Soulcalibur IV kemur í juli
17/04/2008 klokkan 12:13 - HForce


So hava vit endiliga fingið at vita nær Soulcalibur IV kemur út. Hendan serian hevur veri ein favorittur millum fighting-spøl, og Soulcalibur IV verður tað fyrsta í seriuni á current-generation consolinum.

Spælið kemur út í Norðuramerika tann 29. juli, á PlayStation 3 og Xbox 360. Tit sum keypa tað á PS3 fara at fáa tann ekslusiva character Darth Vader, meðan Yoda verur at finna á XB360. Spælið fer at hava online multiplayer.

Bæði tað vanliga spælið og Premium Edition útgávan koma út, og Premium Edition er í pakkað í metali, og kemur at kosta $79.99 (370 kr.). Premium Edition útgávan kemur við einari tekniseriu, sum er ein prequel til søguna í Soulcalibur IV, ekslusiva atgongd til "extra customization content", og eitt sokallað "tournament kit".

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.