Air Brawl komið á Kickstarter
23/10/2014 klokkan 07:00 - HForce


Eg havi fyrr skrivað um Air Brawl, eitt arcadey flúgvi spæl sum er gjørt av einum indie svenskara.

Spælið fer heilt burtur frá realistiskari simulatión. Tað hevur hvassar kontrols og vápn sum katapultir og sniper riflir á flogførunum.

Nú er spælið farið á Kickstarter fyri at fáa sína fígging. Har verður søkt eftir 350.000 svenskum krónum. Fyri 100 SEK fært tú spælið tá tað kemur út, og fyri 150 SEK fært tú spælið og sleppur í alpha + beta.

Tú sært Kickstarter video hjá Air Brawl niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.