Týskland eru heimsmeistarar
29/04/2008 klokkan 13:08 - Morgan


Clanbase Nationscup XI verður hildið einaferð um ári, har tey bestu liðini úr hvørjum landi sláa seg saman og dystast um hvør er besta landið í heiminum innan fyri heimskenda spælið Counter-Strike.


Í gjár varð so finalan spæld og dysturin stóð millum Týskland og Rusland.
Alternate aTTax og Mousesports representeraðu Týskland og Virtus.Pro og EYESports representeraðu Rusland.

Teir spældi best-out-of-3 maps og fyrsti dystur bleiv skotin í gongd á bananum de_inferno, tað sá tætt út at byrja við men týskarirnar vóru skjótir at læra hvussu russararnir spældu og kláraðu at buldra gjøgnum teirra verju, so russararnir mistu skjótt tamarhaldi á spælinum og endaðu at tapa fyrsta dyst 16-5 til eitt væl spælandi Týskt landslið.

Næsti dystur fór skjótt í gongd á de_nuke og aftur misti russararnir tamarhald á spælinum, týskarirnar vóru væl uppgearaðir aftaná tann fyrsta dystin. Og tað tók ikki leingi so var eingin vón at Russland kundi vinna.

Næsti dystur endaði 16-5


So Týskland kunnu kalla seg heimsmeistarar í CS, teir einastu sum kundi geva teimum eitt sindur av mótstøðu var Svøríki sum kláraði at vinna 1 út av 3 spølum.

Tillukku Týskland!


Clanbase Nationscup XI results

1. Germany Spælarir:approx, paN, roman, Kapio, Tixo

2. Mother Russia Spælarir: hooch, redman, XomA, LeX, ROMJkEH

3. Sweden Spælarir: SpawN, face, JAEGARN, allen, Gux

4. Norway Spælarir: noLA, prb, stingeR, REAL, t0s


Hvør veit kanska næsta ár verður Føroyar millum hesar, hehe




Viðmerkingar: 4
Síða [1]
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 1 - 30/04/2008 klokkan 03:05

video plx
HForce

15/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4372
# 2 - 30/04/2008 klokkan 13:34

Nice.

Vilmar, downloada bara demo. Tað er sikkurt at finna á Clanbase.
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 3 - 30/04/2008 klokkan 16:18

http://www.hltv.org/?pageid=28&demoid=3323

Tú mást nokk leggja hatta inn í cstrike og skriva í console viewdemo blabla, nakað lort at SK player ikki riggar so væl longur.
HForce

15/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4372
# 4 - 30/04/2008 klokkan 20:32

Eg havi ongantíð brúkt SK Player... burdi.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.