AC Unity fær ókeypis DLC
28/11/2014 klokkan 08:00 - HForce


Tú hevur ivaleyst hoyrt um katastrofalu launch hjá Assassin's Creed Unity. Spælið var skítfult av bugs tá tað varð lanserað, og Ubisoft hava eisini fingið nógvan kritikk fyri ymisk nýggj elementir. Eitt nú hevur AC Unity serligar chests sum bara kunnu opnast við einari tilhoyrandi app. Eisini hava Ubisoft verið aggressiv við sokallaðum "embargoes", har miðlar ikki sleppa at útgeva reviews fyrr enn aftaná spælið er komið út.

Ubisoft siga nú orsaka, og bjóða øllum spælarum tað fyrsta DLC ókeypis. Fyrsta DLC til AC Unity eitur Dead Kings, og Ubisoft vónar at tað er nokk til at fáa onkran at fyrigeva seg.

Tey sum eiga eitt Season Pass, tvs. tey fáa øll DLC ókeypis, fáa nú møguleikan at velja sær eitt ókeypis spæl frá Ubisoft. Um tú hevur eitt Season Pass, kanst tú velja millum hesi spølini:
  • The Crew
  • Far Cry 4
  • Watch Dogs
  • Assassin’s Creed Black Flag
  • Rayman Legends
  • Just Dance 2015

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.