Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Aðrir miðlar -> Hvat lesa tit atm

Innlegg: 12
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3323
# Tráður - 05/03/2015 klokkan 15:43
Eg bleiv inspireraður av "hvat spæla tit atm" tráðnum.

Eg eri í gongd við 1984 hjá George Orwell. Skilji væl at hon er blivin ein klassikari!
Offline
Gaffer


Street Fighter





Innlegg: 347
# Innlegg: 1 - 05/03/2015 klokkan 15:54
Av onkrari løgnari grund mangli eg enn at lesa 1984.

Eg eri júst ígongd við at lesa "The Poisoned Crown", sum er triðja bind í "The Accursed Kings" røðini hjá Maurice Druon,
Bøkurnar eru søguligar romanir um fronsku kongsættina í fjúrtanda árhundra.

George R. R. Martin sigur at tær vóru ein av inspiratiónskeldunum til A Song of Ice and Fire, og mann sær hví.

Bøkurnar kunnu sterkt viðmælast.


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 2 - 05/03/2015 klokkan 17:08
1984 er annars nokk so løtt og skjót at koma ígjøgnum, tú burdi sett tær eitt sindur av tíð av til hana.

Eg havi sjálvur enn ikki lisið A Song of Ice and Fire.


Offline
|
Gaffer


Street Fighter





Innlegg: 347
# Innlegg: 3 - 06/03/2015 klokkan 07:54
1984 er annars nokk so løtt og skjót at koma ígjøgnum, tú burdi sett tær eitt sindur av tíð av til hana.


Heilt sikkurt.


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 4 - 08/03/2015 klokkan 14:33
Liðugur við 1984!

Byrjaður uppá Hatching Twitter, ein biografi um Twitter, um mann kann siga so um fyritøkur.


Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 5 - 10/03/2015 klokkan 00:48
Walking Dead(comic book) av og á, um tað telur sum ein bók. Annars havi eg bestilt The Three-Body Problem, so hana fari eg vónandi í gongd við skjótt. Eri kort síðani liðugur við The Martian, hon var rættuliga áhugaverd!

@1984, havi hana liggjandi her, men havi enn ikki sett tíð av at lesa hana.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Stalwart


Zergling





Innlegg: 7
# Innlegg: 6 - 19/03/2015 klokkan 22:11
Sindur nýliga liðugur við A Song of Ice and Fire seriuna (gosh eg kann ikki bíða til Apríl), men í løtuni havi eg A World of Ice and Fire bókina, sum er bara nakað eg lesi fyribils meðan eg leiti eftir onkrum betri (altso bókin er awesome, men hon er ikki ein roman).

Tit viðmæla 1984, men hvat við okkurt føroyskt?
Lesi ikki ov nógv føroyskt, so eg hugsaði bara at spyrja ^^



Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 7 - 20/03/2015 klokkan 13:11
Liðugur við Hatching Twitter, stuttligt at hoyra søguna aftanfyri eina so stóra succes. Virkar dramatiskt, men man má sjálvandi eisini minnast til at tað kemur ann uppá hvør fekk sítt sjónarmið mest ígjøgnum!

BlizzM, eg haldi saktans at comics telja við.

Eri byrjaður pá tvær nú. The Hot Zone er ein non-fiktión um hendingar har ymsar sjúkur hava gjørt um seg (so sum Ebola). Og so eri eg farin í holt við The Hobbit. Eg havi bara lisið hana eina ferð tá eg var lítil, so tað er skeg at lesa aftur.


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 8 - 21/03/2015 klokkan 05:13
Byrji uppá báðar bøkurnar um Captain Ken av Osamu Tezuka.
Lyklaorðið í øllum søgunum hjá honum tykist at vera "menniskjaligheit". Og tað er altíð uppá bæði gott og ilt.
Eri aldrin blivin skuffaður av honum enn so eg eri spentur uppá hvussu hendan relativt ókenda søgan spælir av.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
TOF


Head Crab





Innlegg: 56
# Innlegg: 9 - 24/03/2015 klokkan 22:49
Hugsi um hesa bókina:

The Reputation Economy
http://www.amazon.com/The-Reputation-Economy-Optimize-Footprint/dp/0385347596

Off topic:
Tveir tekstir. Tað var alt, sum varð sent inn til skrivikappingina fyri 9. flokkar í Føroyum.
http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/03/20/20150320ungtimaikkiatlesa


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 10 - 25/03/2015 klokkan 09:23
Tað var ikki nógv. Kanska tað er bara ikki ígjøgnum tekst at kreativitetur skal stimbrast longur? Mann burdi kanska heldur havt eina kapping í at bygt tað kulasta Minecraft verkið.


Offline
|
JayVeeDee


The Free Man





Innlegg: 796
# Innlegg: 11 - 25/03/2015 klokkan 09:36
The Shining!



Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 12 - 15/04/2015 klokkan 07:15
Akkurát liðugur við Zero to One hjá Peter Thiel. Farin í gongd aftur við The Hot Zone, um nakrar virus-relateraðar hendingar.


Offline
|
Innlegg: 12
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.