Killing Floor 2 launch trailer


Zombie-spælið Killing Floor 2 er komið út á PC og consoles, seks spælarar kunnu spæla kooperativt fyri at yvirliva zombie apokalypsuna.

Spælið minnir uppá nógvar mátar um stóru succesina Left 4 Dead, men hevur nokk ein nakað ógvusligari stíl, og tað er heldur ikki líka lætt at bara smildra seg gjøgnum eina hordu av zombies. Spælið hevur eisini 6v6 multiplayer, har liðini skiftast um at spæla sum menniskju ella zombies.

Killing Floor 2 er komið út til PC og PlayStation 4 (eisini PS4 Pro). Tú sært launch trailer niðanfyri.

19/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Super Mario Run kemur til iPhone 15. desember


Fyri tveimum mánaðum síðani skrivaði eg um Super Mario Run, komandi spælið við ikoniska frontfigurinum Mario, og tað fyrsta av slagnum sum kemur til smartphones. Endiliga.

Super Mario Run kemur til iPhone tann 15. desember, og til Android telefonir seinni. Tú kanst royna spælið ókeypis, men alt spælið kostar so $10 um tú vilt meira enn eina ókeypis demo.

Nakað av gameplay úr Super Mario Run er niðanfyri.

18/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Planet Coaster kemur út í dag: launch trailer


Ein nýggjur avbjóðari í “theme-park simulator” sjangruni er Planet Coaster, og spælið kemur út í dag.

Vit kenna nokk best sjangruna frá góða gamla Rollercoaster Tycoon, men nógv bendir á, at toymið aftanfyri Planet Coaster hevur stýr á at blása nýtt lív í umsitingar-simulatorin sum vit kenna og elska.

Vit hava sæð nakað líknandi fyrr, tá ið Cities Skylines tók krúnuna hjá SimCity sum dominerandi býar-bygging spælið.

Planet Coaster kemur út í dag, og tú sært launch trailer niðanfyri.

17/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

EVE Online er nú free-to-play


Tað eru nógv, sum hava roynt at spæla EVE Online, men sum simpulthen ikki ordiliga hava klárað at koma gott í gongd. Spælið er nemliga ringt at koma inn í.

Men nú kemur kanska ein nýggjur møguleiki til tín at royna at læra spælið. Tað er nemliga blivið free-to-play, soleiðis at tú kanst spæla tað ókeypis, men sjálvandi við ávísum avmarkingum.

Tó eru avmarkingarnar ikki so stórar sum tær ofta eru. Tann stórsta er, at ávísar “skills” eru lástar fyri tær, so tú kanst ikki læra at flúgva tey stórstu og vandamiklastu skipini. Hetta merkir, at tú kanst í frið og náðum royna spælið ókeypis, uttan at hava eitt mánaðarligt gjald sum ger, at tú kansta følir teg pressaða/n til at fáa sum mest burturúr meðan títt hald er aktivt.

Hetta er eisini fínt fyri spælarar, sum venda aftur til EVE Online. Tín karakterur kann nemliga koma beint í gongd aftur at spæla, heilt ókeypis.

Tú kanst koma í gongd ókeypis á heimasíðuni hjá EVE Online. Trailer fyri nýggja free-to-play møguleikan sæst niðanfyri.

16/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Guardians of the Galaxy sum Telltale spæl


Kongurin av narrativum point-and-click spølum er Telltale Games, sum blivu kend vegna teirra spøl úr The Walking Dead universinum.

Síðani tá hava Telltale útgivið fleiri spøl úr universinum hjá øðrum skaparum. Til dømis er eitt Batman spæl frá Telltale Games, og enntá eisini eitt baserað á Minecraft.

Okkurt bendir á, at eitt Telltale Games spæl er á veg úr Marvel universinum, baserað á filmin Guardians of the Galaxy. Tað varð nemliga funnið á einum lista av spølum í einari sak hjá voice-actors til telduspøl. So sjálvt um spælið ikki er officielt avdúkað, so kunnu vit vænta at tað verður víst fram í nærmastu framtíð.
15/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Mekazoo klárar kanska at liva upp til Sonic


Spælið sum definerar at blása teg gjøgnum ein bana uppá onga tíð er sjálvandi Sonic, har tú stýrir ikoniska bláa tindasvíninum gjøgnum loops og annað í einum 2D heimi.

Nýggja spælið Mekazoo sær út til at vilja geva tær summar av somu upplivingunum. Spælið virkar 2D, men gongur fyri seg í einum lívligum 3D animeraðum heimi. Tú stýrir ikki bert eitt einkult djór, men onkran skapning sum kann skifta millum ymisk djór við ymsum eginleikum, alt eftir hvat situatiónin hevur brúk fyri.

Mekazoo er komið út á PlayStation 4, Xbox One og Steam. Tú sært launch trailer niðanfyri.

14/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Stór uppdatering til Warframe


Eitt free-to-play spæl sum hevur yvirlivað leingi eitur Warframe. Spælið kom út í 2013, og er enn eitt væl dámt co-op spæl, har tú berjist í tínari “warframe” saman við vinum móti hordum av teldustýrdum mótstandarum í einum sci-fi universi.

Ein nýggj uppdatering til spælið er júst komin, og hon eitur The War Within. Nýggjar missiónir eru klárar til tín at prøva kreftir á, í spildurnýggjum umhvørvinum við forbetraðum grafikki. Eisini nýggj sløg av mótstandarum standa klárir at knúsa teg sundur.

Tú sært trailer fyri The War Within ekspansiónina til Warframe niðanfyri.

13/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Bygg og yvirliv í nýggjari sandbox MMORPG


Planet Explorers er komið út á Steam. Spælið blakar teg á eina nýggja planet, sum er full av villum djórum í einum umhvørvi sum ikki vil tær tað besta.

Tú ert partur av einari nýggjari koloni, sum skuldi lenda í frið og náðum á hesari planetini, men tað gongur heilt galið, og skipið hjá tær krasjar.

Summi vilja samanbera spælið við Minecraft, í tí at tú kanst byggja øll møgulig tól at hjálpa tær at yvirliva umhvørvi. Tú sært launch trailer fyri Planet Explorers niðanfyri.

12/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 5 [6] 7 ... 222 223 224 >