Net-Upp atgongumerkjasøla


Hetta er ein áheitan á øll sum ætla at luttaka í Net-Upp Pro Gaming 2008.

* Tilmeldingarfreistin er mikudagin 26. mars.

* Pláss er fyri 28 liðum.

Tað er umráðandi at hendan freist verður hildin, soleiðis at kappingarnar kunnu vera skipaðar áðrenn tiltakið fer av bakkastokki.

So fari framvið einari Telebúð og tey hjálpa tykkum við keypinum.

Um tað eru fleiri sum mangla lið til tiltakið er møguligt at samla sær lið her.
16/03/2008 klokkan 23:31 - dreaKan

NET-UPP PRO GAMING 2008


So verður Net-Upp aftur!

Tó hesuferð verður fokuserað 100% uppá kappingarnar, og tí hevur tiltakið fingið undiheiti "Pro Gaming". Hetta vil siga, at tú ikki kanst luttaka sum einstaklingur; tú skalt vera í liði fyri at luttaka.

Tvær kappingar vera í ávikavíst CS 1.6 og DotA. Vinningar vera at heinta fyri 10.000,- pr. kapping. Tó fer bert vinnaraliðið í báðum kappingum avstað við vinninginum.

Nú er møguligt at keypa atgongumerki til Net-Upp Pro Gaming. Fyri at ogna tær eitt atgongumerki skal tú fara inn á online handilin hjá FT á www.teleshop.fo, og velja vørubólkin NET-UPP til vinstru.

Atgongumerkið kostar 1000,- og er galdandi fyri allar 5 limirnar í liðinum (møguligt er at brúka VISA ELEKTRON). Tað er umráðandi at prenta kvitteringina av keypinum út, tí hendan skal brúkast í Telebúðini, tá atgongumerkini vera avheintaði.

Í Telebúðini skal skrásetingarskal fyllast út, fyri limirnar í liðinum. Eisini er møguligt fylla hetta út áðrenn farið verður framvið Telebúðini við at heinta skjalið her. Um tú ikki eigur t.d. prentara ber til avgreiða alt keypið í Telebúðini.

Gev gætur at síðsta freist at keypa atgongumerki og skráseta seg er mikudagin 26. Mars. Hetta er fyri at hækka um støði av tiltakinum við geva fyriskiparnum betur tíð at skipa fyri sjálvum kappingunum og dystunum millum skrásettu liðini.

Pláss er fyri 28 liðum og møguligt er at vera við í báðum kappingum. DotA kappingin byrjar fríggjakvøldið og CS 1.6 kappingin byrjar leygardagin.

Skuldi nakað ivamál verið er møguligt at seta spurning á forum hjá Gaming.fo
13/03/2008 klokkan 14:31 - dreaKan

Second Skin
Ein nýggjur og spennandi filmur fyri allar gamearar, Second Skin, ið snýr seg um MMO spøl og spælarar var frumframsýndur í stóra amerikanska films og tónleika festivalinum, SXSW, fríggjadagin tann 7 mars.

Second Skin fylgir spælarum av World of Warcraft, Second Life, og Everquest. Bæði teimum í rullistóli, sum hava funni eina nýggja meining við lívinum og gerast stórir kríggjarir og leiðarar, teimum ið hava funni hvønnannan og kærleikan á online vígvøllunum og skula møtast fyri fyrstu ferð, spælinarkomanum við sjálmorðtankum, og kinesiskum "gold farmers".

Niðanfyri er ein trailari av filminum og ein samrøða við filmsframleiðararnar:



12/03/2008 klokkan 11:28 - Sammi

Bioshock 2



Í dag bleiv tað vátta, ið hevur verið at hoyrt í eina tíð nú. 2K Marin arbeiða officelt uppá ein efturfylgara til prísvinnandi spælið Bioshock, og hetta kemur frá tí studi'inun sum fyrr bleiv kalla Irrational Games.

Spælið fer at simpulthen eita Bioshock 2, og kemur út nøkulunda í triðja kvartali av 2009, sum merkir at spælið kemur út ímillum 1. August og 31 October 2009, á ónenvdun "platforms". Tað fyrsta Bioshock spælið kom út 25. August 2007, til Xbox 360 og PC, og hevur selt um 2 mil. eintøk verðuna runt.

Undir einari samrøðu váttaði stjórin í Take-Two Strauss Zelnick, at fyrrverandi stjórin hjá Irrational studios 2K Boston og 2K Australia, Ken Levine, fór at verða partur av hesun projektinun, og einun mystiskum spælið sum man einki veit um enn.

Meira enn hetta er ikki kunngjørt um Bioshock 2 enn.
12/03/2008 klokkan 03:14 - Vagnur

My Health Coach


Út av teimum núverandi spælikonsolunum, er Nintendo Wii best kent fyri at halda gamearum í góðum formi. Fyrst var tað Wii Sports, sum fylgdi við Nintendo Wii, og tað næsta er Wii Fit sum fer skjótt at koma. Onnur "game developer" feløg, royna seg fram nú, tild. Namco Bandai's Active Life: Athletic World (undir "development").

Nú kemur fitness bylgjan eisini til Nintendo DS, takka verða ubisoft, sum nú hava almenna kunngjørt fitness spælið My Health Coach: Weight Management (annars kent sum My Weight Loss Coach í USA). Spælið blívur gjørt av Ubisoft Montreal, og kemur út í summar verðuna runt.

Ein av teimum mest imponerandi eginleikunum hjá My Health Coach er at har fylgjur ein pedometer við, ið telur metranar, sum spælarar ganga hvønn dag. Tú koyrir hetta pedometri í DS, og downloadar teir metranar tú hevur gingið tann dagin, spælið telur so ALT sum tú hevur gingið tils. og vísur hvussi langt tú hevur gingið, og vísur at tú hevur td. gingið líka langt sum "The Great Wall of China" ella sum ein olympic marathon.

Spælið er designa til at blíva spælt einar 10-15 min. um dagin.

Í dag kom ubisoft við hesu kunngering: "Instead of putting you under pressure and setting you distant objectives, it is a fun, short, and rewarding method to help you and guide you, step by step, to a healthier, more balanced lifestyle."

11/03/2008 klokkan 02:16 - Vagnur

Wii virtual console. Kirby 64


Europa hava einans fingi eitt nýtt spæl til Virtual Console í dag. Men tað at tað er eitt Nintendo 64 spæl, og at tað er Kirby 64, gerð at vit nokk klára eina viku við einun spælið.

Kirby 64: The Crystal Shards - N64 - 1000 Wii Points

Kirby 64: The Crystal Shards er tað einasta Kirby spælið í 3D (tó er eitt "undir development" í løtuni, men man veit lítið og einki um tað). Kirby 64 verður vanliga skýrt sum tað vánaligasta spælið í Kirby seriuni, men fyri tað er tað eitt gott spæl, tey bæði eldru spølini vóru bara betur.

Í Kirby 64 hevur hesin ljósareyði bólturin fungi ein nyggjan fígginda, sum kallast Dark Matter. Dark Matter leitari eftir einum sterkum krystalli í einun landi langt burtur, men ein ung "fe" við navninun Ribbon, roynir at bjarga krystalinum við at taka hann til Dream Land. Nú er krystallurin brotin, og stykki liggja runt um allan heim.
Tú stýrir Kirby, og hjálpir honun runt í verðini, meðan hann roynir at samla øll 100 pettini av tí brótnaða krystallini. Í gjøgnum spælið brúkar tú eitt av teimum tingunum sum Kirby er kendir fyri, og sum man eisini sær í Super Smash Bros. tað er tað at kopiera mótstøðumansins eginleikar, og brúka teir ímóti honum. Man kann eisini royna at kombinera fleiri eginleikar, og so fært tú møguliga eitt sum er sterkari enn tað vanliga.

Fjepparir av Kirby og Action spølun við ljósum farviríkun "graphics", burdu heilt avgjørt keypt hetta beinanvegin.
07/03/2008 klokkan 02:15 - Vagnur

Super Smash Bros. Brawl


Nú sær tað endiliga út til at Super Smash Brothers Brawl hevur fungi eina dato í Europa.... altso nøkulunda.

Seinast í Januar mánaða, stóð á nintendo heimasíðunið, at Super Smash Bros. Brawl fór at koma út 1 juni. Men so nakrar dagar aftaná, bleiv hetta tó tikið av aftur heimasíðuni, og fólk byrjaðu at gita at hetta kanska var tí at, 1. juni er ein sunnidagur. Eisini byrjaðu heimasíður sum IGN og Gamespot at gita seg fram. á IGN stendur at spælið ferð at koma leygardagin 31. mai. Tað sama skrivaði Gamespot.

Nú í Február, bleiv tað "officelt" kunngjørt á einari spæl "conference" at Brawl fór at koma til Europa 6. Juni. Gamespot tók so hetta til sín, og Brawl stendur nú til at koma út 6. Juni í Europa á Gamespot. Men Nintendo hevur nú aftur tikið hetta til sín, og hava sagt tað er ikki officelt at tað kemur út 6. Juni.

Áðrenn alt hetta fekk man at vita at Brawl fór at taka so leingi at koma til Europa at tað fór ikki at koma fyrr enn aftaná Juli onkuntíð. Men gita hvat.... Hetta tók Nintendo eisini aftur.

Nú vænta øll at Nintendo fara skjótt at almenna kunngera at spæli kemur út onkuntíð í vikuni 31. Mai - 6. Juni

IGN hava longu ummælt spælið og tað hevur fungi 9.5/10.
05/03/2008 klokkan 05:31 - Vagnur

Counter-Strike 2?


http://www.gametrailers.com/player/31192.html

Spennandi! Fáa vit meira at vita Counter-Strike 2 fríggjadagin?
Ella er tað bert ein villa?
05/03/2008 klokkan 02:16 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 217 [218] 219 ... 225 226 227 >