Kjakforum - Tráður
« Fyrri tráður
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Óvanar tá tit spæla?

Innlegg: 5
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3319
# Tráður - 07/12/2017 klokkan 09:04
Hava tit nakrar óvanar sum tit endurtaka í øllum spølum?

Fyri meg er tað at ganga alt for høgt uppí sidequests og fáa minni burturúr høvuðssøguni tí hon alla tíðina verður avbrotin. Eg gjørdi hetta við Red Dead Redemption, Skyrim og seinast við Horizon Zero Dawn (sum eg enn spæli).
Offline
vat_ta_fak


King for a day





Innlegg: 200
# Innlegg: 1 - 07/12/2017 klokkan 20:03
Reloading, sjálvt um eg havi nógv skot, like, eg hava bara skoti eitt.


------------------
... hvat?







Mín youtube: https://www.youtube.com/channel/UCXH-JHpit0_T_Cy8Mii1vnQ

Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 2 - 07/12/2017 klokkan 20:38
Eg eri farin í gongd við Horizon Zero Dawn aftur og har haldi eg tað vera heilt okay at fokusera uppá sidequests tí tær følast faktiskt sum um tær byggja uppá søguna og heimin man spælir í.

Eg plagdi eisini at reloada ofta fyrr men eg royni at gera tað meira sjáldan nú bara so at spøl blíva eitt sindur meira avbjóðandi tá man knappliga verður tvungin til at reloada

Eg haldi at mín størsti óvani er at eg gevi mær øgiliga góða tíð at spæla gjøgnum spøl og kanni alt sjálvt um tað ofta er heilt óneyðugt. Tað tekur mær vanliga nógv longri at gjøgnumføra spøl enn howlongtobeat.com tildømis sigur sjálvt um eg eri fullkomuliga førur fyri at skunda mær gjøgnum alt. Tá eg spæli gjøgnum eitt spæl fyri aðru ferð eri eg hinvegin næstan longu a speedrunner støði.
Eg taki eisini ofta pausur og geri okkurt annað so tað hjálpir ikki.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 3 - 14/12/2017 klokkan 07:37
Eg havi sama óvanan, um man skal kalla tað tað. Eg haldi meira tað er ein trupuleiki hjá spælinum, um tað er so vánaligt "paced", at man keðir seg av sidequests ella øðrum aktivitetum.

Persónliga fyritrekki eg harðliga Breath of the Wild afturímóti Horizon: Zero Dawn. Og tað er ikki tí Horizon er vánaligt, men tí tað er miðal gott, og Breath of the Wild er heilt forbannað gott.


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 4 - 14/12/2017 klokkan 10:37
Eg haldi hinvegin at BotW blívur heilt ótrúliga keðiligt tá man hevur runnið allan heimin runt. At berjast er tað sama sum í øllum øðrum 3D Zelda spølum og man kann renna runt í tímavís áðrenn man finnur nakað at gera. Søgan er vánalig (og har er lítið til av henni). Har kann man tosa um vánaliga pacing.
Í Horizon ger man allatíð okkurt og allir fíggindar skulu tacklast uppá sín egna máta og man ger meira enn bara at renna í rundingar og skiftivís sláa og verja.
Eg spældi BotW í næstan 60 tímar og havi ongar ætlanir um at fara í holt við tað aftur í nærmastu framtíð meðan eg havi hug at spæla Horizon umaftur.

Tað er so sjálvandi bara mín meining og um onkur dámar BotW so mugu tit endiliga ikki lata mína meining ávirka tykkum


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Kletturin


Head Crab





Innlegg: 98
# Innlegg: 5 - 13/04/2018 klokkan 16:24
Eg havi tveir óvanar:
Tað at eg havi tað fyri at sava ov oftani í spølum.

og hin er at eg savi ov sjáldan

Øll sum nakrantíð hava spælt "The Ur-Quan Masters" vita hvat eg tosi um.


Offline
|
Innlegg: 5
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.