Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> PC Gaming -> Undertale, overhyped?

Innlegg: 1
Síða [1]
PSnake







Innlegg: 2869
# Tráður - 21/07/2016 klokkan 09:34
Eg havi nýliga fingið møguleikan at faktiskt spæla Undertale. Tað er nokk síðan tað kom út at eg havi glett meg til at spælt tað, tí eg havi hoyrt so nógv tos um tað, serliga um Sans.

Nú eg havi spælt tað, sjálvt um tað var eitt ordiliga gott spæl, føli eg tað ikki passaði til tað hype eg hoyrdi um tað.

Serliga var Sans skuffandi, og virkaði ikki sum so nógv meira enn ein NPC. Eg havi sæð sumt av spekulatión til hvør/hvat hann veruliga er, men sjálvt tá er tað ikki stórvegis nakað eg haldi ger hann serliga áhugaverdan.

Kann nakar siga mær hvat tað er sum er so serligt við spælinum? Ella er tað bara vegna sín status sum eitt indie spæl?


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 1 - 25/07/2016 klokkan 17:45
Individuell fólk hava individuellar meiningar. Hype er nakað ein sjálvur merkir á sær. Ger ein sær stórar forvæntningar verður man lætt skuffaður.

Eg kundi blivið við men tað stutta av tí langa er at nógv fólk hildu tað var gott meðan tú helt tað var minni gott og tí er tað kanska í tínari meining overhyped meðan tað ikki er tað fyri onnur ið dámdu tað betri enn tú.

Nógv fólk halda at Final Fantasy 7 er overhyped men tað haldi eg ikki tað er tí tað var ein ekstremt góð uppliving fyri tí tíðina tað var útgivið og enn hevur einki spæl sligið ta innlivingina eg føldi fyrstu ferð eg spældi tað.

So nei tað er ikki overhyped tí hype er bæði individuelt og serliga galdandi fyri fólk ið eru glað fyri spølini.
Hype er altíð á einum passaligum støði.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Innlegg: 1
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.