Zero Punctuation - The Witcher
So er mikudagur aftur, og hvønn mikudag kunna vit vanta eitt hylandi stuttligt, grovt, fúlt og prikandi sarkastiskt spæl ummæli frá bretska/australska, Yahtzee Croshaw, við hansara Zero Punctuation seriu, og hesuferð ein einki undantak. Hygg niðanfyri har PC RPG spæli The Witcher fær ein góðan umgang av verbalum banki + at Yahtzee gevur okkum eitt lítið eyka filmklipp í endanum, sum er ein fúl og skeg parodi av intro'ini til FPS spæli, Painkiller (2004).



Kelda: http://www.escapistmagazine.com/articles/view/editorials/zeropunctuation/2831-Zero-Punctuation-The-Witcher
23/01/2008 klokkan 22:59 - Sammi

Svakt Wii remote fix


Herfyri var tað ein sum ikki fekk ein av kontrollarunum til sín Nintendo Wii at rigga orduliga. Knappar riggaðu og man kundi peika á skermin, men tá ið tað kom til golf, tennis og baseball, so var tað sum um kontrollarin slett ikki var til.

Hann royndi alt hann kundi. Skifta battaríð, resync'a kontrollaran við konsolina, reset'a kontrollaran, men einki hjálpi, so hann ringdi til support linjuna hjá Nintendo. Eftir at hann hevði greitt frá støðuni, gekk samtalan umleið soleiðis:

Vinarlig Nintendo telefon support dama: "Okey - tú skalt taka kontrollaran í hondina og venda síðuna við knøttunum niðureftir, og síðan skalt tú buka hann niður í hendurnar einar tvær tríggjar ferðinar."
Maðurin: "Tú tvætlar?"
Vinarlig Nintendo telefon support dama: Nei, slá nóg hart so at eg kann koyra tað yvir telefonina, men ikki so hart at kontrollarin tekur skaða."
Maðurin: "Ert tú sikkur?"
Vinarlig Nintendo telefon support dama: "Ja"


Ja hann so gjørdi... BANK, BANK, BANK... og vupti so riggaði kontrollarin aftur!

Kelda: http://blog.wired.com/geekdad/2007/12/crazy-wii-remot.html
23/01/2008 klokkan 04:14 - Sammi

PC specs til Assasin's Creed
Hardwarekrøvini til telduútgávuna av Assassin's Creed hjá Ubisoft eru akkurát almannakungjørd og tað sær út til at tey sveima heilt uppi í skýggjunum saman við teimum hjá Crysis, tí hetta eru minimum krøvini til telduna:

Supported OS: Windows XP / Vista (only)

Processor: Dual core processor 2.6 GHz Intel Pentium D or AMD Athlon 64 X2 3800+ (Intel Core 2 Duo 2.2 GHz or AMD Athlon 64 X2 4400+ or better recommended)

RAM: 2 GB (3 GB recommended)

Video Card: 256 MB DirectX 10.0–compliant video card or DirectX 9.0–compliant card with Shader Model 3.0 or higher (512 MB video card recommended) (see supported list)*

DirectX Version: DirectX 10.0 libraries (included on disc)

Hard Drive Space: 12 GB

*Supported Video Cards at Time of Release:
ATI RADEON X1300-1950 / HD 2000 / 3000 series
NVIDIA GeForce 6600-6800 / 7 / 8 / 9 series


Vantandi er tað ein feilur at har stendur at tað krevur DirectX 10, tí at tað finnist ikki til Win XP! Gad vide um Ubusoft fara at geva piratum skyldina fyri vánaliga sølu av spælini og ikki hesu láturliga høgu hardware krøvunum.

Kelda: http://www.yougamers.com/news/17001_ubisoft_unveil_the_pc_specs_for_assassins_creed/
23/01/2008 klokkan 03:37 - Sammi

CoD4 nr. 1 spæl á XB Live


Top listin fyri mest spæla spæl á Xbox Live síðstu vikuna er akkurát komin og sum nakað óvanta liggur Call of Duty 4 ovast omanfyri Halo 3, sum hevur ligi ovast í mánaðar og sum mong eftir hondi vantaðu ongantíð fór at verða sligi.

Halo 3 hevur verið nógv hypa og hevur levera so nøkurlunda, við góðar sølu til framleiðararnar og góðum gameplay til spælararnar. CoD4 hevur ikki verið líka hypa, men vísir seg nú at hava minst líka gott multiplayer og nógv betur single player søgu og gameplay. Tí kann tað gott verða at sølan hjá Halo 3 verður sligin av CoD4.

Kelda: http://www.majornelson.com/archive/2008/01/21/live-activity-for-week-of-1-14.aspx
23/01/2008 klokkan 03:13 - Sammi

10 miliónir WoW spælarir!


Eitt av teimum mestu spældu spølinum í heiminum, um ikki tað mesta spælda, World of Warcraft, hevur nú 10 milliónir spælarir! Tað boðar Blizzard Entertainment frá í dag. Nú hevur tað júst verið jól, so WoW hevur sikkurt ligið undir nógvum jólatrøum. Ferian hevur sjálvandi eisini givið fólkum tíð at byrja uppá spælið (aftur).

Spælið kostar £8 um mánaðin at spæla, og nógv meira í Føroyum, um ein keypur "pre-paid" kort við spælitíð. Hetta er umleið 80 krónur um mánaðin. Tað er 960 krónur um arið. Tá tú hevur 10 milliónir spælarir, verður hetta nógvir pengar tilsamans. Heilt neyvt, 9,6 milliardir krónur; umleið tað dupulta av tí føroyska BTÚ'inum!

Good game, Blizzard. Good game.
22/01/2008 klokkan 22:16 - HForce

Brazil bannar CS og EQ


Brazil hevur nú innført eitt bann mótir spølunum Counter-Strike og EverQuest. Opinbart verður Counter-Strike brúkt til trening av terroristum, og EverQuest skapar bara psykologiskar konfliktir.

Procon, ein organisatión hjá statinum sum er stovnað fyri at verja rættindi hjá forbrúkarum (ironiskt nokk), er byrja at taka øll eintøk av spølunum av hyllunum í handlum. Teir eru eisini byrjaðir at kanna allar netcaféir, sum hava fingið ordrar um at sletta spølini av teirra teldum. Um nakrar caféir ikki akta, fáa tær eina bót pá $3.000, og risikera at blíva stongdar.

EA eru við at gera seg klárar til at taka juridiska aktión mótir hesum álopi á forbrúkara rættindum.

Ein áhugaverdur spurningur: Hvat nú við Made in Brazil, ein av heimsins topp CS liðum?
22/01/2008 klokkan 18:31 - HForce

Bionic Contact Lens
Vísindamenn á University of Washington hava skapt eina prototypu av einari "Bionic Contact Lens"; ein kontaktlinsa sum er full av elektroniskum tøkni, so sum LED-ljós og ein antenna til m.a. tráðleyst internet.

Tá hetta einaferð liðugt-ment, ferð tað at kunna brúkast til alt møguligt, so sum innanfyri læknavísindi, militæri, og enntá gaming.

Sjálvur gleði eg meg til at renna runt í einum totalt virtual-reality Azeroth.

Kelda og full søga: [url=http://www.msnbc.msn.com/id/22731631/wid/11915829?gt1=10841]MSNBC[/url]
[img]http://msnbcmedia.msn.com/j/msnbc/Components/Photo_StoryLevel/080117/080117-bioniceye2-hmed-5p.hmedium.jpg[/img]
22/01/2008 klokkan 12:36 - HForce

2008 Guide Til Gaming Teldur
[img]http://img144.imageshack.us/img144/6505/1402rb32nl3.jpg[/img]
Ert tú í iva hvat fyri hardware tú skalt investera í til eina nýggja spæliteldu, so borðreiða vit fyri einari grein her á Gaming.fo, ið fer í djúptina og kannar hvat er vert at nýta pengar til og hvar man skal spara.

Trýst [url=http://www.gaming.fo/index.php?mod=articles&action=view&id=3]her[/url] fyri at lesa greinina.
21/01/2008 klokkan 23:30 - Sammi

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 220 221 222 223 [224] 225 >