YouTube aftur við livestreaming
02/04/2015 klokkan 08:00 - HForce


YouTube hevur fyrr eksperimenterað við livestreaming, men tað breyt ongantíð ordiliga ígjøgnum hjá teimum. Tí gav tað eisini góða meining, tá søgur vildu vera við, at YouTube ætlaði at keypa Twitch. Tað bleiv tó ikki til nakað, og tað endaði við at vera Amazon, sum fekk fatur á Twitch fyri einans eina milliard dollars.

Nú sigur The Daily Dot, at YouTube fara at relansera sína egnu streaming tænastu, við fokus á gaming og e-sport. E-sport er eftirhondini ein stórur partur av undirhaldinum á netinum, og tað er nakað sum YouTube nokk ger klókt í at vilja vera við í. Higartil hevur Twitch etablerað seg sum dominerandi aktørin fyri e-sport broadcasting, men vinnan er enn nóg ung til at alt kann henda.

Tá ið The Daily Dot bað um eina officiella útmelding frá YouTube, svaraðu tey aftur við hesum gif.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 1 - 04/04/2015 klokkan 07:06

Eingin kjansur tað verur líka stórt sum twitch. Fólk fara altso ikki flyta til eina síðu sum brúkar eitt so korrupt copyright strike system. Krevur bara ein lítlan tónleik ella okkurt og so ert tú offline.
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 2 - 04/04/2015 klokkan 12:59

Hevur Twitch ikki eisini nýliga sagt at tey ikki vilja hava tónleik á streams longur? Veit so at Youtube er meira tolerant yvirfyri nakinheit enn Twitch.
Ikki nógv meira men alt ger mun
HForce

08/11/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 3 - 04/04/2015 klokkan 15:04

Eg haldi at recordings av streams hjá Twitch vórðu muted, tá mann hevði tónleik? Eg síggi enn live streams sum brúka nógvan tónleik, so har er tað nokk ikki aktivt.

Men tey komu eisini út við einum stórum savni av pre-góðkendum tónleiki, sum mann slapp at brúka.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.