Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming.fo -> Gaming.fo -> Meira aktivitet á Gaming.fo?

Innlegg: 7
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3322
# Tráður - 17/06/2015 klokkan 13:36
Tanerion nevndi í "hvat spæla tit", at tað vildi verið gott at fingið fleiri fólk herinn. Her plagdi at vera ordiliga aktivt í forum, men ikki so nógv longur. Eg veit ikki um kjak kanska er flutt yvir í Facebook bólkar?

Beint nú royni eg at halda síðuna livandi við tíðindum á forsíðuni hvønn dag. Her hevur faktiskt verið nýtt content á forsíðuni í næstan eitt ár nú. Men tað vildi eisini verið ordiliga cool, um fólk fingu hug at brúka forumið aftur.

Nøkur hugskot um hvussu mann kundi borið seg at?
Offline
Helios


Street Fighter





Innlegg: 376
# Innlegg: 1 - 17/06/2015 klokkan 15:38
sjálvur brúki eg ikki facebook kjak bólkar til sovorit, men eg kann sjálvandi ikki tosa fyri øll

one up til tín H fyri at leggja 'news' út á síðuna.

annað enn tað veit eg faktis ikki, eg sakni eisini eitt sindur av activiteti her


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 2 - 17/06/2015 klokkan 18:19
Havi sjálvur bara loggað á facebook einar 7-8 ferðir í ár og eri sum regul bara har í nakrar fáar minuttir í senn so tað kann ikki sigast at eg kjakist nógv har.

Haldi at trupulleikin er at vit eru tey/teir somu her á síðuni ið hava verið her í áravís og hava kanska ikki nógv at siga við hvønnannan longur ið ikki longu hevur verið sagt.

Man má bara royna at onkursvegna upplýsa fleiri fólk um at síðan er til. Ov fá fólk kenna til síðuna og tey ið finna hana gera tað ofta av óvart gjøgnum google.
Vit kundu trongt til eina lýsingakampagnu men tað loysir seg kanska ikki fíggjarliga.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3322
# Innlegg: 3 - 17/06/2015 klokkan 19:22
Eg koyrdi faktiskt eina lýsing á Facebook fyri ca. einari viku síðani. Tað gjørdi stóran mun fyri trafikkin akkurát ímeðan:

http://i.imgur.com/DQcHU3k.png

Tit síggja nokk sjálvi, hvar tað spike'ar. Men av onkrari orsøk verður tað ikki nóg væl konverterað til luttakandi brúkarar.

Tað er tí eg spekuleri, um tíðin kanska bara er farin frá klassiskum forums í stíli sum hetta. Ella um akkurát Gaming.fo bara ger nakað skeivt í mun til at engagera fólk.


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 4 - 17/06/2015 klokkan 20:08
Lýsingar skulu helst koyra í longri tíð fyri at gera nakran mun í slíkum førum.
Tey eyka vitjandi ið síðan fekk vegna lýsingina kundu verið forvitin fólk ið ikki vóru í rætta málbólkinum. Veit ikki hvussu lýsingin sá út og um hon var tillokkandi nokk men tað kundi eisini havt nakað við sakina at gera. Lýsingin skal tildømis helst ikki fáa síðuna at tykjast alt ov eksklusiva. Hon skal eisini vera eitt sindur upplýsandi (um hon tildømis bara sendir fólk til forsíðuna uttan nærri frágreiðing kann tað vera at tey ikki eingong leggja merki til at vit hava eitt kjakforum)

Tíðin er bestemt ikki farin frá forumum. Tey hava eitt størri endamál nú enn nakrantíð meini eg sjálvur.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 5 - 17/06/2015 klokkan 22:10
ger forum til forsiðu


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 6 - 18/06/2015 klokkan 17:15
Kanska ikki gera forum til forsíðu men forsíðan sum nú er tykist kanska í so tíðindafikserað.

Man kundi kanska skumpað lýsingina til høgru eitt sindur longur niður og so havt kjak kategoriirnar beint undir ella yvir skrálikassanum.

Ella kundi man flutt "Greinar", "Myndasavn" og "TeamSpeak" haruppi út til síðuna yvir forum feed og skrálikassan (ja nú eitur tað soleiðis) og so kundi man behildið "Kjakforum" og havt allar kategoriirnar í einum vatnrættum kassa haruppi (um man væl at merkja fær tað at síggja nøkunlunda pent út).


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
JayVeeDee


The Free Man





Innlegg: 796
# Innlegg: 7 - 22/06/2015 klokkan 13:16
Eg hyggi inná síðuna hvønn dag næstan, men eg havi ikki altíð hug at skriva okkurt. Tó onkuntíð skrivi eg massar, men tað er bara annað uppá um eg havi nakað at siga ella ikki

Fyri tíðina plagi eg ikki at skriva inná "hvat fyri spøl spæla tit atm" "hyggja eftir anime atm" so nógv sum eg plagdi, tað er serliga tí at tað er blivið nokkso nógv av tí sama fyri meg, og tískil vil eg ikki blíva við við at skriva tað sama ummaftur og ummaftur

Kanska um har hevði verið meria ymiskir tráðir ið eru spennandi at skriva í, hevði hjálpt uppá trupulleikan


Offline
|
Innlegg: 7
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.