Square Enix royna horror
25/04/2008 klokkan 15:14 - HForce


Nú kemur eitt spæl frá Square Enix, sum kanska er eitt sindur annarleiðis. Teir eru við at gera eitt Survival Horror spæl til Nintendo DS, sum enntá er first-person.

Tey flestu vildu kanska ikki valt DS at gjørt eitt survival horror spæl, men tað virkar sum um Square hava eitt gott konsept. Mann heldur DSin uppi, sum eina bók. So brúkar tú stylusið at gera alt, sum at flyta teg fram og opna hurðir.

Tú hevur ein vinmann, sum er horvin. Tú finnur útav at hann hevur spælt eitt spæl, sum ikki er eitt heilt vanligt 2D RPG spæl, men er cursed. Ein sum spælir hetta spælið, doyr innanfyri eina viku.

Hetta spælið (hjá Square, ikki tað sum er cursed) virkar áhugavert, og hevur nøkur nýggj ting, so sum surround ljóð.

Spælið kemur út í Japan tann 3. juli.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.