18/04-2008 - PSN Tíðindi
19/04/2008 klokkan 23:19 - PSnake
Í dag byrjar ein røð av tíðindum, ið eg vóni, at eg kann klára at skriva einaferð um vikuna, fríggjadag ella leygardag. Playstation Network (Eisini kent sum PSN) útgevur hvønn fríggjadag ymiskt, ið kann takast niður til tína Playstation 3.

Hesa vikuna er eitt heilt nýtt layout klárt til okkum, ið riggar sera væl til layoutið á tíni PS3. Tað er blátt, og hevur eina aldu í bakgrundini, líkasum tann vanliga bakgrundin á eini Ps3.
Kanska skiftur hon lit hvønn mána eisini?

Men tað meiri áhugaverda er hvat nýtt er at taka niður. Hesa vikuna er nógv at taka av, og tey eru ikki øll bara smáting. Ein beta verisón av Metal Gear Online kann takast niður.
Endiliga fáa vit vanafólk ein smagsprøva uppá Metal Gear Solid 4
Og tað er ókeypis!

Warhawk verður ofta sagt at verða ein av bestu spølunum til Ps3, og nú eru ymsar nýggjar greiður at fáa. Ein nýggjur bilur ið eitur Armor Personnel Carrier, og ein bani, ið eitur Vaporfield Glacier.
Hann kostar 44,95,-

Lair var nógv umtala áðrenn Ps3 var komin út, og nú er so ymiskt nýtt at fáa til tað. Tvær nýggjar drakur, har onnur eitur Poison Dragon, og hon skuldi verði sera sterk.
Harafturímóti kemur so eisini Wind Dragon, sum uppgevur eitt sindur av styrki, fyri heldur at verða skjót.

Super Stardust fær nú nakrir fleiri hentleikar. Trý nýggj 'Modes', ið eru Endless, Survival og Time Attack. Eisinis tendur tað at hava størri eksplosiónir! Eksplosiónir eru altíð best, tá tær eru stórar, ikki so?
Hann kostar 29.95,-

Man kann eisini fáa eina demo av Superstar Tennis, ið er eitt spæl fyri tykkum Sega fjepparar. Spælið hevur teir kendastu verurnar úr Sega spølunum, sum Sonic og Dr. Robotnik (Eggman).
Tað er eitt demo, og tí eisini ókeypis.

Og so er ein sang pakki til Guitar Hero 3. Hann er ókeypis, og hevur 3 sangir hjá Dropkick Murphys. Síðst eru so 4 Trailarir, til hesi spøl: Superstar Tennis, Los Planet - Extreme Condition, Grand Theft Auto 4, BC Rearmed.

Hesarferð var sera nógv nýtt Latum okkum vóna, at teir fara at blíva við at hava so nógv til okkum framyvir

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Keres

05/07/2009

Stað: -
Innlegg: 412
# 1 - 20/04/2008 klokkan 20:27

Super uppdatering - men...

Fyri at spæla MGS4, mást tú uppratta ein brúkari á id.konami.net -
og heimasídan er CRASHA, tí so nógv fólk royna at uppratta ein brúkara... hopefully fiksa teir tad í dag -_-'
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 2 - 20/04/2008 klokkan 20:52

Deilig nyggjheit PSnake.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 3 - 25/04/2008 klokkan 14:20

hahaha , yeah servarin hja teimum bleiv messed up xD

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.