25/04-08: PSN Tíðindi
25/04/2008 klokkan 22:58 - PSnake
So er tað aftur fríggjadagur, og har er komið nokkso nógv nýtt aftur í PlaystationStore, og har eru nøkur áhugaverd ting at hyggja at.

Tað mest áhugaverda er nokk Rocketmen: Axes of Evil. Hettar er eitt skjótispæl, har man sær úr fugla perspektivi. Man byrjar við at síggja eitt solitfagurt bílæt av høvuðspersónunum, sum til ber. Man skuldi næstan trúð, at Nintendo hevði gjørt tað Men tað er annars gjørt av A.C.R.O.N.Y.M. Games Inc.
Ja, eg kenni tað heldur ikki.
Um tað er vert tær 80 krónurnar tað kostar ella ikki, skal eg ikki meta um, men hettar er eitt spæl tú burdi prøvað, um tú hevur eina Ps3. Tað er eitt sindur øðrvísið, og tó at allar vittigheiturnar í samtalunum ikki heilt virka, so er tað nokkso stuttligt.
Tað eru nøkur, ið flúgva til eina rúmstatión, har Marsmenn hava tikið yvir, og tað er tín uppgáva at sløkkja bumburnar umborð og bjarga eeini konu. Góða eydnu.

Dámar tú mini-spøl, so er Bishi Bashi Special komið. Kanska kenna tey flestu tað ikki, men nøkur, ið spældu Ps1, kenna tað kanska aftur. Hettar er hagani, er litfagurt, hevur 85 minispøl og kostar bara 40 kr. Um ein dámar mini-spøl, er hettar nokk vert at prøvað.
Líkasum hini Ps1 spølini í PSN, so kann hettar eisini spælast á tíni PSP!

Men best at øllum er ''God of War: Chains of Olympus'' demoið. God of War er sera kent, og nógv hava bíðað eftur hesum spælinum til PSP. Eg má siga, at eg eri ein teirra. Nú havi eg endiliga fingið avprøvað eitt God of War spæl, og má siga at bæði graffikkur og gameplay bergtóku meg, sjávlt um tað hakkaði eitt sindur.
Vónandi er tað rættað, tá vit fáa hendur á tað. Men hevur tú ein PSP, og hevur ikki longu prøvað tað, so prøvað tað!

Annars kann man nú kepa upprunan til kendu seriuna Command ANd Conquer, av tí at fyrsta spælið í seriuni fæst nú til keyps í PlaystationStore. Tað riggar bæði til PSP og til tína Ps3. Hvør hevði vantað, at PSP longu fór at fáa eitt RTS spæl?

Nú fæst eisini ein eykapakkið til Call of Duty 4, eg gleði meg til at fáa tær 75,95,-, ið tað kostar at keypa. Við tí koma 4 nýggir banar.
Creek, ein bygd plága av bardaga, har tað best er at halda seg fjaldan.
Broadcast, ein samskiftisbygningur hjá fíggindanum, bæði við smalum gongdum og opnum parkerings plássum... Bíða, kenni eg ikki hettar aftur frá Counter Strike?
Chinatown, eitt miðbýarumhvørvið við mjørka, bert lit upp av ljósinum frá mánanum.
og Killhouse, eitt venjingsvøruhús við pappbygningum, og bæði hørðum og bleytum goymistøðum.

Sìðst eru so tveir trailarir og nølur bíløt. Ein trailari til Resistance 2 er útið. Hann er minni enn ein minuttur langur, men trúgv mær, tað er vert at síggja, um tær dámdi tað fyrri spælið. So er eisini ein trailari til Broken Mirror eykapakkan til Warhawk, og backgrundsbíløt av Metal Gear Solid 4 og MotorStorm.

Alt í alt, eitt nokkso lekkurt úrval, líkasum síðst. Kanska hevur Sony tikið se saman, og ætlar at halda á framm við at geva okkum so nógv hvønn mánaða

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 1 - 26/04/2008 klokkan 03:56

Sakin PSanke! Hatta er ein massiv grein.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 2 - 26/04/2008 klokkan 05:15

Ja, tað er líka við, at tað er ein grein XD

Men fyri meg er hettar smáting XD Bíða bara inntil greinin kemur, ið eg havi skrivað

Men eg havi hugsað. Burdi eg 'bolda' nøvnini í hvørjum paragrafi? td 'Call of duty 4' og 'Command and Conquer'?
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 3 - 27/04/2008 klokkan 17:30

Jú fleiri yvirskriftir høvdu hjálpt til at strukturera ein so langan týðindastubba.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.