Yvirlit av Hearthstone tíðindum
10/02/2015 klokkan 08:00 - HForce


Eg havi sett upp eina síðu, sum gevur yvirlit yvir Hearthstone tíðindi frá fleiri ymiskum síðum. Í løtuni verða tíðindi heintaði frá m.ø. Hearthstoneplayers, HearthPwn, GosuGamers og LiquidHearth.

Eg gjørdi tað fyrst og fremst fyri at kunna sjálvur fylgja betri við í Hearthstone, og fáa eitt skjótt yvirlit av øllum sum hendir. Vónandi kann onkur annar eisini fáa nyttu úr tí.

Tit finna síðuna her: 24hearthstone.com

Hon er enn eitt work-in-progress, og eg vil gjarna hava feedback!

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 1 - 10/02/2015 klokkan 17:04

Sortering via RSS tags hevði verið nokso nice, men hetta virkar nokk best um tað eru nøkur standard tags í hesum greininum. Hugsi serliga tags sum td. "deck guide", "competition" etc*. Nú veit eg ikki akkurát hvussu tú hevur gjørt síðuna, men um tú heintar yvirskriftinar via RSS so burdi hetta ikki veri serliga trupult at implementera.

*Fylgi ikki so øgiliga nógv við Hearthstone, so veit ikki heilt hvørji evnir eru relevant at sortera eftir.

Annars áhugaverd síða, havi bookmarka so eg kann fylgja við hvat tú gert við hana.
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 2 - 10/02/2015 klokkan 17:28

Cool, takk fyri feedback og bookmark.

Tað eru bara tey "ráu" RSS feeds sum eg vísi har. Tey verða ikki víðari sorteraði.

Eg havi eisini hugsað, um mann kundi ekspandera tað til onnur kompetitiv spøl.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.