Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming.fo -> Gaming.fo -> Gaming.fo: framtíðin

Innlegg: 26
Síða [1] 2 >
HForce







Innlegg: 3323
# Tráður - 01/11/2015 klokkan 14:39
Eg gangi og spekuleri uppá hvat skal gera Gaming.fo til nakað serligt framyvir.

Tit hava ivaleyst sjálvi lagt merki til, at aktivitetur í formi av forum posts og news viðmerkingum ikki er tann sami sum fyrr. Eg hugsi at tað slagi av kommunikatión kanska er flutt til Facebook og Reddit. Men tað hevði verið áhugavert at roynt at fingið onkra brúkara interaktión til síðuna aftur.

Fyri at kompensera, havi eg skrivað fleiri greinar á forsíðuni enn fyrr. Nú hevur verið nýggj tíðindi á Gaming.fo hvønn einasta dag í meira enn eitt ár. Men tað letur ikki til at vera heilt nokk til at stimbra síðuna so væl sum hon var fyrr.

Hava tit nakað annað hugskot til hvat mann kann royna? Skal mann royna at fáa Twitch integratiónina at rigga aftur? Má mann hava fleiri tiltøk og kappingar? Ella má mann bara góðtaka, at tíðin skjótt er farin frá dedikeraðum gaming forums?

Eg havi sent emails til nakrar Gaming.fo brúkarar, sum ikki hava loggað inn leingi, og spurt um tey tíma at hoppa á Skype við mær eina løtu at práta um hvat og hvussu. Um nakar her eisini tímir at brúka eina løtu uppá eitt prát á Skype, so sigið endiliga frá.
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 1 - 01/11/2015 klokkan 16:24
At fólk fella frá fer at henda óansæð formatið so tað gerst ikki so nógv við tað men høvuðstrupulleikin er at nýggj fólk ikki finna síðuna.
Burtursæð frá fyrstu ferð eg hoyrdi um síðuna havi eg bert hoyrt um hana eina einastu ferð í einari sjónvarpssending tvs eg havi bert hoyrt tos um síðuna tvær ferðir í 7 ár og tað er ikki nokk at tiltrekkja serliga nógvar brúkarar. Eg veit at har hevur verið lýst við síðuni av og á men eg eri so ikki komin framá nakrar av teimum lýsingunum og tí hugsi eg at tað neyvan eru fleiri onnur ið eru heldur.

Har skal ein aggresiv lýsingarkampagna til ella fleiri smærri yvir longri tíð fyri at sjónlig úrslit skulu koma burturúr.
Hareftir er bara at vera fitt og fryntilig við tey nýggju fyri at halda uppá tey.

Eg fái flestu spæltíðindi gjøgnum forums og YouTube heldur enn Facebook ella Reddit.
Havi faktiskt aldrin veruliga tosað um spøl á Facebook og skimmi kanska gjøgnum okkurt subreddit fyri spøl ið hava serliga stóran áhuga eina ella tvær ferðir um árið (havi aldri skrivað nakað sum helst har).


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Oblimix


Going for pro





Innlegg: 495
# Innlegg: 2 - 01/11/2015 klokkan 16:30
Eg haldi tað hevði verið nokkso gott at samla allir Føroyskir twitch streamarar á síðuna, síðani har faktist eru nakrir.

Ístaðin fyri bara at hava tíðindi á forsíðu, so kundi man gjørt highlighted streams í ein part av henni. Ein sum líkist www.speedrunslive.com síðuni, men bara ein sum ikki tekur líka nógv pláss.

Ella man kundi gjørt eina síðu sum er dedikera til tað á her
sum vísir allir streamers og highlights.
So kundi man víst á forsíðuni teir sum vóru online.

Tað krevur sjálvandi at man roynir at finna so nógvir streamarar sum møguligt, men tá man hevur fleiri so giti eg gjarna at nakrir brúk síðuna til at finna aðrar Føroyingar á twitch.

Kundi eisini gjørt eina akrat líka til Youtube, sum vísir kanalir og highlight video.


------------------

http://myanimelist.net/profile/Oblimix
http://www.twitch.tv/oblimix

Síðsta broyting av Oblimix klokkan 01/11/2015 klokkan 16:34 (2x Broytt)
Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 3 - 01/11/2015 klokkan 20:27
Ja, eg rokni við, at tað vildi gjørt stóran mun at fingið Twitch á aftur. Vit høvdu tað í eina tíð, men tað riggaði so illa. Eg vil gjarna royna at fáa eina loysn sum riggar betur.

01/11/2015 klokkan 16:24 - Tanerion:
Burtursæð frá fyrstu ferð eg hoyrdi um síðuna havi eg bert hoyrt um hana eina einastu ferð í einari sjónvarpssending


Kann eg spyrja hvørjar tær báðar ferðirnar vóru, og hvat fyri sjónvarpssending tað var?

Eg havi eisini spekulerað, hvussu mann kann lýsa við tí. Tað kostar sjálvandi bara pengar at koyra við lýsingum. Eg havi roynt at blaka pengar eftir Facebook lýsingum ("promoted posts"). Tað plagar faktiskt at geva nógvan trafikk, men so fellir hann aftur so skjótt sum lýsingin er liðug. So tað sær út til at vera ein avbjóðing at fáa fólk at koma aftur.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 4 - 01/11/2015 klokkan 21:10
Fokus er á skeivum stað í designinum á síðuni.. Eg haldi tað eru nógvar broytingar man kundi gjørt, tí viðvíkjandi..


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 5 - 01/11/2015 klokkan 21:46
01/11/2015 klokkan 20:27 - HForce:
Kann eg spyrja hvørjar tær báðar ferðirnar vóru, og hvat fyri sjónvarpssending tað var?

Fyrstu ferð var vist tá tú sjálvur reklameraði við tí í heilum á kjak.org og minnist ikki navnið á sendingini men tað var handan har tú sjálvur vart við og spældi Super Mario.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 6 - 02/11/2015 klokkan 06:54
01/11/2015 klokkan 21:10 - Ishkur:
Fokus er á skeivum stað í designinum á síðuni.. Eg haldi tað eru nógvar broytingar man kundi gjørt, tí viðvíkjandi..


So sum?


Offline
|
Essy


Head Crab




Stað: The Cake Factory
Innlegg: 98
# Innlegg: 7 - 02/11/2015 klokkan 10:36
Sjálvur kann eg siga, at tað sum fær meg at hyggja inn á síðuna, eru tíðindini tú kemur við hvønn dag, men so skjótt sum eg eri liðugur at lesa tey, so fari eg sum oftast bara úr síðuni aftur.

Kanska ein lítil kapping ella tiltak, sum eggjar brúkaran til at involvera seg, hevði hjálpt. Myndakapping kanska? Ella ein kapping har tú má ummæla eitt spæl?


------------------
...And then there was cake.

Síðsta broyting av Essy klokkan 02/11/2015 klokkan 11:06 (1x Broytt)
Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 8 - 02/11/2015 klokkan 11:52
Post count kapping. Spaaam!

Tað kundi verið smart at fingið onkra kapping fyri at vant fólk við forumið aftur.

Í Gaming.fo "golden ages" haldi eg, at vit fingu eitt ordiliga livandi community koyrandi. Tað er okkurt tílíkt sum manglar, haldi eg. "Stemningurin".


Offline
|
TOF


Head Crab





Innlegg: 56
# Innlegg: 9 - 02/11/2015 klokkan 21:51
Eg brúkti fyrr pcplayer.dk sum kjakforum
https://en.wikipedia.org/wiki/Pcplayer

Nú eru tað ikki líka nógv í hava hug at brúka eitt Kjakforum. Sjálvt um hetta kjakforum er super.

Mítt boð er at fáa tey í rokast við gera spøl forbí ella invite til gaming.fo
So kunnu tey bæði fortelja og svara spurningar.

Annars kundi ein kassa við top 10 "tráðirnar" verið gott.
(So hevði tað nú víst fyri oktober)
T.d. undir lýsingini.

Um onkur hevur mega nógva tíð, so kundi onkur byrja okkurt "How to make" ella "How to use"


Offline
|
Jeggi


Goomba




Innlegg: 124
# Innlegg: 10 - 03/11/2015 klokkan 15:06
Kappingar er avgjørt nakað, ið kann fáa meiri lív á síðuna. Tó haldi eg at tað burdi verið skipa so at tað ikki er ov seriøst, eftirsum at tað kann styggja tey minni seriøsu vekk.

T.d. kann man skipa fyri einari online CS:GO kapping annan hvønn mánað við upper og lower bracket skipanini. Við at hava upper/lower bracket sleppa øll hold at spæla minst 2 spøl (yey), og um man t.d. er 8 hold skal man max spæla 6 spøl (yey, ikki for seriøst’ish).

Eg minnist tá ið tit skipaðu fyri StarCraft2 - King of the Hill. Sjálvt um tað ikki vóru nógvir hyggjarar, so skapti tað allíkavæl ein stemning við at man kundi tosað um builds, hvør føroya besti spælari var o.a. Sovarit er gott fyri tað generella gaming umhvørvi í Føroyum.


Síðsta broyting av Jeggi klokkan 03/11/2015 klokkan 15:07 (1x Broytt)
Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 11 - 03/11/2015 klokkan 15:56
Ja, tað kundi verið ordiliga skeg við regluligum kappingum. Tað tekur bara tíð at skipa fyri, tað havi av avmarkaða nøgd av fyri tíðina.

Kanska ein Hearthstone King of the Hill røð? Tað kundi verið óformelt og hugnaligt.


Offline
|
Jeggi


Goomba




Innlegg: 124
# Innlegg: 12 - 03/11/2015 klokkan 16:30
Ja, ein Hearthstone King of the Hill rød ljóðar ikki so galin. Tragist at eg bara spæli Arena

Viðvíkjandi CS:GO, so hugsaði eg at man kundi brúka okkurt á la http://binarybeast.com/. Um eg minnist rætt, so er ikki so nógv at administrera tá ið man brúkar tað.


Offline
|
FisheR


Going for pro





Innlegg: 419
# Innlegg: 13 - 23/11/2015 klokkan 18:52
eg tímdi fanmie ikki koma á gaming.fo forums, at lesa um Animefag.

forums threads fóru langt út um mark, alt annað enn teldu spøl, sum oftast.


------------------
"you constantly have to know your opponents next move. Knowledge like that takes a lot of experience."



Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 14 - 23/11/2015 klokkan 19:06
Tað kemur an uppá tráðin...


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 15 - 24/11/2015 klokkan 12:35
lol Tanerion feeling guilty mey

Nå ja, eg skuldi geva eksempul uppá design, sum eg haldi vera við síðunar av..
1st Tíðindini á forsíðuni eru hvønn dag, fylla nógv og tað ger natúrligt at fáar viðmerkingar koma. Kann broytast til eurogamer.net format, um man vil hava broyting í.
2nd Forum er ikki partur av forsíðuni, uttan ein teig á høgra teigi. Aftaná at hava hugt eftir teimum nýggjastu innleggunum, so er einki eftir at fara eftir. Man tímur ikki at fara inná Kjakforum og leita runt eftir onkrum sum kundi verið viðkomandi. Ein "Hot topics" teigur, kansa ein "Random" teigur kundi væl verið har, sum gjørdi at fólk tilfeldigvís komu á ting sum tey hildu vera áhugavert at skriva um.
3rd Shoutbox burdi verið instant send, kanska ein irc kanal ístaðin fyri (veit ik hvussu sórit virkar, man skal kanska hava login og sórit, sum ik ger tað praktiskt).. Sum nú er, so skal man fyrst skriva, og so trýsta á send, og so verður man sendur á eina aðra síðu sum sigur at boðini eru farin.. Óneyðugt, og ger ikki sum man tímur at brúka tað imo


Síðsta broyting av Ishkur klokkan 24/11/2015 klokkan 12:44 (1x Broytt)
Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 16 - 24/11/2015 klokkan 12:58
Guilty? Pfffft.

Veit um onkrar síður við IRC chat har ið login til chattið hongur saman við login til síðuna so man automatiskt fær tað sama brúkaranavnið á chattinum. Hvussu man fær sovorðið at rigga havi eg onga peiling um.
Men har eru sikkurt aðrar chat tænastur til ið eru meira heimasíðuvinaligar.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 17 - 27/11/2015 klokkan 06:59
So Ishkur, tú hugsar at hava kjakforum sum forsíðuna, kanska? Altso, hetta: http://www.gaming.fo/index.php?mod=board

Er trupulleikin við tíðindunum á forsíðuni, at tey "hvørva" for skjótt, og altso taka møguleikan fyri viðmerkingum við sær? So um mann fær fleiri greinar inn á forsíðuni, so vildi tað hjálpt? Tað ljóðar fornuftigt.

Eg veit ikki heilt sjálvur, um mann skal fara heilt frá tíðindum og skifta yvir til forum. Tað ger sjálvandi aktivitetin meira organiskan, um alt content kemur frá community. Men tað gongur heilt ok fyri tíðina at fáa trafikk við at deila øll tíðindi á Facebook og blaka fimm krónur um dagin eftir at promote'a tey. Men tey eyka vitjandi velja so ikki at faktiskt skriva nakað.


Offline
|
mumming


Goomba




Innlegg: 183
# Innlegg: 18 - 08/12/2015 klokkan 15:11
Það er áhugavert, og ég hef verið að spila http://www.gaminghorror.net/runescape-classic-still-playable/ þar til allt er eðlilegt á ný.


Síðsta broyting av mumming klokkan 20/07/2019 klokkan 21:52 (2x Broytt)
Offline
Skype
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 19 - 08/12/2015 klokkan 19:48
Hattar er nokk eitt frægari dømi.. Men ja, poengið er at tíðindini fylla ov nógv, og forskelligt annað er ópraktiskt.. T.d. fyllur ein tíðindagrein meir enn eina síðu, aðrastaðni fær man yvirskriftir á nógvum greinum á eina síðu.. Tað eru nógvir aðrir mátar at gera tað uppá.. Forum sían er ikki serliga attraktiv, so eg hevði ikki vilja havt hana sum forsíðu, men um man vil hava meira kjak, so má man flyta runt uppá ting imo


Síðsta broyting av Ishkur klokkan 08/12/2015 klokkan 19:50 (1x Broytt)
Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3323
# Innlegg: 20 - 09/12/2015 klokkan 12:22
Ok, hvussu halda tit, at mann kann hála forum partin meira fram uttan at gera hann til forsíðuna? Eg helt, at forum boksin hevði eitt ordiliga gott pláss í hesum layout, men tað hevur hon kanska ikki?


Offline
|
Innlegg: 26
Síða [1] 2 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.