eSport til Beijing Olympics
Hetta er nakað eg sjálvur havi hoyrt ting um í fleiri ár, og eg havi vónað at tað fór at blíva til nakað.

Global Gaming League (GGL) er officiellur partner og co-producer í einum tiltaki fyri at gera eSport eitt officielt "Welcome Event" á 2008 Summar Olympics.

GGL fara at skipa fyri einari globalari kapping, har spælarar sleppa at kvalifisera seg til at representera land sítt í einum Grand Final í Shanghai.

Í Kina er eSports ein officielt góðkendur ítróttur.
[img]http://images2.ggl.com/images/digitalgames200.jpg[/img]
18/02/2008 klokkan 10:33 - HForce

Red Alert 3 kunngjørt


Tað er langt síðani mann hevur hoyrt nakað sum helst um Red Alert. Tað seinasta sum hevði nakað við Red Alert at gera var expansion pakkin Command & Conquer Red Alert 2: Yuri's Revenge, í 2001.

Nú hava vit so endiliga frætt um Red Alert 3! Í tí seinasta PC Gamer kundi lesast at Los Angeles studioið hjá Electronic Arts eru við at gera hetta spælið.

Tað einasta vit vita enn, er at spælið er til. Vit vita einki um release date, osfr. Tað fyrsta Red Alert var seriøst, meðan Red Alert 2 var meira humoristiskt. Spennandi at síggja hvat tey gera við trýarinum.
15/02/2008 klokkan 20:15 - HForce

Xbox 360 16% failure rate
Nógv hevur verið spekulera yvir hvussu nógvar Xbox 360 konsolir veruliga hava gingi fyri, eftir at serstakliga nógv fólk hava gjørt vart við at teirra Xbox 360 er gingin fyri við einum Red Ring of Death (RRoD), á ymsum support forumum á netinum líka síðan tann nýggja Xbox'in kom út.

Onkur hevur vilja verið við at so nógv sum 30% av øllum Xbox 360 konsolum hava gingið fyri, men Microsoft hevur hildi uppá at talið ikki skal hava verið hægri enn 3%, sum er industrigjøgnumsnitti, siga teir.

Men nú hevur amerikanski garanti seljarin, SquareTrade, almannakunngjørt tøl har staðfest verður at 16% av øllum Xbox 360, ið teir tryggja, ganga fyri. Hinvegin hava Microsoft sjálvir viðgingi at einans umleið 3% av PS3 og Wii konsolum ganga fyri.
[img]http://heima.olivant.fo/~samalr/img/broken_heart_xbox360.jpg[/img]



Kelda: http://www.engadget.com/2008/02/14/xbox-360-failure-rate-at-16/
15/02/2008 klokkan 17:20 - Sammi

Í morgin byrjar Proteld


Nú er ikki leingi eftir til Proteld, eitt LAN-Party á Studentaskúlanum í Hoydølum, byrjar! Í morgin klokkan 19:00 lata hurðarnar upp.

Skemaið er eisini blivið lagt:

15/2 19:00 - Vit lata hurðarnar upp.
15/2 22:00 - Kapping: Counter-Strike 1.6.
16/2 16:00 - Kapping: Warcraft III TFT: DotA.
16/2 20:00 - Kapping: Unreal Tournament 2004.
16/2 23:00 - Vit lata hurðarnar aftur.

Føroya Tele veitir breiðband við 8/2mb ferð.

Skundi tykkum at bíleggja tykkara pláss, við at skriva til Sámal á iammojos (at) yahoo (dot) com og uppgeva navn, bústað og telefon nummar.

Meira er at lesa, so sum hvat skal takast við, á www.proteld.com.
14/02/2008 klokkan 15:21 - HForce

PVKII Beta v2.0


So er nýggja beta versiónin komin av tí populera Half-Life 2 moddinum, Pirates Vikings and Knights II.

Har eru nakrar fínar updates, so sum tríggjar nýggjar classes. Her er hvat er nýtt í v2.0:

- Three new classes to choose from (Pirate Captain, Viking Huscarl and Knight Archer)
- Improved combat system: directional blocking, more realistic hit detection
- Two new maps (pvk_arena and pvk_forgotten)
- pvk_island: balance and other changes
- pvk_fort: layout changes (Now Booty Tag)
- pvk_desertruin: Larger territory
- Updated playerguide (playerguide.html in pvkii folder)
- Various other changes and balances

Les meira, og downloada tað á www.pvkii.com
14/02/2008 klokkan 10:59 - HForce

Smash Bros. Brawl fer platinum
[img]http://www.infendo.com/wp-content/uploads/2007/10/225_super-smash-bros-brawl-logo-top-1011.jpg[/img] Super Smash Bros. Brawl, sum kort síðani bleiv útgivið í Japan á Nintendo Wii, hevur selt sum Jolly á einum heitum degi.

Í teimum fyrstu 11 døgunum aftaná spælið varð útgivið, blivu 1.08 milliónir eintøk seld.

Tað er ein rekord fyri Wii spæl-sølur í Japan. Til samanbering, so rakti Wii Sports (sum er selt fyri seg í Japan) eina millión í sølum 11 vikur aftaná tað varð útgivið. Super Smash Bros. Brawl seldi 820,000 eintøk pá eina viku.

Vit fáa at síggja um tað gongur líka væl í Norður America tá tað kemur út har, 9. mars.
14/02/2008 klokkan 10:11 - HForce

Mass Effect til PC í maj


BioWare, tað kenda development studio frá Canada, hevur gjørt premiu-vinnandi spøl síðani 2003. Tey hava øll veri "exclusive" til XBox, men eru so farin til PC.

Tað sama fer at henda við spælið Mass Effect. Tað sigur nýggi eigarin hjá BioWare, Electronic Arts.
PC-versiónin fer at hava eitt nýgjørt inventory system og decryption minispøl. Tað fer eisini at bera til at seta hot-keys, fyri at gera tað meira fast-paced. Eisini fara graphics at vera justeraðir til PC-skermir, sum hava hægri resolutión.

Mass Effect er eitt premiu-vinnandi RPG spæl sett í 22indu øld. Spælarin tekur rolluna sum Commander Shepard, eitt menniskja sum hevur fingið til uppgávu at finna agentin Saren. Meðan Shepard jagstrar hann, finnur hann útav conspiracy aftaná conspiracy.
14/02/2008 klokkan 09:58 - HForce

Spore release date - enduliga!
So hevur nýggja spælið, Spore, hjá Will Wright, manninum aftanfyri Sim City og The Sims, enduliga fingið eitt dato fyri nær tað verður útgivið, 7. Sep. 2008. Spælið var annars vanta at verða útkomi fyri yvir einum árið síðani, tí at tað í flestu framløgum hevur sæð meira ella minnið liðugt út, men hetta er fyrstu ferð at eitt officielt dato er sett, og vantandi fer hetta at halda.

Spore er á ein hátt tað ultimativa Sim spælið, ið blandar element frá øllum øðrum Sim spølum saman í eitt epist upplivilsi, har tú fylgir evutiónini av einum lívformi, frá tí at tað er ein simpul amøba til tað útviklar seg til eitt fullvaksi intelligent djór, ið skapar samfeløg og socialar relatiónir, og til síðst fer út í rúmdina at stjórna galaksuni.

[url=http://heima.olivant.fo/~samalr/img/spore_1280x1024.jpg][img]http://heima.olivant.fo/~samalr/img/spore_screenshot.jpg[/img][/url]
[img]http://heima.olivant.fo/~samalr/img/spore-cover.jpg[/img]

more... +-
Redwood City, CA - February 12, 2008 - Get ready for the next Big Bang this fall! Electronic Arts Inc. (NASDAQ: ERTS) and Maxis today announced that Spore™, the highly anticipated game from the creators of The Sims™, will be available at retailers worldwide the weekend of September 7. Spore will be available for the PC, Macintosh, Nintendo DS™, and mobile phones.

"The wait is almost over," said Maxis Chief Designer Will Wright. "We're in our final stages of testing and polish with Spore, and the team at Maxis can't wait to see the cosmos of content created by the community later this year."

Spore gives players their own personal universe in a box. Create and evolve life, establish tribes, build civilizations, sculpt entire worlds and explore a universe created by other gamers. Spore gives players a wealth of creative tools to customize nearly every aspect of their universe: creatures, vehicles, buildings, and even UFOs. Players can then seamlessly share their creations with the world or explore infinite new galaxies created by other gamers.

Consumers can visit www.spore.com to sign up for the Spore newsletter or check out all-new screenshots and video of the game. Members of the media can visit EA's press site at www.info.ea.com for information about all of EA's games.

And in other news, Duke Nukem Forever will be released by the end of the century
13/02/2008 klokkan 11:00 - Sammi

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 219 [220] 221 ... 223 224 225 >