WoW hevur aftur 10 mio. spælarar
21/11/2014 klokkan 08:00 - HForce


World of Warcraft hevur verið ígjøgnum harðar tíðir. Frá toppinum við 10 milliónum subscribers, er talið fallið við fleiri milliónum.

Men nú meldar Blizzard út, at talið á subscribers er komið heilt upp á 10 milliónir aftur. Hetta hongur sjálvandi saman við útgávuni av fimtu expansion hjá World of Warcraft, Warlords of Draenor. Fyrsti 24 tímarnar aftaná útgávuni vórðu yvir 3,3 milliónir eintøk av WoD seld.

Við keypinum av WoD fært tú eitt level-boost til ein character upp til level 90.

Hevur tú lopið á Draenor við nýggju expansion? Minnist tú til at eta?

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.