Battlefleet Gothic verður til telduspæl
20/01/2015 klokkan 08:00 - HForce


Battlefleet Gothic er tabletop spælið hjá Games Workshop, har rúmdarskip spreingja hvønn annan í lutfina (rúmdina?) á tínum borði. Tað gongur fyri seg í sama universi sum Warhammer 40K.

Warhammer 40K er blivið gjørt til eitt RTS telduspæl, og nú er túrurin eisini komin til Battlefleet Gothic. Spælið verður gjørt við Unreal Engine 4 tøknini, og tú fært møguleikan at spæla sum ein av fýra factions: Imperial, Chaos, Eldar og Ork.

Har eru ikki komnar detaljur um akkurát hvussu campaign kemur at rigga, men vit vita at tú sleppur at customize'a tíni skip við vápnum og øðrum tólum. Yvirlivandi skip og teirra crews fáa experience til næsta bardaga.

Eg havi altíð vilja roynt Battlefleet Gothic, men so skal mann samla og mála eina rúgvu av fysiskum tingum. Fyri ikki at tosa um at finna eitt stað har mann kann goyma tey. Nú fái eg kanska endiliga møguleikan!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.