Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Aðrir miðlar -> Vit (Polar Films) hava gjørt nýggja film (sci-fi/fantasy)

Innlegg: 10
Síða [1]
Bluesteel


Zergling




Innlegg: 2
# Tráður - 28/07/2009 klokkan 11:48
Ja so hevur man aftur gjørt ein stuttfilm.

Hesa ferð er talan um ein sci-fi/fantasy film.

Vit hava ikki gjørt filmin til agurk ella nakra tílíka kapping.

ì fjør var ein agurk kapping sum vit luttóku í við filminum hjá okkum "Kvirt Summar" men tað var alt gjørt við einum vanligum dv-kamera pga. at okkara HD kamera var á verkstað akkurát árren kappingin byrjaði (ella skuldi byrja rættari sagt) uppá tann mátan fingu vit ikki víst hvat vit veruligani dugdu.

ì ár hava vit so gjørt ein sci-fi/fantasy stuttfilm. Okkara mál var at gera tann(ella ein av tí) flottasta filminum sum er gjørdur í Føroyum til dato, og vit eru sera foreintir við úrsliti.

Filmurin hevur veri eitt 2 mans projekt og vit hava arbeitt við honum í 2 vikur, ikki nógv arbeiðskraft ella tíð men persónliga so havi eg givi mær og makkarinum eitt herðaklapp fyri indsatsin um hugsast skal um hvussu lítla tíð vit hava brúkt og um hvussu gott úrsliti er nú vit bara eru 2 mans.

Við okkara málið í huga skal sjálvandi sigast at serligur dentur var lagdur í redigering og kamera arbeiða og annað tílíkt men vit hava eisini roynt at gjørt filmin áhugaverdan og eisini hava vit roynt at fingi skuespæli í ordan.

Hetta er bert fyrsti partur út av møguligum 4 um søgan strekjur til tað, eftirsum hetta bert er ein hobby hjá okkum skal sigast at næsti partur skal ikki væntast at veri úti árren jól 2009.

Tað skal eisini sigast at vit viðmæli til at tit hyggja eftir filminum í HD á youtube, linki er direkta link til HD.

Enjoy

Vit vóna at tit kunnu koma við konstruktivum kirtiki

Og ja har er ein stævifeilur í endanum sum vit ikki orkar at rætta beint nú!

http://www.youtube.com/watch?v=hKDDfhEklN4&fmt=22

Polar Films

Andres Jacobsen & Brian Samson




Síðsta broyting av Bluesteel klokkan 28/07/2009 klokkan 12:10 (1x Broytt)
Offline
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 1 - 28/07/2009 klokkan 13:13
Eg helt, hann var øgiliga væl gjørdur. Tónleikurin er øgiliga góður, huglaðið er øgiliga gott. Følist sum nakað serligt.

Einasti kritikkurin er, at eg haldi tit skulu taka tað meira róligt, tá tit spæla. Skilti ikki alt sum varð sagt, virkaði sum um at stavilsir manglaðu og sórit.

Men nú má Gaffer koma og ummæla!


Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 2 - 28/07/2009 klokkan 23:48
Má siga at klippingin var avgjørt heilt genial

Parturin riggar rættuliga væl sum ein byrjan uppá eina longri søgu. Eg haldi tó ikki at málið var ringt at skilja, haldi at tónalagið riggaði rímiliga væl. Sum Halgir segði er tað ymiska rættuliga gott, men tað følist tó enn eitt sindur amatørsligt onkursvegna.

Men anyways, gl onward


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 3 - 29/07/2009 klokkan 21:33
mær dámdi hatta væl.. litir o.a. sum eg nevnt omanfyri riggar væl..

haldi allíkavæl at "skuespælið" kann fínpussast.. tað haltar í støðum.. og hví er klippið tá hann festur sær í so lang..?

partur tvey verður vónandi fínpussaður eg gleði meg..


Offline
|
Anayna


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 4 - 30/07/2009 klokkan 01:36
Fyrsti tanki mín var: “Hví royna tit at vera sum ein stórur amerikanskur filmur?” Innleiðingin, nøvnini á framleiðarunum og so víðari, alt luktaði av royndini at vera sum ein millión filmur, men tað er tað jú ikki.
Tá ið man bara eru nakrir amatør film leikstjórar, so er onki galið við at vera so. Tit eru í einari fantastiskari støðu; tit kunnu gera júst tað tit vilja. Tit hava ongan útgevara, sum andar tykkum tungt niður eftir nakkanum, ongan “lowest common denominator”, at tekkja.
Tit kunna gera júst tað tit vilja, og so velja tit at eftirapa einum typiskum sci-fi/fantasy filmi? Tað er eitt sindur... vánaligt.

Men tá ið tað er sagt, so gera tit tað nakað so øgiliga væl. Klippingin, tempo’ið í søguni, upptøkan; alt samalt sera, sera væl gjørt. Kanska var tað bláa filtri, eitt sindur ov nógv av tí góða á støðum, men tað setti so absolutt huglagið.
Sjónleikurin var bara fínur, og søgan, tó at hon er nakað forvirrandi, (tað er vælsaktans meiningin?) gav mær blóð uppá tonnina.
Eg gleði meg til næsta part.


------------------


Offline
|
Bluesteel
Stovnaði tráðin


Zergling




Innlegg: 2
# Innlegg: 5 - 31/07/2009 klokkan 06:00
Takk fyri viðmerkingarnir

Sum sagt í fyrsta innleggjinum so royndu vit at fáa tann flottasta filmin til dato í FO, og introin er ein partur av filminum.
Tað er vel eingin loyna at reint teknist so eru "millión filmarnir" sum oftast teir flottastu tá ið talan er um intros, og vit hildu at vit skuldu royna at vísa fólki at vit ikki høvdu brúk fyri einari millión at gera eina tílíka intro. (og film) Havi hoyrt at Buzz Aldrin sum verður upptikin í FO fer at kosta um tær 37 mio! okkara filmur hevur bara kosta benzin og eitt batarí til mikrofonina (alt hitt áttu vit frammanundan) og eg havi varhugan av at Buzz Aldrin ikki verður soooo flottur reint teknist, men lat tað fara.

Men altso sjálvt um filmurin ikki er ein dýrur hollywood filmur so merkjur tað ikki at vit ikki kunnu gera ein intro uppá ein máta sum minnur um, tað er eingin lov sum sigur at filmurin skal kosta so og so nógv fyrren man kann brúka tann stílin.

Viðvíkjandi sci/fi kommentarinum:

Ja vit hava fríðar hendur tað passar. Vit hevði sikkurt kunnu funni útav at gjørt ein psykologiskan thrillara, ein drama ella ein komediu film hevði vit óyva eisini klára, men sakin er bara tann at vit dáma nú einaferð sera væl sci-fi, og har sum hjarta er í har kemmur besta úrslit

Og so sjálvandi kundi man eisini sagt at sci-fi gevur okkum møguleikan at nýta nakrar special effects í kanska størri mun enn t.d ein drama filmur. Men hví brúka special effects kundi man kanska undrast á?

Jú ætlanin hjá okkum var at gera tann flottasta filmin í FO, og um vit kunnu gera nakrar flottar effektir so ongatíð betri. filmar sum 2001, Star Wars, Terminator 2, og Lord of the Rings hava allir set standardin hægri tá ið talan er tekniskan førleika. Vit vildu vísa okkurt av tí sum vit duga og vit duga at arbeiða við 3d og effektum, so tað er tað vit vildu vísa. Tað var ein av faktorinum sum fekk sci-fi at viga enn meira tá ið avgerðin skuldi takast um hvat fyri slag av filmi vit vildu gera.

Vit valdu ikki at eftirapa nøkrum filmi fyri at siga akkra sum er, vit settu okkum niður at skriva ein film sum var tað fyrsti fimurin vit høvdu sað og gjørt, eg haldi aldrin at nakar filmur kom uppá tal meðan vit skrivaðu, og fyri at siga heilt sum er, so kann eg ikki koma til tankar um nakran sci-fi/fantasy film sum er um ein listarman sum berjist við einari visión eingin annðar sær.
Men tað kann vera at tu hevur sað onkran tílíkan film :S

Men ja serligur dentur var lagdur á klipping og og upptøku, vit hava sikkurt veri ígjøgnum hvørja tað einastu frame minst 20 ferð, og sað hvørja scenu minst 50 ferð meðan klipt var, næstan so at vit ikki orka at hyggja meira hehe.

Og ja tað var meiningin at tað skuldu vera nakrir leysir endar í søguni, tað hevur sikkurt okkurt við at gera at eg veit hvussu tað er at hyggja eftir X Files og mangla nógv svar eftir hvønn part!

Næsti partur kemmur sikkurt út fyrst í 2010 tá ið fólk hevur tí, hetta eru jú bara ein hobby fyri okkum enn


Offline
|
Funkasy


Going for pro





Innlegg: 450
# Innlegg: 6 - 31/07/2009 klokkan 07:50
stop whining and get on with the next part, you cry baby, we want more and make it fast !!!!


Offline
|
Anayna


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 7 - 01/08/2009 klokkan 01:32
Okay, fínt nokk.
Eg var bangin fyri at tit gjørdu filmin soleiðis sum hann er, tí at tit vóru bangnir fyri at ov fá fóru at dáma okkurt, sum ikki líkist Hollywood millión filmum. Um tit gjørdu filmin fyri at royna at skapa handan “flotta” stemningin, special effects og so víðar, júmen so sigi eg bara: mission accomplished.

Um hetta er filmurin tit vildu gera, so havi eg ongi rættindi at klaga. Eg vónaði bara ikki, at tit ikki tordu at gera okkurt annað, okkurt sum tit kanska heldur vildu gera.
Glaður fyri, at tað ikki er so.

Keep up the good work.


------------------


Offline
|
Gaffer


Street Fighter





Innlegg: 347
# Innlegg: 8 - 04/08/2009 klokkan 08:08
Gott framleiðsluvirðið og sera gott filma, cinematografiskt sæð. Spennandi søga, men eitt tað vigtigasta manglar. Leikararnar haldi eg vera eitt over the top. Um tit vildu hava ein klaksvíking í filmin, so skuldi tit havt casta ein klaksvíking tí Petur Meinhard riggar ikki ordiliga.
Men eg eri sanniliga spentur uppá part deuce.

P.S Til tey sum vilja vita tað: 3/5


Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 9 - 05/08/2009 klokkan 01:50
tvær stjørnur niður pga. av (yvirdrivnari) klaksvíks dialekt? tsk tsk


Offline
|
Gaffer


Street Fighter





Innlegg: 347
# Innlegg: 10 - 05/08/2009 klokkan 03:38
Well, at geva ratings er ikki ein præsis vísund.
Tað er nakað mann ger på gehør.

Tað er ikki sum um eg gangi runt við einum skema í lummanum har eg skrivið pros og cons. Tað er bara eitt útrykk fyri tí følilsinum eg havi fyri ein film. Og eitt ummæli verður nýtt til at justifisera eina rating.


Offline
|
Innlegg: 10
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.