WoW pet samlar pengar til ebola
13/02/2015 klokkan 08:00 - HForce


Sum øll vita, hevur ebola sjúkan herjað Afrika í nakrar mánaðir nú. Nógv privatfólk, statir og vælgerandi felagsskapir hava gjørt nógv burturúr at savna pengar inn til at berja sjúkuna og taka sær av offrum.

Eisini Blizzard kom uppí. Í desember mánaði kundu WoW spælarar keypa eitt in-game pet sum eitur Argi, har 100% av søluni fór til Reyða Kross fyri at hjálpa átakinum við at berjast móti sjúkuni.

Átakið endaði við at savna yvir 1,9 milliónir USD inn til endamálið, sum svarar til umleið 12,5 milliónir DKK.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.