Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Er nakar pro spælari í FO?

Innlegg: 4
Síða [1]
Void


Wannabe poster




Innlegg: 24
# Tráður - 29/01/2017 klokkan 17:55
Eg bleiv spurdur av einum úr KVF um tað var nøkur "upcoming stjørna" innan esport heimin í FO, men vit gamers eru nokkso spjæddir og ofta introvertir so tað var ringt hjá mær at siga nakað við vissu.

Er tað nakar annar enn hasin DotA spælarin sum er actual pro?

Er tað nakar í FO sum seriøst hugsar um at fara pro í nøkrum spæli? Her hugsi eg mest um CS:GO, League of Legends, DotA, StarCraft 2 og Overwatch.

Um har er nakar sum hevur onkur serlig avrik ella gott CV innan eitt ella fleiri spøl ella kunnu vit bara nevna teir bestu overall spælarnir í Føroyum í competitive spølum, so kanska onkur teirra hevur hug at tosa við KVF um esport
Offline
HForce







Innlegg: 3311
# Innlegg: 1 - 29/01/2017 klokkan 19:04
Fyri nøkrum árum síðani vóru nøkur lið sum tóku tað ordiliga seriøst, eru tað enn nøkur?

Tá bar so illa til at vera ordiliga kompetitivur vegna shitty internet, men eg haldi tað er eitt sindur frægari nú.


Offline
|
Void
Stovnaði tráðin


Wannabe poster




Innlegg: 24
# Innlegg: 2 - 29/01/2017 klokkan 22:00
Ja, tað virkar sum tað vóru fleir lið fyrr, meðan teir flestu spæla solo ella við útlendingum nú fyri tíðina.

Eg haldi nemliga at netið hevur altíð veri ein stór forðing og er tað enn tí ping fáa FT ikki gjørt so nógv við.


Offline
|
HForce







Innlegg: 3311
# Innlegg: 3 - 30/01/2017 klokkan 11:34
Hvat fyri ping fær mann typiskt fyri tíðina? Og er tað virkuliga ein so stór forðing fyri at kunna spæla kompetitivt móti umheiminum? Ella er tað bara ein vánaligur umskyldningur vit altíð hava brúkt?


Offline
|
Void
Stovnaði tráðin


Wannabe poster




Innlegg: 24
# Innlegg: 4 - 01/02/2017 klokkan 04:49
Ping hjá mær liggur um 60 og hjá teimum flestu eg hyggi eftur á Twitch er tað niðanfyri 30. Eg skal ikki siga at eg veit at onkur Føroyingur hevði kunna veri pro um ping ikki var ein faktor, ella um tað er ein nóg stórur til at forða einum pro at koma framm, men eg eg havi varhugan av at tað tíverri er for stórur munur. Tað er hugsandi at aðrir faktorar spæla meira inn, serliga inntil nú so sum mentan og lívsstílur, men vit burdu so útilokað alt sum vit kunnu sum kann forða okkum í at koma út í heim sum gamara land :p


Offline
|
Innlegg: 4
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.