Yvir 2 mio. til Smite kapping
26/12/2014 klokkan 08:00 - HForce


Smite er ein MOBA, sum veksur í populariteti. Sjálvur havi eg ikki spælt tað síðani beta, men tá virkaði tað sum eitt stuttligt casual MOBA spæl.

Tað líkist flest øllum MOBA spølum. Tvey lið, fimm spælarar á hvørjari síðu, tríggjar lanes, towers, creeps og ein bygningur sum skal oyðileggjast fyri at vinna. Tann stóri munurin var tó, at Smite ikki er top-down, men verður spælt úr triðja persóni. Hetta merkir eisini at mann faktiskt skal sikta har mann vil sláa og skjóta, og ikki bara klikka á ein mótstandara.

Smite hevur ikki fingið somu stóru mainstream uppmerksumheit sum Dota 2 og League of Legends, men tað tykist at verða blivið væl dámt av sínum spælarum. Til komandi World Championship hevur Smite selt serligar in-game items, har ein partur av inntøkuni fer beinleiðis til premiupuljuna, júst sum Dota 2 gjørdi við sínum Compendium. Higartil er puljan farin uppum tvær milliónir dollars.

Mennarin av Smite er Hi-Rez Studios, sum eisini er kent fyri at royally reyvrenna Tribes: Ascend. Ja, eg eri enn bittur.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

22/12/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 1 - 26/12/2014 klokkan 13:04

Eg haldi tað er eitt sindur rotið at síggja tey blaka so nógv eftir einum me-too moba spælið, tá tey kundu havt skapt nakað heilt serligt við Tribes.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.