Brazil bannar CS og EQ
22/01/2008 klokkan 18:31 - HForce


Brazil hevur nú innført eitt bann mótir spølunum Counter-Strike og EverQuest. Opinbart verður Counter-Strike brúkt til trening av terroristum, og EverQuest skapar bara psykologiskar konfliktir.

Procon, ein organisatión hjá statinum sum er stovnað fyri at verja rættindi hjá forbrúkarum (ironiskt nokk), er byrja at taka øll eintøk av spølunum av hyllunum í handlum. Teir eru eisini byrjaðir at kanna allar netcaféir, sum hava fingið ordrar um at sletta spølini av teirra teldum. Um nakrar caféir ikki akta, fáa tær eina bót pá $3.000, og risikera at blíva stongdar.

EA eru við at gera seg klárar til at taka juridiska aktión mótir hesum álopi á forbrúkara rættindum.

Ein áhugaverdur spurningur: Hvat nú við Made in Brazil, ein av heimsins topp CS liðum?

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 1 - 22/01/2008 klokkan 19:44

lol?
bugvi

10/01/2009

Stað: -
Innlegg: 6
# 2 - 22/01/2008 klokkan 21:41

Tjaaaaa, skjótt fer Jenis nokk at gera tað sama her
HForce

16/10/2017

Stað: -
Innlegg: 4357
# 3 - 22/01/2008 klokkan 21:54

Góði gamli Jenis hjá okkum, eh?
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 4 - 22/01/2008 klokkan 22:49

Eg segði tað við teg bugvi, tú skuldi ikki stemma uppá Jenis. Nú slapp hann inná ting allíkavæl! Nú er alt fortapt!!!

Heheh tvætl
DemonHunter

03/02/2008

Stað: -
Innlegg: 9
# 5 - 23/01/2008 klokkan 02:17

Haha wtf .. EQ ??

Havi spælt tad spæli í 6 ár út í eitt, dugi fanime ikki at síggja tad sum nækad psykologiska ávirkan ... ella ? ahem :p

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.