Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Off-topic -> Gamer

Innlegg: 40
Síða [1] 2 >
rani-rj


Geekboy





Innlegg: 1020
# Tráður - 21/08/2009 klokkan 20:36
Fann av tilvild fram til hendan filmin á IMDB. http://www.imdb.com/title/tt1034032/
Hatta sær eitt sindur lol og spennandi út, hmm?


------------------

Offline
Vega


Going for pro





Innlegg: 490
# Innlegg: 1 - 21/08/2009 klokkan 20:39
sær meira lol enn spennandi út, men giti hann fer at raka sín málbólk sera væl.


------------------
umad

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 2 - 21/08/2009 klokkan 21:59
Hmm, nice.

Verður nokk heilt skeg.


Offline
|
dekanfari







Innlegg: 1473
# Innlegg: 3 - 22/08/2009 klokkan 02:11
THIS!!! IS!!! SP... áh nei..

casti sær fínt út annars..


Offline
|
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 4 - 22/08/2009 klokkan 03:39
Mær dámar væl handan har sum spælur høvuðsleiklutin í Dexter sjónvarprøðini, men eg má bara siga pyllak til hetta. Fái vaml fornemmilsi. Sær simpulthen skítbýtt út. Eitt fornermilsi til øll, ið taka telduspøl í álvara, og eitt fornermilsi til mín og tykkara intelligens. Vanti ikki eingongd at tað er ein góður popcorn filmur. Vanti at man keðir seg, tí tað er so bedrøveliga býtt líka sum við Transformers 2 (eittarin var ok).

Sær út sum vánaligt science fiction, vánaligt skuespæl, vánaligt action, og fryktelig søga. Pyllak.

Um tit vilja hava okkurt meira spennandi nýtt science fiction action, so royn District 9. Hann byrjar í Havnar Bio í kvøld og trailarin sæðst her.


Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 5 - 22/08/2009 klokkan 04:55
hvat handlar Gamer um? Tað sum navnið leiðir upp til er so breitt at tað er ringt at síggja akkurát hvat tað er


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Oblimix


Going for pro





Innlegg: 495
# Innlegg: 6 - 23/08/2009 klokkan 03:22
Spøl skulu ikki takast seriøst. Man spælir tær fyri stuttleikar.


------------------

http://myanimelist.net/profile/Oblimix
http://www.twitch.tv/oblimix

Offline
|
inzult


Zergling




Innlegg: 3
# Innlegg: 7 - 05/09/2009 klokkan 00:28
Hasin filmurin sær brekaður út. Downloadi hann møguliga tá hann kemur á DVD, men tað er ongin kjansur at eg gjaldi eitt oyra fyri hattar.


Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 8 - 05/09/2009 klokkan 01:01
So fara vit í minsta lagið at hava onkran sum sær han :3


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
dreaKan







Innlegg: 238
# Innlegg: 9 - 11/09/2009 klokkan 18:51
District 9 er ein tann besti filmurin eg havi sæð. 9.5/10

Absolutt verdur at fara í Bio til.


Offline
|
Funkasy


Going for pro





Innlegg: 450
# Innlegg: 10 - 11/09/2009 klokkan 19:42
fuck off heini, hattar kanst tu ikki meina seriøs

"Children of men" er fleiri ferðir betri, tó veit eg ik heilt hvat man vera besti filmur nakrantid.


Síðsta broyting av Funkasy klokkan 11/09/2009 klokkan 19:42 (1x Broytt)
Offline
|
Grein


Goomba




Innlegg: 147
# Innlegg: 11 - 11/09/2009 klokkan 20:03
Ellars, so er Funkasy'sa favoritt filmur "The Giant Claw", tað sigur eitt sindur um hansara smag. =)


Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 12 - 11/09/2009 klokkan 20:14
Eg sá lýsingar fyri Gamer í sjónvarpinum í gjár, sá út til at vera fínasta slag.


Offline
|
Morgan


Just nerd





Innlegg: 977
# Innlegg: 13 - 11/09/2009 klokkan 21:07
2009-09-11 at 12:51 PM - dreaKan:
District 9 er ein tann besti filmurin eg havi sæð. 9.5/10

Absolutt verdur at fara í Bio til.



Ja mær dámdi hann eisini sera væl! Vit vóru 4 sum fóru og meiningarnar um filmin vóru mega deildar, ein fór endá heim mitt í pausuni !!

Men eg helt so hann var good shiiit, ræðuliga speciellur !


------------------
Sic vis pacem, para bellum!

Only those who dare to fail greatly can achieve greatly.

- Aion -
Dementor Elyos Assasin
Server: Gorgos



Offline
|
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 14 - 15/09/2009 klokkan 04:08
2009-09-11 at 3:07 PM - Morgan:
2009-09-11 at 12:51 PM - dreaKan:
District 9 er ein tann besti filmurin eg havi sæð. 9.5/10

Absolutt verdur at fara í Bio til.



Ja mær dámdi hann eisini sera væl! Vit vóru 4 sum fóru og meiningarnar um filmin vóru mega deildar, ein fór endá heim mitt í pausuni !!
Hví?!?!
Sá eisini onkran fara, tá ið eg var til hann og eg skilj ikki hví. Filmurin er genialur: flottur, gott undirhald og gott stoff til eftirtanka eisini - hann hevur alt. Skilji ikki hvat var so galið at nakar kundi følt seg noyddan at geva upp og fara heim... eg skilji einki...


Offline
|
dreaKan







Innlegg: 238
# Innlegg: 15 - 15/09/2009 klokkan 17:03
2009-09-11 at 1:42 PM - Funkasy:
fuck off heini, hattar kanst tu ikki meina seriøs

"Children of men" er fleiri ferðir betri, tó veit eg ik heilt hvat man vera besti filmur nakrantid.


Eg haldi uppá ongan máta at Children of Men er betri enn District 9. Hevði ikki givið CoM meir enn 8/10 (sjálvt um tað eis er ein góður karakterur).

Mær dámdi so øgiliga væl hvus District 9 fór frá at vera ein spennandi dokumentar/filmur til at vera ein action fyltur filmur. Sera unikt.

Somuleiðis er hann stuttligur og gevur einum nakað at hugsa um.

Nú fór man kanska eitt sindur út um evnið; Gamer virkar spennandi, ein filmur sum er verdur at hyggja eftir, vænti eg.


Offline
|
rani-rj
Stovnaði tráðin


Geekboy





Innlegg: 1020
# Innlegg: 16 - 15/09/2009 klokkan 19:36
District 9 er betri enn Children of Men, og betri enn Inglorious Basterds.


------------------



Offline
|
Morgan


Just nerd





Innlegg: 977
# Innlegg: 17 - 17/09/2009 klokkan 14:35
Eg haldi sku ikki tit kunnu samanbera Inglorious Bastards og District 9..... Báðir eru genialir uppá sín máta!



Sammi: Tí hann helt tað vera pissi brega at filmurin vardi í næstan ein tíma og tað einasta sum hendi var at hann fekk ein alien arm... Hann vildi síggja ACTION!!!!!11 Hevði hann so bara sæð sec half av filminum!


------------------
Sic vis pacem, para bellum!

Only those who dare to fail greatly can achieve greatly.

- Aion -
Dementor Elyos Assasin
Server: Gorgos



Offline
|
John_end


Wannabe poster




Innlegg: 28
# Innlegg: 18 - 17/09/2009 klokkan 20:03
Fepic Ail!!!!! District 9 var ónattúrliga góður! Helst tá hettar eru restir frá Halo filminum!!! Kannn ikki bíða til hann verður liðugur


------------------
"Death smiles at us all. All a man can do is smile back."
"Send me out... with a bang..." -Johnson's last words.



Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 19 - 17/09/2009 klokkan 23:38
Vælsignaði James XVI lat verða við at koyra eina so stóra mynd í signature.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 20 - 18/09/2009 klokkan 11:19
Ja James, kanst tú fjerna hana, ella minka um hana? Nógv fólk hava ikki so høga resolution, hjá onkrum fyllir hatta helst allan skermin.


Offline
|
Innlegg: 40
Síða [1] 2 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.