Word processor í Minecraft
10/01/2015 klokkan 08:00 - HForce


Nógv flott, løgin og svøk ting eru gjørd í Minecraft, og her kemur enn eitt: ein funktionellur word processor.

Sum annar Minecraft elektronikkur, er hendan maskinan gjørd við redstone, og hon hevur ein 5x10 skerm sum mann kann skriva á við einum keyboard. Tað ber enntá til at goyma fílar og opna teir aftur.

Við tí innbygda keyboardinum kanst tú skriva allar vanligar stavir, bæði við lítlum og við stórum. Har eru eisini tøl og symbolir.

Sum so nógvar aðrar, er hendan maskinan imponerandi. Tú sært eina demonstratión niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.