15 milliónir á Steam


Steam, tænastan sum útgevir spøl sum Counter-Strike, Call of Duty, og nógv onnur, hevur nú fingið 15 milliónir skrásettar limir!

Tá Steam fyrst kom út, var nógv grenj um bugs og alt møguligt annað. Tað er nú heimsins besta tænasta til keyp av spølum online. Við einum stórum úrvali, og við hvussu lætt tað er bara at keypa via kreditkort og downloada spælið beinleiðis, hevur Steam voksið heilt skjótt.

Tað man ikki vera leingi fyrr enn teir raka 20 milliónir!
09/02/2008 klokkan 01:55 - HForce

Kina militær brúkar WoW kort
Militær kanalin í Kina hevur víst ein dokumentar film um hernaðar øvilsir. Tað sær ikki út sum um teir hava gjært nógv burturúr viðvíkjandi kortum.

Hygg eftir hesum kortinum av Turkalandi, Iraq og Iran:

Kort 1 +-

Og samanber tað so við hetta kortið av Arati Highlands í World of Warcraft:

Kort 2 +-


09/02/2008 klokkan 01:39 - HForce

DotA Allstars v6.50b
[img]http://images2.ggl.com/images/dota200.jpg[/img] So er tað her. IceFrog hevur útgivið versión 6.50b av tí populera WarCraft III bananum, Defense of the Ancients. Hendan uppdateringin hevur við sær nógvar broytingar. Millum annað er the Invoker komin aftur.

Sum oftast verður tann nýggjasta versiónin av einum spæli brúkt í kappingum. Hesuferð fer tað uppkomandi ESWC tiltakið sikkurt at brúka versión 6.48b. Hendan er tann mest stabila í løtuni.

Sum altíð, tann nýggja versiónin kann downloadast á [url]www.getdota.com[/url]
09/02/2008 klokkan 01:16 - HForce

Metal Gear Solid pakki!
Eg vænti ikki her eru nógv sum ikki hava spælt Metal Gear Solid seriuna. Fyri tykkum sum ikki hava (heidningar), her eru nøkur góð tíðindi!

Konami hevur kunngjørt, at teir fara nú at útgeva spølini Metar Gear Solid, Metal Gear Solid 2 (Director's Cut) og Metal Gear Solid 3, alt í einum pakka! Pakkin kemur at eita Metal Gear Solid: The Essential Collection. Hann ferð at kosta $29.99, og verður bara útgivin á PlayStation 2.

Eingin tíðindir um nær spælið kemur út.
[img]http://images2.ggl.com/images/snake100.jpg[/img]
07/02/2008 klokkan 21:00 - HForce

FPS Freek


Um tú ert sum eg, so verður tú svakur av FPS spølum á consoles. Nógv av teimum eru virkuliga góð, men hasir analog pinnarnir eru simpulthen ikki gjørdar til precision-aiming.

Um tú ert sum eg, so verður tú spentur um hetta nýggja produktið frá KontrolFreek. Firmaið sum hevur gjørt SpeedFreek, eitt controller add-on til koyrispøl, hevur nú kunngjørt um FPS Freek, eitt produkt gjørt mest til FPS spøl.

Mann setir tað á analog pinnarnar. Tað einasta sum hendir, er at teir verða longri, men hetta ger nógvan mun. Nú skal minni orka til at flyta teir, og serliga at flyta teir eitt sindur. Ofta er tað lætt at seta for nógv trýst á við fingrunum tá mann bert skal justera eitt sindur, og so flyta pinnarnar alt for nógv. Um mann brúkar hetta, er tað nógv meira javnt, við hvussu nógv skal til fyri at flyta pinnarnar, langt ella stutt.

Tað ber til at plasera eitt pre-order nú, og fáa 20% avsláttur.

Link: KontrolFreek
07/02/2008 klokkan 12:02 - HForce

Counter-Strike e-bók útgivin
Í fjør góvu teir báðir kendu Counter-Strike spælarnir Ron "Rambo" Kim (3D og coL) og Ognian "steel" Gueorguiev (3D) í samstarv við esport journalistin Duncan "Thorin" Shields út e-bókina "The Art Of Counter-Strike".

Bókin fevnir um stórt sæð øll sjónarhorn í spælinum. Skal tú eitt nú læra at hoppa frá takinum yvir á tann stóra klettin í terrorist síðuni í de_nuke, duga betur at skjóta við Glock ella læra eitt sindur av "team-play" er hetta møguligt.

[center]
[url=http://img522.imageshack.us/img522/8563/taoindex1vz4.jpg][/url][url=http://img137.imageshack.us/img137/3167/taoindex2cx2.jpg][/url][url=http://img522.imageshack.us/img522/2540/taoindex3xe8.jpg][/url]
[/center]
[center][b]Trýst á fyri størri mynd[/b][/center]
Tað verður mett, at øll fáa ágóðan av hesari bók, um tú so ert ein professionellur Counter-Strike spælari ella ein nýbyrjaður 'noobur' kemur tú at læra okkurt av hesari bók.

Her er eitt stutt klipp frá [url=http://www.tao-cs.com/index.html]heimasíðu teirra[/url]:


[center][/center]

Bókin rúmar 200 síður av innihaldi og yvir 50 min. av video upptøkum.

Fyri at gerast eigari av hesi e-bók fylgir tú [url=http://www.tao-cs.com/index.html]hesi leinkju[/url] og trýstir á "Buy Now" (PayPal er krav).

Bókin kostar $29.95 (~152DKK).


[i][b]Kelda:[/b] http://www.tao-cs.com [/i]
05/02/2008 klokkan 22:55 - dreaKan

BYOC Lan-party

Lan-party verður í samkomuhøllini í studentaskúlanum í Hoydølum, Tórshavn
Tiltakið byrjar fríggjadagin tann 15. februar og endar sunnumorgum 17. februar
Atgongumerki kostar 200 kr og skal bíleggjast áðrenn. Um tit vilja bíleggja, skrivi so til Sámal á iammojos (at) yahoo (dot) com og uppgev navn, bústað og tlf.
Føroya Tele veitir okkum breiðbands-samband við 8/2 Mbit ferð.




Um tit vilja vita meir, hygg so á www.proteld.com
04/02/2008 klokkan 12:04 - Godfather

Spore kemur áðrenn Jól


Á einum tíðindafundi hjá Electronic Arts, fekk stjórin John Riccitiello ein spurning um spælið Spore. Hann svaraði: "We will tell you it's going to be before the holidays. This is one of the titles we pay enormous attention to for all of the obvious reasons, and we're very, very bullish."

Spore er eitt av teimum mest hyped spølunum nakrantíð. Tað er legendariski spæl-skaparin Will Wright sum stendur aftanfyri.

Spore er eitt sera unikt spæl. Tú byrjar sum ein lítil bakteria, og fer gjøgnum evolutións-prosessina, fyri at enda sum ein intelligent, inter-galaktisk civilisatión.

Ein nokk so undirhaldandi reklama fyri spæli er at finna her. Um tit leita runt á YouTube, ber til at finna nógv ymiskt, eisini gameplay footage.
03/02/2008 klokkan 05:27 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 219 220 [221] 222 223 224 >