Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming.fo -> Gaming.fo -> Status á TeamSpeak servara

Innlegg: 0
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3322
# Tráður - 28/04/2016 klokkan 07:45
Í fleiri ár hevur Gaming.fo veitt ein TeamSpeak servara til føroyingar fyri at savnast og spæla telduspøl. Hann hevur sjáldani verið offline, men sum vit hava sæð síðstu tvær vikurnar, kann tað ganga galið um fólk við vilja gera seg inn á hann.

Tvær ferðir uppá stutta tíð varð servarin órógvaður av fólki, sum vildu oyðileggja tað fyri hini. Fyrstu ferð vóru tað útlendingar, sum útnyttaðu eina exploit fyri at crasha servaran. Aðru ferð vóru tað føroyingar, sum útnyttaðu "report" systemið fyri at fáa aðrar spælarar fyribils tveittar av servaranum.

Vit gera okkara besta fyri at lappa tílíkar exploits, tá ið tær henda. Vit hava eisini fingið fleiri admins á servaran, fyri at royna at altíð hava ein admin online sum kann taka sær av fólki sum gera fortreð.

Gaming.fo TeamSpeak servarin eksisterar fyri at fremja gaming umhvørvið í Føroyum, og tað er keðiligt tá ið summi fólk ynskja at oyðileggja tað. Serliga, tá ið tað eru fólk innan sama umhvørvið. Vit halda áfram at bjóða TeamSpeak servaran ókeypis til øll sum vilja finna nýggj fólk at spæla við, ella sum ynskja sær sína heilt egnu kanal at spæla við vinfólki á. Onkuntíð gongur tað galið, men tíbetur er tað bert ein minniluti, sum ynskir at oyðileggja tað fyri restina.
Offline
Innlegg: 0
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.