Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> PC Gaming -> Linkar nakar longur?

Innlegg: 3
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3317
# Tráður - 20/11/2016 klokkan 13:30
Tá eg var yngri, linkaði mann altíð. Gera fólk enn tað, ella er online multiplayer gott nokk ístaðin fyri nú?
Offline
Flukeworm


Wannabe poster





Innlegg: 22
# Innlegg: 1 - 08/12/2016 klokkan 17:10
Eg haldi, at tann hugnaliga vikuskiftislinkingin man gjørdi fyrr við einum neva av vinfólki samankroyst í einum kjallara, er meir ella minni horvin.
Eg plagi annars at skipa fyri linking nakrar ferðir um ári(I know you know this), har ið tað eru upp til 30 fólk. Teir flestu luttakarirnir eru antin regulars, ella koma saman við fleiri sum tey kenna(ofta gomul linkingarharkalið, giti eg), so tá ber til at seta seg við endan á einum borði og halda saman, AKKURÁT SUM Í GOMLUM DØGUM! ;_;


Offline
|
PatrickRothfuss


Wannabe poster





Innlegg: 24
# Innlegg: 2 - 10/12/2016 klokkan 00:14
Eg og nakrir vinmenn kunnu finna uppá at linka eitt vikuskiftið, har vit eisini drekka nakrar øl, men tað er ikki ofta. Vit spæla tó ofta splitscreen Call of Duty á ps4.


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3317
# Innlegg: 3 - 13/12/2016 klokkan 18:31
Eg haldi, at tað er for nógvur logistikkur í at linka í mun til bara at spæla online. Hála telduna aftur og fram, ístaðin fyri bara at seta seg niður og spæla.

Eg kundi hugsað mær at farið oftari á netcafé! So er tað næstan sum at linka, bara uttan alt arbeiðið.


Offline
|
Innlegg: 3
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.