Zelda live-action seria?
08/02/2015 klokkan 08:00 - HForce


Skjótt kemur kanska ein live-action Legend of Zelda seria. Tað sigst nemliga, at Netflix fyrireika eina produktión, og at tey í løtuni leita eftir skrivarum til eina tílíka seriu.

Ætlanin er opinbart, at Legend of Zelda serian skal minna um Game of Thrones, men í einum meira familju-vinarligum formi. Hon skal snúgva seg um søguna vit kenna so væl. Ein ungur drongur, sum eitur Link, skal bjarga einari prinsessu sum eitur Zelda, og einum fantasi-heimi sum eitur Hyrule.

Spurningurin er, um Nintendo vilja leggja navn til eina seriu. Síðstu ferð tey fluttu seg úr spæl-formatinum, endaði tað við Super Mario Bros., filmurin sum varð útgivin í 1993. Tað er nakað sum Nintendo allarhelst vilja gloyma, men enn hevur eingin loyvt teimum tað.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 1 - 08/02/2015 klokkan 14:23

Eg eri eitt sindur ivasamur, um at gera eitt "barnavinarligt GoT".

Eg vóni at tey faktiskt gera eina góða seriu, og ikki bara útnytta navnið til at gera eina bíliga eftirlíkning.
Kletturin

24/04/2018

Stað: -
Innlegg: 110
# 2 - 08/02/2015 klokkan 22:49

Eg skilji ikki hví teir: Nintento og Netflix ikki velja at animera ístaðin fyri at spæla inn live-aktion. vanlig tekning er sjálvandi møgulig, men CGI animatión er so fullkomiliga upplagd sum nakað kann vera og hevði art-style frá Wind Waker, ella nýggja zelda til Wii U eisini hevði verið valt hevði serian sæð forbiðið lekkurt út!

Eg øtist yvir at tað nú verður live-aktion, tí í LA skal einki til fyri áðrenn alt kennist so ekstremt kiksað og falskt.
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 3 - 08/02/2015 klokkan 23:24

hevur nakar sæð super mario filmin? kann hann viðmælast?

EDIT: hann finst á youtube: https://www.youtube.com/watch?v=UGGS0YozIgk


Siðst broytt av dekanfari tann 08/02/2015 klokkan 23:29 (broytt 1x)

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.