Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Inntrykk av Fallout 4?

Innlegg: 2
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3319
# Tráður - 18/11/2015 klokkan 10:20
Eg havi ikki havt tíð at blaka meg yvir Fallout 4 enn, men eg havi hoyrt blandaði reviews. Hvussu dáma tykkum tað?
Offline
huldumadurin


Goomba





Innlegg: 100
# Innlegg: 1 - 18/11/2015 klokkan 14:56
Mær dámar tað ótrúliga væl. Fyrsta spælið í fleiri ár sum eg eri ordiliga bitin av. Main Storyline er ikki so ótrúliga spennandi (15-20 tímar inni í spælinum, og havi gjørt kanska 4 story quests), men sum altíð, so er tað eitt fornøjilsi bara at renna runt í verðini og uppdaga ting, práta við fólk og drepa mutantar.

AI kundi verið nógv betur, men er tó ein forbetring haldi eg. Companions rigga eitt sindur so sum so, men onkuntíð skína teir ordiliga. Pathfinding er ikki teirra sterka síða.

Havi næstan ikki spælt við settlement mekanikkin (Bara bygt ein basa sum er sjálvforsýnandi og væl vardur), tí tilfarið er so ringt at finna, og stuttligari at brúka upp á weapon mods. Giti at eg fari at spæla við tað um tað verður moddað bíligari.

Eg haldi at øll burdu spælt við Realistic Survival Damage moddinum (fæst á nexusmods), tí tað fær spælið at følast sum eitt ordiligt skjótispæl, við at fjerna Dmg nerf á survival difficulty, so fólk sum heild doyggja av headshots, ístaðin fyri at bara absorbera tvey magasin beint í eygað uttan at blinka. Síðan eg installeraði tað, hevur Fallout givið mær nøkur av teimum allarfeitastu, mest fast-paced shootouts sum eg havi upplivað í nøkrum spæli.


Síðsta broyting av huldumadurin klokkan 18/11/2015 klokkan 14:58 (1x Broytt)
Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 2 - 28/06/2016 klokkan 08:18
Meini at eg nærkaðist 100 tímar áðrenn eg steðgaði. Elski hvussu sidequests fremja søguna við at siga okkurt um hvussu fólk yvirliva í heiminum.

Í mid/late game hevði eg nokk í ymiskum attributes so at eg kundi ganga 100% av tíðini í power armor. Tí man arbeiddi seg til at kunna gera tað var tað heilt awesome :3


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Innlegg: 2
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.