.. Ani ikki hvat kann erstatta hana, um nakað..

Besta keypi má tó vera hettar:



Mini hátalari sum fer beint í telefonina ella fartelduna betíður at eg kann koyra musik, radio, youtube video ella hvat eg vil tá eg fari undir brús og faktist hoyra tað Kann uppladast, og battaríði heldur eisini longi, og so er tað eisini Hello Kitty, so daman approves..


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3325
# Innlegg: 5 - 21/02/2015 klokkan 16:35
Hello Kitty hátalari? Góður stílur.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 6 - 24/02/2015 klokkan 00:05
Haha, hon valdi..


Offline
|
TOF


Head Crab





Innlegg: 56
# Innlegg: 7 - 24/02/2015 klokkan 20:52
Mín Acer Aspire AS5740G-334G50Mn fartelda
Link: http://www.proshop.dk/Baerbar/Acer-Aspire-AS5740G-334G50Mn-2203631.html

Bleiv keypt í 2010 tá ið eg byrjaði uppá Multimediedesigner útbúgvingina.
Eg brúkti fartelduna bæði til álvara og skemt. Var ein heilt ok light gamer telda.
Bleiv eisini brúkt sum arbeiðstelda.
Nú næstan 5 ár seinni, brúki eg fartelduna sum eitt "mediecenter", við HDMI leidning til flatskermin (sjónvarp). [t.d. YouTube, Viaplay og Blockbuster]

Sidekick:
Logitech Mouseman Wheel M-BD53 teldumús
Bleiv nógv brúkt frá ár 2000 til uml. 2012
Files:
jpg logitech mouseman wheel m-bd53.jpg (10.07 KiB - 25 x downloadað )


Offline
|
Innlegg: 7
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.