Pokémon GO heldur eisini jól


Fyri tveimum mánaðum síðani helt Pokémon GO Halloween, og spælið heldur áfram at hátíðarhalda serligar dagar. Hesuferð er tað jól, og tað merkir ymsar fyrimunir til tín!

Frá í dag og til og við 3. januar fært tú ein ókeypis Incubator hvønn dag úr tí fyrsta Pokéstop tú vitjar tann dagin. Tað eru eisini størri líkindi fyri, at tú finnur egg sum klekja Pichu, Togepi og aðrar nýggjar pokémons.

Frá tí 30. desember og til og við tann 8. januar hevur tú eisini størri líkindi fyri at finna starter pokémons Bulbasaur, Charmander og Squirtle, umframt teirra evolutions. Lure modulir fara eisini at halda í ein heilan tíma, ístaðin fyri tann vanliga hálva tíman.
25/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Gleðilig Jól gamers 2016


Enn eitt ár, enn eini jól. Frídagurin har tú antin fært ein deiligan døgurðan serveraðan, ella stríðist í allan dag fyri at servera hann fyri restini av familjuni.

Óansæð um tú sleisar ella stríðist, so vóni eg at tú fært eitt sindur av tíð til at spæla við onkran pakka. Tað verður mann ongantíð for gamal ella gomul til. Eg lovi tað.

Gleðilig jól frá Gaming.fo til tín og tíni!
24/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Tú ert úti eftir blóði í spælinum Vampyr


Eftirhondini hava vit nokk sæð eitt sindur for nógv til popputar vampyrar sum skína í sólini, men hetta spælið sær út til at taka vampyr-sjangruna aftur til røttu røturnar.

Tú ert læknin Jonathan Reid, sum er blivin til eina vampyr. Tín nýggja sjúka fær teg til at vilja gera teg inn á ósek offur, men samstundis hevur tú sum lækna lova ikki at gera nøkrum fortreð. Spælið snýr seg í stóran mun um konfliktið millum hesar báðar síðurnar hjá tær.

Vampyr kemur út næsta ár til Windows, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært ein nýggjan trailer niðanfyri.

23/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Fótbóltsliðið FCK ognar sær CS:GO lið


Tað eru longu átta stutt ár síðani, at Gaming.fo skrivaðu um, at Fremad Amager varð fyrsta fótbóltsliðið sum fór at royna seg við e-sport.

Nú er aftur eitt danskt fótbóltslið við at síggja møguleikarnar í hesum. Tað er fremsta danska fótbóltsliðið FCK sum sigst at vera í gongd við at ogna sær donsku spælararnar sum inntil fyri stuttum spældu fyri enska felagið Team Dignitas, sum forrestin varð keypt av einum amerikanskum NBA felagið fyrr í ár.

Spælararnar eru:

  • Rene “cajunb” Borg
  • Kristian “k0nfig” Wienecke
  • Mathias “MSL” Lauridsen
  • Ruben “rubino” Villarroel
  • Emil “Magisk” Reif
  • Casper “Ruggah” Due (venjari)
22/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Launch trailer fyri Shantae: Half-Genie Hero


Old-school platformarin Shantae er afturkomin, hesuferð við Half-Genie Hero. Tú kemur at hoppa runt og berjast móti piratum við tínum fabulous hestahala.

Shantae: Half-Genie Hero er útkomið til PlayStation 4 og PS Vita, og kemur út 27. desember til Wii U. Tú sært launch trailer niðanfyri.

21/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Dynasty Warriors 9 avdúkað


Í spælrøðini Dynasty Warriors eru bardagar millum fleiri túsund krígsfólk í stórum episkum konfrontatiónum settar undir kinesiskum dynastium.

Tað næsta spælið í røðini er fyri stuttum avdúkað, og eitur Dynasty Warriors 9. Tað kemur at ganga fyri seg í einari opnari verð, har tú kanst ferðast frítt í landslagnum og millum bygdir.

Dynasty Warriors 9 kemur væntandi út til PlayStation 4. Tú sært ein stuttan teaser fyri spælið niðanfyri.

20/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Eitt nýtt gamaldags hockey spæl


Stórtíðin hjá hockey spølum er farin, men Old Time Hockey vil venda hetta við aftur. Spælið bjóðar eina arcadey hockey uppliving við bardagum og øllum sum skal til.

Tá ið tað kemur til ítróttar spøl er tað FIFA sum bestemmar, men vit eru nokk nógv sum hava spælt stuttlig hockey spøl gjøgnum tíðina og leingjast eftir teimum. Hetta spælið roynir at skapa eina atmosfæru við góðum, gamaldags hockey har tú sleppur at berjast móti tínum mótstandari og alt ikki noyðist at vera so realistiskt (eldur í netið ftw).

Old Time Hockey kemur út næsta ár til PlayStation 4, Xbox One og á Steam. Tú sært avdúkingar trailer niðanfyri.

19/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Cinematiskur trailer fyri Dragon Quest XI


Klassiska japanska røðin Dragon Quest fær eina installatión afturat, og hesuferð verður tað Dragon Quest XI. Tað verður útgivið til bæði “ordilig” consoles og til hándhildna Nintendo 3DS.

Spælið varð avdúkað í fjør, og stendur til at koma út í Japan næsta ár. Sum fyrr, so kemur tú at berjast í einum fantasi-heimi við einari ørgrynnu av ódjórum.

Dragon Quest XI kemur út til PlayStation 4, Nintendo Switch og Nintendo 3DS. Tú sært nýggja cinematiska trailer fyri spælið niðanfyri.

18/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 [2] 3 4 5 6 ... 223 224 225 >