Spæl Tron í GTA5 við nýggjum minigame


Seinasta Grand Theft Auto spælið er ein stórur sandkassi í býnum Los Santos, men hevur eisini nøkur meira ítøkilig íkast til hvat tú kanst gera.

Eitt nýtt íkast kemur í form av Deadline, ein nýggj Adversary Mode har fýra spælarar fáa hvør sína litfagra súkklu og koma upp móti hvørjum øðrum júst sum í klassikaranum Tron. Tín súkkla hevur eitt ljósspor aftaná sær, og um nakar nertir tað, spreingja tey í luftina. Soleiðis skalt tú eliminera allar mótstandarar fyri at vinna.

Tú sært eitt video um GTA Online: Deadline niðanfyri.

11/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nýggjur trailer fyri Space Hulk: Deathwing


Vit sóðu fyrr í ár tað fyrsta til Space Hulk: Deathwing, har tú kemur at berjast umborð einari gigantiskari samling av gomlum rúmdarskipum sum ein Space Marine í Warhammer 40K universinum.

Spælið minnir uppá nakrar mátar um spøl sum Left 4 Dead og Vermintide, har tú berjir teg gjøgnum ein heim av ódjórum saman við tínum partnarum.

Tú sært ein nýggjan trailer fyri spælið niðanfyri, sum forklárar støðuna tú verður tveittur út í. Space Hulk: Deathwing kemur út tann 9. desember í ár til PC.

10/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nostalrius vanilla WoW server kemur aftur


Fyrr í ár varð væl umtókti Nostalrius vanilla WoW servarin lukkaður niður. Servarin hevði fleiri enn 150.000 aktivar spælarar, sum allir vildu sleppa at halda áfram at spæla World of Warcraft í sínari “vanilla” útgávu uttan allar tær ekpansiónir sum eru komnar síðani spælið varð útgivið.

Nú hoyra vit, at servarin kemur á lívi aftur. Tað er ein annar privatur servari, Elysium, sum fær hetta at henda. Saman við nøkrum av toyminum hjá Nostalrius hava tey valt at host’a gamla servaran, og allir characters verða fluttir yvir til nýggjar servers hjá Elysium.

Vit vita ikki heilt, nær hetta hendir, men tað merkir at um tú spældi á Nostalrius áðrenn hann lukkaði niður, so kanska tú halda áfram at spæla við tínum sama character sum um at einki varð hent. Tú kanst lesa nakrar fleiri detaljir um hvussu hetta riggar á officiellu útsøgnini.
09/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Iron Harvest á veg við diesel-punk RTS


Ein áhugaverdur fiktivur heimur eitur er tann hjá polska Jakub Rozalski, og heimurin eitur 1920+. Tað snýr seg um eitt alternativt univers aftaná fyrsta heimsbardaga, har stórar men onkursvegna primitivar mechs verða brúktar í kríggi.

Iron Harvest er eitt spæl sum gongur fyri seg í 1920+. Spælið kemur at snúgva seg um storytelling í hesum universinum, og tekur inspiratión frá spølum sum Company of Heroes og XCOM.

Banar verða opnir og sandbox-líknandi, og tú kemur at berjast við og ímóti stórum mechs, men eisini við “vanligum soldatum” til fóts. Spælið verður ment til PC, PlayStation 4 og Xbox One.
08/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Daglig bonus points koma til Pokémon GO


Spælið Pokémon GO er sum kunnugt ein kempistór succes, sjálvt um ein stórur partur av teimum sum byrjaði at spæla síðani eru steðgaði. Nú kemur ein uppdatering sum roynir at forða fleiri í at steðga.

Tá ið tú fangar pokémons, so fært tú typiskt 100 XP og 100 Stardust. Tú samlar tær fleiri levels við at fáa XP, og tú kanst gera tínar pokémons sterkari við at brúka Stardust.

Aftaná uppdateringina fært tú eina serliga bonus fyri tann fyrsta pokémon tú fangar hvønn dag. Tann fyrsti tú fangar hvønn dag gevur tær 500 eyka XP og 600 eyka Stardust. Um tú fangar minst ein um dagin í eina heila viku, so fært tú eina bonus á 2.000 XP og 2.400 Stardust.

Tú skalt eisini snara PokéStops hvønn dag. Tað fyrsta um dagin gevur tær 500 eyka XP og eyka items úr stoppinum, og um tú blívur við í eina viku, so fært tú eisini 2.000 eyka XP.

Tú kennir ivaleyst til at hava spælt eitt spæl, men so hildið pausu í nakrar dagar, og so kemur tú ikki ordiliga í gongd aftur. Hendan uppdateringina skal sjálvandi forða hesum, við at halda teg koyrandi hvønn dag.
07/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Hearthstone ekspansión: Mean Streets of Gadgetzan


Ein nýggj ekspansión er á veg til Hearthstone, og hon eitur Mean Streets of Gadgetzan. Tað hevur eitt klassiskt “gangster” tema, og snýr seg um tríggjar bandar sum berjast um vald í býnum: Grimy Goons, Kabal og Jade Lotus.

Sum nakað heilt nýtt við hesari ekspansión koma kort, sum er eitt stað millum class cards og neutral cards. Tey kunnu nemliga brúkast av trimum ymsum klassum, sum til dømis av Grimy Goons bandanum, sum er Hunters, Paladins og Warriors.

Tú sært cinematiska trailer fyri Mean Streets of Gadgetzan niðanfyri.

06/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Overwatch stuttfilmur: Infiltration


Ein spildurnýggjur figurur til Overwatch, FPS spælið hjá Blizzard, er avdúkaður. Hetta varð gjøgnum stuttfilmin Infiltratión, sum vísir nýggja figurin Sombra berja seg gjøgnum ein russiskan militær basa.

Blizzard hava útgivið fleiri stuttfilmar eftirhondini úr teirra universi, sum vísir fram bakgrundina hjá Overwatch og teirra figurum. Tú finnur nakrar av teimum her:

Recall
Alive
Dragons
Hero

Tann nýggjasta stuttfilmin Infiltration finnur tú niðanfyri. Detaljur um nýggja figurin Sombra finnur tú á hesari leinkjuni.

05/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Lívið sum skipari í Abandon Ship


Í Abandon Ship ert tú skiparin umborð á tínum seglskipi, og tú fjakkar havið runt í einum “procedurally generated” heimi.

Spælið hevur taktiskar bardagar við onnur skip og ódjór úr havinum. Tað minnir eitt sindur um FTL: Faster Than Light og Sunless Sea, og hevur nemliga eisini permadeath.

Abandon Ship kemur út næsta ár. Tú sært avdúkingar trailer fyri spælið niðanfyri.

04/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 6 [7] 8 ... 222 223 224 >